Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg fari at gera alt eg yvirhøvur kann, fyri at fáa nýggjan sáttmála við Aab. Tað ber til, um eg vil tað nokk, siga Allan Gaarde, Allan Kuhn og teir í Aab. Gilli Sørensen, sum hevur fingið spælitíð tveir dystir upp í slag fyri danska superligafelagið, AaB. hondbóltsmálverji. Lagt til rættis: Tróndur Arge FINNUR HELMSDAL: REYTT, BLÁTT OG HVÍTT – FØROYAR OG EM KAPPINGIN ÚR BÓKARÚGVUNI HETTA SIGUR ÍTRÓTTARHEIMURIN 5 SKJÓTIR “Reytt, blátt og hvítt” er bókin um fyrstu EM undan kappingina hjá føroyska fót bóltslandsliðnum. Bók in skuldi verið pens um í før- oyskum í fólka skúl anum, tí hon lýsir so væl týdn ingar miklasta tíðarskeiðið í før oyskum fótbólti. Fóru vit ikki upp í altjóða fótbólt tá vit fóru, so er ikki vist, at vit nakrantíð høvdu slopp- ið framat, eins og vit síggja í olympiskum samanhangi. Kanst tú ímynda tær føroyskan fót - bólt uttan føroyska lands liðið, og tær ágóðar før oysk ur lands- liðsfótbóltur hevur havt við sær? Bókin er ein frásøgn um tilgongdina til EM 1992 undan- kappingina, og sjálva kappingina. Hon kemur heilt tætt at fólkunum, sum vóru við til at fremja bragdið í Landskrona, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Eisini sleppur tú við á ferðini, har føroyska lands liðið spælir ein branddyst í Parkini móti Danmark, fær stig í Belfast og stór tapini fyri millum annað Jugoslavia, sum stutt seinni fór í upploysn. Flestu av lyklapersónun um sleppa til orðana. Tað er áhugavert, eisini í dag, at lesa hvat teir høvdu at siga tá. Reytt, blátt og hvítt er ein tann týdningarmiklasta søgubókin, ið ítróttarføroyar eigur. Les hana um: Um tú hevur gloymt hvat nummat Torkil Nielsen var, um tú ivast hvør Torkil Nielsen er, ella um tú hevur nakran sum helst áhuga fyri føroyskum fótbólti. Ella um tú undrast á hví Landskron aldrin verður gloymt. Ikki lesa hana um:….. les hana! Eisini um tú hatar fótbólt, tí hon lærir teg kanska at skilja nøkur ting. Hvussu er hon at lesa: Løtt og eitt deilt minni, um tú vart til í 1990. Eitt áhugavert søgubrot um tú ikki minnist 1990, ella var til tá. Hvat sigur tú? Bókin skuldi verið pensum í skúlanum. Før oysk- ur fótbóltur fyllur nógv í lívinum hjá ungum gentum og dreingjum. Tey mugu skilja hvussu alt bleiv til, tá Føroyar tók stóra stigið til altjóða fótbólt. Bókin er eisini ein íblástur til ung fólk, um at trúgva upp á tað ómøguliga. Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Floyd Mayweather vann á Manny Pacquiao, men hvar kemur Manny Pacquiao frá? 2 Hvussu oftani hevur Chelsea vunnið enska meistaraheitið? 3 Hvør fótbóltsspælari fekk einastu útvísingina í 9. umfari? 4 Tvey lið hava ikki vunnið í Effo-deildini – hvørji? 5 Hvør bleiv PFA Ársins spælari í Premier League? 6 6. Hvørjum felagið spælir Gunnar Nielsen fyri? 7 Hví bleiv dysturin millum HB og Víking framskundaður eitt korter? 8 Hvør er spælarin á myndini? 1: Filipininum 2: 5 ferðir 3: Atli Gregersen(Víkingur) 4: EB/Streymur og AB 5: Eden Hazard 6: Stjarnan (Ísland) 7: So dómarin, Lars Muller, kundi náa Smyril. 8: Geza Turi Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst m ú! ú! rst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... ★★★★★★ okkara egnu... kk Ársins spælari, ársins áleypari, ársins toppskjútti við met nógvu málum og á ársins liði. Er hetta títt besta kappingarár nakrantíð? Tað hevur verið eitt sera gott kappingarár fyri meg persónliga, so ja, haldi at hetta er nokk tað besta kappingarárið nakrantíð. Og haldi eisini at tað hevur verið eitt lærurík kappingarár í verjuni, nú tá eg havi vart í miðverjuni alt árið. Av øllum málunum tú hevur skotið í tíni tíð, hvat fyri eitt minnist best og hví? Eg minnist faktiskt ikki nakað ávíst mál, sum eg havi skorað. Tey í avgerandi løtunum, eru nokk tey ein er glaðast fyri. Tú blívur oftani mans- vard. Hvussu er tað at venja eina heila viku, og so bara blíva mansvard allan dystin? Tað er ikki serliga motiver- andi at standa á miðjuni ein heilan dyst, og als ikki tá fyrireikingarnar frammanundan hava verið góðar og alt fer til spillis. Um tú fekk eitt ynski uppfylt fyri føroyskan kvinnuhondbólt, hvat skuldi tað verið og hví? At tað vóru fleiri lið at spæla ímóti, tí tað gevur meir avbjóðingar og spenning fyri kappingina. Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd og hví? Sum barn var Ioana Rapa mín stórsta fyrimynd, og hon var eisini tann ið bað meg koma at spæla hondbólt sum 8 ára gomul. Ì dag er Louise Bourgaard, við sínum stríðsvilja, ein stór fyrimynd. Rættiliga kuul at vera 23 ár og ein tann besti leikarin í Donsku kappingini. Liljan Djurhuus 5. mars 1992 Hondbóltur Eg skilji ikki hví dómararnir ikki dømi hasi, tí tað sæst so forbannað væl, at Geza skal hava fríspark. Eg haldi, at tað er reguler tvørheit, at hann ikki dømir tað. Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, um 2-1 málið hjá HB. Hvar er tað? Tað er bara ein, sum sær hatta brotssparkið. Oddbjørn Joensen, venjari hjá AB, tá hann bleiv spurdur um brotssparkið, sum AB fekk móti B36. N ? Fakta: Finnur M. Helmsdal, sáli, setti av álvara sín dám á føroyskan ítrótt. Fyrst sum bæði fótbólts- og hondbóltsspælari. Síðani sum venjari og ítróttarskrivari. Hann var eisini virkin í politikki. Finnur doyði í 2008 av krabbamein, bara 56 ára gamal.