Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 nr. 4 I 4. mai 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum – At eg seinni fekk alsk til sjálvt blaðið, sum prentsmiðjan gav út, hevði helst nakað við tað at gera, at mær dámdi so væl at fáa Norð­lýsið sendandi niður, tá eg var á skúla í Kjøpinhavn í 60-unum. Vit kundu keypa bæði Sosialin og Dimmalætting á Høvuðbanagarðinum, men Norðlýsið fingu vit ikki har. Tó var tað Norðlýsið, ið segði mær nógv mest tá og var meira viðkomandi, tí tað bar okkum tíðindi úr Klaksvík og Norð­ oyggjum, sum ikki funnust í hinum bløð­ unum. Eftir lokna handilsútbúgving kom Oliver heimaftur til Klaksvíkar fyrst í 70-unum. Men tað var framvegis ikki við nøkrum blaðarbeiði í kvittanum, men heldur fyri at fáa brúkt sín lærdóm í gerandisdegnum. Hetta skuldi tó skjótt blíva øðrvísi. – Um hetta mundið bleiv Eli Nolsøe lands­ stýris­maður, og tí lógu hansara uppgávur leysar. Ein av teimum hevði verið bókhaldið hjá Klaksvíkar Prentsmiðju, og tí kom Kjartan Lützen, sum var høvuðsbókhaldari hjá Kjølbro, og spurdi meg, um eg ikki kundi koma at taka eina hond í við bókhaldinum á prent­smiðjuni, og soleiðis kom eg inn í um­ hvørvið, ið tá var rundan um eisini Norð­lýsið, sigur Oliver, ið framvegis ikki hevði nakran var­huga av, at hann skuldi fáast við annað enn bókhald. Biðin sum setari Hetta hendi alt um tað mundið, tá prentingin broyttist munandi, tí frá at hava verið blýggj, kom nú ein nýggjur teknikkur, ið nevndist offset, og har var Klaksvíkar Prent­smiðja beinan­vegin við í fremstu røð við nútímans­ gjørdari útgerð, sum samstundis merkti, at sjálvt prentarayrkið eisini broyttist munandi. – Prentsmiðjan hevði eina blýggj­seti­ maskinu, sum varð dúgliga brúkt, men nú offset-prentingin kom, broyttust allar manna­gongdir grundleggjandi. Nú skuldi allur tekstur setast við einum knappaborði, sum var akkurát sum ein skrivimaskina, men av tí at prentararnir bara dugdu at brúka ein fingur, gekk tað alt í verðini ov seint. Prent­ arar­nir dugdu ikki blindskrift, men tað dugdi eg, og tá so tann fyrsti fotosetarin kom á Klaks­víkar Prentsmiðju, spurdi Jógvan Gardar meg, um eg ikki kundi arbeiða sum setari, og tað játtaði eg. Hetta bleiv so vegurin hjá Oliver Joensen inn í prentarayrki og prentsmiðjuheimin, sum síðani hevur verið hansara yrki og lívsstarv – tó at tað seinnu mongu árini hevur verið blað­útgávan, ið hevur fylt mest. – Klaksvíkar Prentsmiðja prentaði alt hjá Kjølbro og annað við, so har var nógv arbeiði av at prenta fakturar, brævpappír, kontra­ bøkur og sovorðið, umframt at Norðlýsið var partur av arbeiðinum, tí prentsmiðjan átti og gav blaðið út. Nú eg kom at arbeiða sum setari, bleiv eg eisini atknýttur limur í Prentara­felagnum, sum royndi at verja fak­ mørkini sum longst, men gav teimum, ið dugdu blindskrift, loyvi til at starvast sum setarar, sigur hann. – Nú var eg longu í umhvørvinum, og tá Óli Dahl, sum hevði sitið sum blaðstjóri á Norð­lýsinum í ellivu ár, vildi sleppa úr starv­ inum, heitti hann á Eigil Hentze og meg, um vit ikki kundi yvirtaka tað. Eigil og eg vóru komnir at kennast frá skúlanum, har eg eisini arbeiddi sum vikarur í maskinskriving og bók­ haldi, og vit tóku uppgávuna upp á okkum, so vit byrjaðu at skriva Norðlýsið í 1974. Strævin tíð Oliver Joensen hevði nógv at vera um hetta mundið, tí hann arbeiddi á Dávavirk­inum fullan dag, hevði nakrar tímar á Klaks­ víkar Prentsmiðju, starvaðist sum vikarur í skúlanum og arbeiddi hartil eisini í handils­ skúlanum, sum var partur av kvøld­skúlanum, har hann undirvísti í maskin­skriving. – Eigil og eg skrivaðu blaðið í eitt ár, við honum sum blaðstjóra, men góvust so, og tí vóru tað HF-næmingar, sum skrivaðu blaðið í 1975. Í 1976 byrjaðu vit so aftur við blað­num, ið framvegis var ogn hjá Klaksvíkar Prent­ smiðju, men ikki gekk long tíð, so kom Ewald Kjølbro til mín og spurdi, um eg ikki hevði áhuga fyri at keypa blaðið, sigur Oliver. – Støðan var nú tann, at Jógvan Gardar hevði keypt prentsmiðjuna, men hevði ikki hug til eisini at hava blaðið, so tí var Ewald áhugaður í at finna onkran annan, ið kundi taka sær av tí. Soleiðis bar tað altso til, at eg var við til at stovna eitt partafelag við 20 eigar­um í Klaksvík, ið keypti navnið Norðlýsið fyri 25.000 krónur. Og fyri at gera eina langa søgu stutta, havi eg við tíðini keypt hinar út, so eg stóð sum einsamallur eigari av blaðnum. Ta fyrstu tíðina varð blaðið prentað í ark­pressu hjá Klaksvíkar Prentsmiðju, sum merkti, at bløðini komu heim til Elsu og Oliver, har tey so blivu falsað – og tað var bæði í stovuni, køkinum og allastaðni, um­ framt at bæði børn, familja og grannar vóru við til at gera tað arbeiðið. – Hetta var ikki serliga arbeiðsligt, men bar til allíkavæl, hóast tað var nokk so kostnaðar­mikið at gera tað upp á henda mátan. Tað endaði so við, at eg fekk mær prent­smiðju sjálvur í 1977, tá vit bygdu uppí, og so keypti eg mær eisini eina setimaskinu fyri 110.000 krónur, ið vóru nógvir pengar tá, um­framt at íløgur vóru gjørdar í reprokamera, myrka­kamar og annað. Tað fíggjarliga var so sum so, og eg mátti halda fram við at arbeiða alla aðra­staðni eisini, fyri at fáa endarnar at røkka saman, so tá eg hyggi aftur á hesi árini, so var tað ein øgiliga strævin tíð, sigur Oliver, sum ikki fyrr enn í 1985 fór at arbeiða á blað­ num burturav. Vinnuvangin: Oliver Joensen Skal Norðlýsið yvirlivað sum blað, so ræður um at vera til staðar í lokalumhvørvinum, tí vit hava øll hesi árini sæð, at klaksvíkingar og norðoyingar eru øgiliga góðir við blaðið framhald...