mánadagur 4. mai 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vilmund Jacobsen
H
erfyri var heimsins størsta
seafood-messa – Seafood Expo
Global 2015 – hildin í Brússel,
har fleiri føroyskar fyritøkur,
sum útflyta fiska-og laksavørur,
vóru savnaðar á einum stórum
føroyskum landabási.
Føroysku fyritøkurnar, sum
vóru saman á básinum, vóru
Varðin Pelagic, Pelagos, North Pelagic,
Bakkafrost, HiddenFjord, JFK, Kósin, PRG
Fiskavirkið og Landshandilin.
At hava landabás er ikki sermerki fyri
Føroyar. Hetta er vorðið alt meira vanligt á
slíkum messum, og tað eru eisini onnur lond,
eitt nú Noreg, Ísland og Skotland, ið gera tað
sama.
Hinvegin er eisini vanligt, at velduga
stórar fyritøkur úr somu ella øðrum londum,
sum hava virksemi kring um heimin, hava
egnan bás.
Stóran týdning
– Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at
Føroyar marknaðarføra seg saman og soleiðis
gerast meira sjónligar við okkara fiskavørum.
Vatn er ikki bara vatn. Tað er fiskur heldur
ikki. Fyri keyparar er makrelur ella sild ikki
bara makrelur ella sild. Hugt verður eisini
eftir, hvaðani fiskurin kemur, hvussu hann
verður veiddur, hagreiddur og pakkaður.
Tað sigur Tórheðin Jensen, umsitingar
leiðari hjá Varðanum í Gøtu, sum fleiri ferðir
áður hevur verið við á stóru messuni í Brússel.
Varðin Pelagic, sum hevur stórt uppsjóvar
virki á Tvøroyri, var umboðað í Brússel við
fleiri sølufólkum og Tórheðin, ið starvast hjá
felagnum, sum eigur ein stóran part í upp
sjóvarvirkinum, var meira við sum eygleiðari.
Fyrstu ferð, at Tórheðin var á hesi messu í
Brússel, var longu í 1994, tá sum starvsnæm
ingur fyri Menningarstovuna. Hetta var árið
eftir, at henda stóra messa sá dagsins ljós.
– Messan gevur sjógætisvinnuni beinleiðis
samband við nógvar professionellar keyparar
og veitarar úr øllum liðum í vinnuni, allir
samlaðir á einum staði.
Hann sigur, at umframt at her eru nógvir
útbjóðarar og keyparar til akskyns fiskavørur,
eru eisini fleiri við, sum selja ymiskar maskin
ur til fiskaframleiðslu.
– Her er fyritøkur, ið framleiða avhøvdarar,
flakamaskinur, skrædlarar, skiljarar og annað,
bæði til botnfisk, uppsjóvarfisk og laks.
Tórheðin vísir á, at skip og skipsútgerð
sum so ikki er partur av messuni, men Varðin
Pelagic hevði við sær ein film, ið vísir, hvussu
fiskurin verður veiddur, goymdur og hag
reiddur, og stórur áhugi var fyri hesum filmi.
– Ein slík messa er business to business,
sum vit plaga at siga. Her hittast seljarar og
keyparar. Onkur fyritøka hevur kanska eina
frystiboks við sær, har onkrar fiskavørur eru
í – ella onkra dósavøru, men hetta er meira til
at pynta við.
Nógvar vitjanir
Tórheðin Jensen sigur, at føroyski landabás
urin og soleiðis eisini básurin hjá Varðanum
Pelagic varð nógv vitjaður í Brússel.
– Hugskotið er, at tú hittir persónar og
fyritøkur, sum tú longu samstarvar við, men
hetta er ikki minni fyri at knýta nýggj sam
bond og leita upp nýggjar og áhugaverdar
marknaðir.
Hann sigur, at Varðin Pelagic, sum bæði
tey undanfarnu árini hevur fryst, pakkað og
útflutt nógv túsund tons av fiski til matvøru,
hevði ógvuliga nógvar vitjanir.
– Føroyar hava stóran útflutning til
Ruslands, eitt nú av laksi, sild og makreli, og
her vóru nógvir russarar inni á gólvinum. Vit
sóu eisini nógv fleiri kinverjar, enn vit hava
sæð áður. Harumframt vóru keyparar ymsa
staðni úr Evropa, Asiu, Japan og Afrika, har
uppsjóvarvirkið hevur ein stóran marknað í
eitt nú Nigeria.
Varðin í Gøtu eigur eisini felagið Faroe
Origin saman við øðrum, og Faroe Origin
rekur skip og fiskavirkir á Skálafjørðinum.
Í Runavík er flakaframleiðsla, og á Toftum
verður saltfiskur virkaður.
– Faroe Origin var tískil eisini við á bás
inum hjá Varðanum Pelagic í Brússel, sigur
umsitingarleiðarin.
Lutfalsliga nýtt
Varðin Pelagic á Tvøroyri er eitt lutfalsliga
nýtt virki, ið hevur eina velduga stóra mót
tøku-og framleiðsluorku.
– Tí ræður ikki minst um hjá felagnum at
uppbyggja sítt brand og sín marknað. Tess
longri inn í marknaðin, sølufólkini koma, tess
nærri eru vit teimum stóru keyparunum, og
jú betri prísur kann væntast. Tað hevur stóran
týdning at arbeiða málrættað og uppbyggja
ein so góðan og tryggan marknað sum gjør
ligt.
Umsitingarleiðarin sigur, at Varðin Pelagic
hevur góð og dugnalig sølufólk. Nøkur eru
nýggj í hesi vinnu, meðan onnur eru, sum
hava royndirnar – og onkur hevur eisini
royndir úr laksavinnuni.
– Á einari slíkari messu fáa seljarar og
keyparar nógv góð sambond, og tað eru eisini
sáttmálar, sum verða undirskrivaðir.
Tórheðin Jensen sigur, at Varðin Pelagic á
messuni í Brússel fekk í lag avtalu um keyp av
eitt nú svartkjafti til matna.
– Nú svartkjafturin nærkast hendavegin,
hava uppsjóvarvirkini keypt nakrar lastir til
matna, og tí kann tað fáa stóran týdning,
at onkur nýggj avtala fæst í hús um keyp av
svartkjafti, sigur umsitingarleiðarin hjá Varð
anum í Gøtu.
– Burtur úr einari slíkari messu spyrjast nógv góð sambond, og sáttmálar verða eisini
undirskrivaðir. Í Brússel fekk Varðin Pelagic í lag avtalu um keyp av eitt nú svartkjafti
til matna. Nú svartkjaftur verður virkaður til matna, kann tað fáa stóran týdning,
at onkur nýggj avtala fæst í hús, sigur umsitingarleiðarin hjá Varðanum í Gøtu,
Tórheðin Jensen, sum gjøgnum árini hevur verið við á fleiri sjógætismessum í Brússel
Seafood Expo Global
Ræður um at vera sjónligur
– Tað hevur stóran týdning, at Føroyar marknaðarføra seg saman og soleiðis gerast
sjónligar við okkara fiskavørum. Vatn er ikki bara vatn. Tað er fiskur heldur ikki,
sigur Tórheðin Jensen, sum gjøgnum árini hevur verið við á fleiri messum í Brússel
Seafood Expo Global er heimsins
størsta sjógætismessa. Í 2014 vóru
fleiri enn 25.800 vitjandi, og saman
lagt luttóku 1.690 framsýnarar úr 76
londum. Á føroyska landabásinum í ár
vóru Varðin Pelagic, Pelagos, North
Pelagos, Bakkafrost, HiddenFjord, JFK,
PRG-Fiskavirkið og Landshandilin.
Tað var Vinnuhúsið, ið samskipaði
luttøkuna á føroyska landabásinum,
og lýsingarfyritøkan Sansir sniðgav
og gjørdi básin, sum hevði eina
samlaða gólvvídd á 216 fermetrar
og var seks metrar høgur.