mánadagur 4. mai 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Stórur fótbóltsdagur var í
Gundadali í gjár. Fyrst varð
grannauppgerðin
ímillum
B36 og AB leikt, meðan
seinni
dysturin
var
eitt
satt oddabrak, tá ið tveir
av tungvektarunum í før
oyskum
fótbólti,
HB
og
Víkingur, brustu saman. Alt
var lagt upp til tveir góðar
dystir, har dentur skuldi
vera lagdur á fótbóltsspælið,
men aftaná báðar dystirnar
var niðurstøðan tann, at tað
vóru dómararnir báðir, Rúni
Gaardbo og Lars Müller, ið
vóru teir mest umrøddu per
sónarnir í Gundadali.
Øll gera feilir
Ongin ivi skal vera um, at á
sama hátt sum leikarar gera
feilir ígjøgnum ein fótbólts
dyst, so slepst ikki undan, at
dómarar ikki taka ta røttu
avgerðina av og á. Tað er ein
partur av spælinum, og tað
er fullkomiliga ómøguligt
hjá einum dómara at gera
allar leikarar og viðhaldsfólk
nøgd í hvørja einastu støðu.
Tó var tað ótrúliga óheppið,
at tvær avgerðir skuldu fáa
so avgerandi týdning, sum
tær fingu í gjár. Serliga tí, at
tær tyktust at vera skeivar
í báðum førum. Í dystinum
hjá B36 dømdi dómarin
brotsspark í einari støðu,
har ongin annar í Gundadali
sá eitt brotsspark. Í støðuni
fær Robert Heðin Brockie
gult kort fyri sína sonevndu
brotsgerð, men sjónbanda
upptøkurnar vísa greitt, at
Robert Heðin onki ger skeivt.
Í roynd og veru er hann eini
tveir metrar frá yvirhøvur
at nerta bóltin. Úrslitið var,
at AB fekk eitt stig, sum teir
ikki áttu at fingið, meðan B36
misti tvey týdningarmikil
stig
í
oddastríðnum.
Ónøgdin
í
B36-skýlinum
við dómaran var stór, og
hetta hoyrdist væl, tá ið
dómaratrioin tók tey tungu
fetini inn í umklæðingar
rúmini í B36-húsinum. Tey
eyðkendu »buh-rópini« vóru
nógv í tali, og eisini vóru
ymisk ókvæmisorð rópt eftir
dómaranum. Tað er ógvuliga
sjáldan, at føroyskir fótbólts
fjepparar eru so illir og mis
nøgdir, sum fjeppararnir hjá
B36 vóru í gjár.
Í dystinum hjá HB og
Víkingi, sum hendan greinin
skal snúgva seg um, var av
gerandi
dómarastøðan
í
størri mun eitt kjakevni enn
støðan í fyrra dystinum, har
ongin skilti nakað. Geza Turi
skal boksa bóltin burtur,
men í støðuni koma báðir
HB-miðverjarnir,
Gunnar
Haraldsen og Jóhan Troest
Davidsen, og forða Geza í at
taka bóltin til sín. Bólturin
endar hjá Alex dos Santos,
ið úr stuttari fjarstøðu saks
ar bóltin í mál. 2-1 til HB, ið
hevði stóran tørv á sigrinum,
men eldur kemur í fjúsið hjá
fleiri av Víkinga-leikarunum,
har serliga Atli Gregersen
og Geza Turi, ið vanliga ikki
ger nógv um seg, vóru á
gosi. Men dómarans avgerð
stendur ikki til at broyta og
endin var tann, at HB vann
2-1. At døma eftir sjónbanda
upptøkunum tykist Geza
Turi tó at hava grein í sínum
máli um, at hann átti frí
spark í støðuni.
HB átti fyrra hálvleik
Tað
var
heimaliðið,
ið
átti munin í fyrra hálv
leiki. Dysturin var ikki væl
spældur, men teir møguleik
arnir, ið vóru, fullu í lut hjá
HB. Tíðliga í dystinum rakti
Gunnar Haraldsen yvirleggj
aran við góðum skallara,
og sum heild var HB-liðið
rættiliga vandamikið upp á
deyðbóltsstøður. Ígjøgnum
allan dystin var HB mest
vandamikið, tá ið spælt varð
í teirra høgru síðu. Jógvan
Rói Davidsen og Christian
R. Mouritsen høvdu greitt
yvirtak ímóti vinstru síðuni
hjá Víkingi í fyrra hálvleiki,
og tað var eisini frá hesari
høgru síðuni, at fyrsta málið
kom. Bartal Wardum sendi
langan bólt út í høgra borð til
Christian Mouritsen, ið sendi
innfyri. Inni í brotsteiginum
hevði Levi Hanssen runnið
seg púra leysan, og so var
støðan 1-0 til heimaliðið. HB
hevði eisini aðrar hálvgum
vandamiklar støður, men
onki meira spurdist burturúr
í einum linligum fyrra hálv
leiki.
Útskiftingar
gjørdu mun
Sigfríður Clementsen var
ikki nøgdur við gongdina í
fyrra hálvleiki, og longu frá
hálvleiksbyrjan stóðu tveir
nýggir mans, Andrias Lava
Olsen og Heðin Hansen,
klárir á vøllinum. Hesir fullu
væl inn í spælið hjá útilið
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Teitur Gestsson
Eitt gott avrik. Var prísgivin
í samband við málið og hevði
eina góða bjarging, tá ið Heðin
Hansen royndi seg. Kom væl út
úr málinum í støðuni, har Atli
Gregersen fekk reytt kort.
3
Jógvan Rói Davidsen
Spældi á høgra bakki, har
hann hoyrir heima. Var serliga
eyðsýndur í fyrra hálvleiki,
meðan avrikið í seinna hálvleiki
var eitt sindur lakari. Riggar væl
betri á høgra bakki enn á øðrum
plássum.
3
Gunnar Haraldsen
Gjørdi tað, sum hann er
settur til í miðverjuni. Ikki so
eyðsýndur ígjøgnum dystin, men
tað nýtast verjuleikarar ikki at
vera.
3
Jóhan Troest
Davidsen
Vardi væl og kom ofta ímillum.
Gúppaði tó dekan ov ofta, tá
ið møguleiki var at spæla eftir
jørðini.
4
Alex José dos Santos
Hevði eitt miðal avrik
ígjøgnum allan dystin, men í
endanum gjørdi hann um seg við
tveimum saksarum. Tann eini
fór í mál, og tað gevur pluss í
karakterbókini.
3
Fróði Benjaminsen
Tók sín vanliga lut í nær
dystunum, men hevur fyrr verið
meira eyðsýndur, enn hann var í
dag. Eitt miðal avrik.
4
Bartal Wardum
Føðingardagsbarnið, ið fylti
18 í gjár, hátíðarhelt dagin við
einum góðum avriki á sentrala
miðvøllinum. Spældi mangan
væl frá sær og setti álopið í
gongd, tá ið HB skoraði til 1-0.
4
Christian Mouritsen
Spælir heilt væl fyri tíðina.
Legði upp til fyrsta málið og
var sum heild sera eyðsýndur.
Dribblaði sera nógv og kom ofta
ígjøgnum í síðuni.
4
René Shaki Joensen
Spældi á álopskenda
miðvøllinum. Kom sera væl frá
uppgávuni, har serliga hansara
skjótleiki og kropsliga styrki gav
Víkinga-verjuni høvuðbrýggj.
3
Levi Hanssen
Skoraði týdningarmikla
málið til 1-0, men annars sást
ikki tað heilt stóra til hann. Eitt
miðal avrik.
2
Poul Ingason
Byrjaði inni í álopinum.
Fekk snøgt sagt millum lítið og
onki burturúr og bleiv skiftur út
aftaná 70 minuttir.
3
Andrew av Fløtum
Kom inn seinastu 20 min
uttirnar. Hevði eitt gott skot/
innlegg, ið fór tvørturum málið,
men tað var so at siga tað.
spælarameting Dómararnir
komu í
brennidepilin
í Gundadali
Felags fyri báðar dystirnar, ið blivu leiktir í Gundadali í gjár var,
at stór spurnartekin blivu sett við avgerandi dómaraavgerðirnar í
endanum av báðum dystunum. Áðrenn dómararumblið høvdu HB og
Víkingur tó leikt góðan toppdyst, har heimaliðið at enda sigraði
René samdur við dómaranum »Víkingarnir blivu
óðir, men eg helt ikki tað var fríspark. Hinvegin eri eg ikki
dómari, so eg havi ikki meira at siga til støðuna«, segði
René Shaki Joensen eftir dystin, tá ið hann bleiv spurdur
um støðuna, ið førdi til avgerandi málið til 2-1 til HB.
1 til 6
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Onki at skriva um í dag. Altíð
súrt at tapa, helst tá seinna
málið hja HB sá sera ivasamt út
har frá man stóð. Niðurstøðan
er tó at í dag vóru vit ikki góðir
nokk. Næsta dyst mugu vit koya
á motorin og vónandi verður
dømginin betur. WLYV
fjepparin