Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tað er hugaligt at síggja, at vit nú kunnu fylla eina síðu við útisetum, sum eru í dysti. Heldur enn at sita á bonkinum í størri feløgunum í bestu deildunum, so hava fleiri av okkara spælarum nú leitað til feløg, har tað er sannlíkt við spælitíð. Hetta sæst aftur hetta vikuskiftið, har Gunnar Nielsen fekk sín fyrsta landskappingardyst í Íslandi, har Stjarnan vann 1-0 á ÍA Akranesi. Í donsku 1.deild, sum er næst besta deildin, eru fleiri føroyingar í spæli. Hallur Hansson og Vendsyssel tykjast sum eitt gott “match”, meðan Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen hava sett sín dám á Vejle. Tíverri eru teir skaddir, meðan Sonni Ragnar Nattestad antin er avsettur ella skaddur. Sostatt var ongin teirra við um vikuskiftið, men tveir teirra høvdu heilt víst byrjað inni – um teir vóru tøkir. Somuleiðis eru spælarar at finna í onkrum av lægru deildunum. Her kunnu nevnast Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð, sum ikki hava valt løttu ÍF Føroyar loysnina. Teir spæla við B1908 og sleppa sum nú er, upp í part. Vit hava eisini Brand H. Olsen í FCK og Gilla Sørensen í Aab. Hesir standa báðir í menning, men somuleiðis hugaligt at síggja, at teir fáa møguleikar í Superliga samanhangi. Brandur H. Olsen er ein risatalent og tykist hava fortreytirnar fyri at blíva ein yrkisspælari í høgu stigi. Hjá Gilla hevur ikki sæð so ljósareytt út, men tveir dystir upp í slag er hann komin inn fyri AaB, sum nú eisini fær nýggjan venjara. Umframt hesar, so kann eisini nevnast Kaj Leo í Baetalsstovu, sum spælir í næst bestu deildini í Noreg við Levanger. Hann spældi ein stóran leiklut í farna kappingarári, tá liðið flutti upp. Nú er mótstøðan harðari, og venjarin tykist ikki hava eins góðan hug á framrættaðu evnunum hjá Kaj Leo í ár. Tað hava vit sæð fyrr við millum annað Kurt Mørkøre, tá hann spældi í Sogndal, sum flutti upp í bestu deildina. Vónandi sleppur Kaj leo framat aftur. Sostatt eru allir útisetarnir hjá okkum í støðu, har teir eru í kappingini um at spæla á besta liðnum. Hetta sæst eisini aftur á landsliðsavrikinum. Vónandi er hetta nakað, sum føroyskur fótbóltur lærir nakað av í framtíðini. Eydnan er ikki altíð eitt stórfelag, men heldur spæltíð og menning. Tað kann eisini fara fram í einum stórum felagið, sum vit síggja við Brandi og Gunnari, tá hann var Manchester City. Men millum annað Viljormur Davidsen hevur eisini víst, at menningin kann koma við stigvíst at arbeiða seg upp gjøgnum donsku fótbóltskappingina. Komandi stigið verður, at fáa spælarar við spælitíð í bestu deildini – og fáa onkrar av okkara evanríku ÍF Føroyum spælarum at taka stigið til “Divisións fótbólt”. Tað kann ikki verða rætt, at miðvøllurin hjá ÍF Føroyum er mannaður við spælarum sum Heina Vatnsdal, Tróndi Jensen, Róki av Fløtum Jespersen og Dion Splidt?sjálvt kærir. Útisetar á røttu hill www.ab.fo: Vit mugu nú til at meldað okkum inn í Landskappingina, vit mugu hava nakrar sigrar undir land. Eitt stig er frægari enn onki, men tá liðini rundan um okkum vinna, so verður tað ringt at koma uppeftir. www.b36.fo: Nú skal greinin sjálvandi fyrst og fremst snúgva seg um dystin, sum var á vøllinum. Men treyðugt so, so slepst illa undan at nevna dómaraavrikið, sum var nakað langt undir meðal, og sum altso kom í hæddina – ella botnin – tá brotssparkið varð handað argjamonnum. www.hb.fo: Sjálvandi kom øði í grindina, og mælski liðskiparin hjá Víkingi stemplaði seg bókstaviliga út beint fyri leiklok við ørvitis takling móti Teiti. www.nordlysid.fo: Í øllum dystum hjá KÍ í ár, har liðið ikki hevur vunnið, hevur talan verið um tættar og javnar dystir, har KÍ sjáldan hevur verið nakað nevnivert verri enn mótstøðuliðini. Men teir bláu eru ikki neyvir, tá á stendur og blíva hart revsaðir. www.fsf.fo: Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 29. apríl avgjørt at seta Pætur S. Clementsen í starv sum nýggjan tekniskan stjóra. Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge ■ Øll sum tapa hoppa nú, hoppa nú, øll sum tapa hoppa nú, hoppa nú! ( HB - Víkingur ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: FLOGBÓLTS- LANDSLIÐIÐ ÚTTIKIÐ Boban Ilic og Bartal Elia- sen hava úttikið flog bólts- landsliðið hjá kvinnum, sum skal til kapping í Liktenstein seinni í hesum mánaðinum. Ferðalagið fer úr Føroyum 14. mei og verður aftur 18. mei. Kvinnulandsliðið skal spæla móti Kyptos, Skot- landi, Luksemburg og vert- un um úr Liktenstein. Hesar tólv eru úttiknar: Sóley Poulsen KÍF Guðrun Joensen KÍF Eliasabeth Purkhús Mjølnir Femja Mortensen TB Helga Guttesen SÍ Eva Nagata Fleyr Anja Danielsen Fleyr Birgit Guttesen Amager Eina Kalsø Amager Sofía Purkhús Amager Karina Debes VLI HEIMASÍÐURNAR SKRIVA...