mánadagur 4. mai 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
4. mai 2015
Hann skuldi bara hjálpa til við bókhaldinum, men endaði sum setari á Norðlýsinum,
tí hann dugdi blindskrift, og tað bleiv byrjanin til yrkisleiðina hjá Oliver Joensen.
– Halda vit fast við tann lokala vinkulin og røkja okkara heimabeitið, hevur Norðlýsið
eisini framtíðina fyri sær, sigur blaðstjórin á hundrað ára gamla lokalblaðnum
Bókhaldarin
sum dugdi
blindskrift
Vinnuvangin: Oliver Joensen
Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen
igur tú Norðlýsið, so sigur tú eisini Oliver
Joensen. Meira enn nakar hevur 68 ára
gamli klaksvíkingurin – sum verður 69
í næsta mánaði – í fýra áratíggjur verið
ímyndin av lokalblaðnum hjá norðoyingum,
ið allan sólarringin er til taks á internet
inum og eina ferð um vikuna kemur út í
traditionellu pappírsútgávuni.
Í eina øld hevur Norðlýsið verið til, og
hóast ein steðgur var í útgávuni frá 1936 til
46, reistist blaðið aftur og hevur verið ein
sjálvfylgja í føroyska blaðheiminum, har
kappingarneytarnir eru falnir – ein fyri og
annar eftir – uttan at Norðlýsið enn hevur
givið upp, men livir sítt fríska lív.
– Skal Norðlýsið yvirlivað sum blað, so
ræður um at vera til staðar í lokalumhvørv
inum, tí vit hava øll hesi árini sæð, at klaks
víkingar og norðoyingar eru øgiliga góðir við
blaðið, sigur Oliver Joensen, sum tey seinnu
mongu árini hevur verið maðurin aftan fyri
lokalblaðið, ið hann sigur vera ein part av
handilslívinum í Klaksvík.
– Norðlýsið hevur ongantíð havt tað
betri, enn tað hevur tað í dag, og tað vísir
seg áhaldandi at vera neyðugt við einari
lokalari rødd her norðuri. Eg dugi heldur
ikki at síggja, at vit fáa nakað serligt negativt
frá lokalsamfelagnum, sum tvørturímóti
slær ring um sítt blað. Norðlýsið er opið, so
øll kunnu brúka tað, og tað eru sanniliga
eisini mong, ið gera brúk av tí. Hóast vit,
sum standa aftan fyri blaðið, hava okkara
egnu politisku meiningar, so er blaðið sjálvt
ikki talsmaður fyri nakran politiskan flokk
ella nakað ávíst sjónarmið, men er ein opin
og breiður miðil.
Byrjaði sum bókhaldari
Tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at
Oliver Joensen skuldi koma at hava sítt
lívsstarv í fjølmiðlaheiminum, tí hann lærdi
á skrivstovu og fór handilsskúlavegin. Men
hann er ektaður klaksvíkingur – men eisini
fjórðings gøtumaður – so í blóðinum lá
lokalpatriotisman, ið ger sítt til, at hann
tann dag í dag umrøður seg sjálvan sum
»alvorligan klaksvíking«, um onkur skuldi
spurt.
– Nei, eg gekk ikki við nøkrum smá
dreingjadreymi um at gerast blaðstjóri ella
nakað sovorðið, men allíkavæl havi eg minni
frá Norðlýsinum afturi úr barnaárunum. Tað
fyrsta, eg minnist til Norðlýsið, var at vit
sum smádreingir plagdu at fara á Klaksvíkar
Prentsmiðju at bidda strimlar, tí pappír var
rættiliga forkunnugt tá. Tá var prentsmiðjan
í einum lítlum tilbygningi í endanum á
Vaskarínum, sigur hann.
framhald...