Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 ítróttur num, og kom tað eisini meira broddur í álopsroyndirnar hjá teimum. Súni Olsen tók dirigent­stavin á mið­vøll­ inum, og Víkingur stýrdi satt at siga dystinum. Tískil var tað ikki óuppiborið, tá ið Finnur Justinussen javn­aði til 1-1 eftir gott frí­sparks­inn­ legg frá Súna. Aftaná hetta royndu bæði liðini eftir vinnandi málinum, og hetta gjørdi dystin nógv meira huga­ligan fyri vanliga áskoð­ aran. Fleiri hálvgum vanda­ miklar støður tóku skap í báðum endum, men heilt vanda­mikið bleiv tað ikki fyrr enn í 83. minutti, tá ið Santos hjá HB royndi seg við akrobat­iskum saksisparki, ið brast í stongina og tvørtur­ um málið hjá Geza Turi. Santos var ikki liðugur at saksa enn, tí at lítla løtu seinni eydn­aðist tað honum sum kunn­ugt at avgera dystin við saksara til 2-1, ið gjørdist enda­liga úrslitið. Atli sær reytt Aftaná umstrídda málið vóru menn heitir, og tað sást aftur á kortkontuni. Fyrst fekk René hjá HB gult fyri at gera seg óneyðugt inn á Víkinga-leikarar, men tað var Atli Gregersen, ið fekk harðastu revsingina av øllum. Í eini síðstu roynd at javna var Atli farin niðan við í álopið. Bóltur varð spældur inn­ um verjuna, har Atli við knobb­unum fremst toygdi seg eftir bóltinum. Teitur Gests­son var tó fyrstur á bólt­inum, og tí fekk hann smeitin frá Atla at kenna á egn­um kroppi. Dómarin valdi at geva Atla beinleiðis reytt kort fyri gerðina. Meira hendi ikki í dystinum. Týdningarmikið fyri HB Ongin ivi man vera um, at HB hevði sera stóran tørv á sigrinum í dag. Stigaúrtøkan hevur ikki verið nóg góð fyri framsøkna Havnarfelagið, og hevði HB ikki vunnið í dag, so hevði frástøðan til NSÍ verið heili níggju stig, ið hevði verið sera nógv at innheinta. Í dystinum ímóti Víkingi riggaði spælið nógv betri í serliga fyrra hálvleiki, enn tað gjørdi í tapinum ímóti B36 fyri viku síðani. Fyri Víking man tapið, og serliga seinna málið hjá HB, koma sum eitt satt skot fyri bógvin. Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik komu teir ljósa­bláu væl betri við, og við eitt sindur meira av hepni hevði tað kunnað verið teir, ið stóðu við øllum trim­um stigunum. Víkingur hevur FM-ætlanir, men frá­støð­an til NSÍ er nú heili sjey stig, og tí mugu úrslitini ger­ast nógv meira støðug og góð, um Víkingur skal gera sær nakra vón at vinna fyrsta meistara­ heitið í søgu felagsins. fótbóltur Góður fótbóltsdystur ímillum tvey topplið, ið bæði spældu fyri at vinna. Tað hevði eins væl kunnað verið Víkingur, ið fór avstað við øllum trimum stigunum. Altíð keðiligt, tá ið umstríddar dómara­ avgerðir fáa avgerandi týdning fyri úrslitið av einum fótbóltsdysti. Tað ger tað ikki betri, at báðar tær umstríddu avgerðirnar tyktust at vera skeivar… 2 Geza Turi Fekk ikki gjørt nakað við fyrsta máli. Er ikki stórur av vøkstri, og tað sást væl aftur, tá ið HB skeyt innfyri. Deybóltsstøður blivu óneyðuga vandamiklar. 3 Bárður Hansen Hevði skil á sínum defensivu skyldum og var góður frameftir. Nógv góð innlegg, har tað ofta manglaði lítið í, at ein víkingur fekk prikað bóltin í netið. 2 Atli Gregersen Liðskiparin spældi ein fínan dyst í miðverjuni, har onki var at fílast á. Tó misti hann høvdið til endans og fekk reytt kort. Tað trekkir niður. 3 Erling Jacobsen Hevði onkrar trupulleikar av René í summum førum, men sum heild var avrikið góðtikið. Hevði nógvar góðar takklingar og var sterkur í luftini. 2 Dánjal Pauli Lervig Hevði stórar trupulleikar av Christiani Mouritsen og bleiv útskiftur í hálvleikinum. 3 Hanus Jacobsen Í fyrra hálvleiki sást ikki nógv til hann á sentrala mið­ vølli­num. Varð fluttur á vinstra bakk í seinna hálvleiki, har hann saman við liðfeløgunum fekk betri tamarhald á einum væl­ leikandi Christian R. Mouritsen. 4 Súni Olsen Sást ikki nógv til hann í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki tók hann tó veruligt dik á seg og stýrdi miðvøllin. Legði upp til málið hjá Víkingi. 3 Sølvi Vatnhamar Ikki so eyðsýndur. Var væl betri í seinna hálvleiki enn í fyrra. 3 Filip Djordjevic Var ein støðug hóttan við sínum mongu dribblitúrum, men tað komu ikki heilt stórir málkjansir burturúr. Hevði ein góðan málkjans, sum Teitur bjargaði. Bleiv útskiftur í endanum av dystinum. 2 Gunnar Vatnhamar Ein leikari, sum stríðist væl og rennur sera nógv fyri liðið. Fekk tó ikki nógv burturúr í fyrra hálvleiki, og so tók Sigfríður avleiðingina og skifti hann út. 4 Finnur Justinussen Finnur finnur málið. Aftur eitt mál frá honum. Útvyvir hetta var hann við í fleiri støðum, ið blivu hálvgum vandamiklar, men ikki meira enn tað. 4 Andrias Lava Olsen Ger altíð mun, tá ið hann kemur inn. Hótti nógv og kundi kanska fingið eitt brotsspark. Í støðuni hevði Lava tó eisini kunnað gjørt skjótari av og skotið upp á mál. 3 Heðin Hansen Saman við Lava gjørdi hann mun og hevði millum annað eina góða málroynd, ið Teitur bjargaði. Nakað heilt avgerandi kom tó ikki frá honum, og tí var avrikið miðal. spælarameting Tríggjar ferðir Lars Sermerkt var, at hetta var triðu ferð á rað, at Lars Müller dømdi dyst hjá Víkingi. Samlaða úrtøkan úr hesum trimum dystunum hevur verið ein sigur, ein javnleikur og eitt tap. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 HB - Víkingur 2-1 (1-0) 1-0: Levi Hanssen 42. 1-1: Finnur Justinussen 60. 2-1: Alex José dos Santos 87. Dómari: Lars Müller HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen ■ – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen – Poul Ingason ■ (Andrew av Fløtum, 70.) Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen ■, Atli Gregersen ■, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Heðin Hansen, 46.) – Súni Olsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar (Andreas Lava Olsen, 46.), Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic (Gert Hansen, 83.) – Finnur Justinussen Allan Enghamar hb Ein ógrúliga vigtigur sigur! Eiga allan fyrra hálvleik, men loyva tíverri Víkingi at pressa okkum og javna tíðliga í øðrum hálvleiki. Men takað síðani yvir og stýra restina av dystinum og klára tíbetur at fáa forloysandi málið. Vísa rættan HB vilja og vísa góða HB spælið aftur, hetta skulu vit halda fram við og byggja víðari uppá! fjepparin