Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 4. mai 2015 Terji Nielsen 32 ára gamli havnarmaðurin Símun Skaalum Petersen byrjaði 1. Februar í ár í nýggjum starvi sum produkt- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele. Talan er ikki um ein fremmandan heim hjá Símun Skaalum Petersen, tí hann hevur síðani í 2012 starvast hjá Føroya Tele, men tað hevur verið í eini heilt aðrari funktión. – Eg havi arbeitt á fíggjardeildini hjá Føroya Tele sum analytikari síðani 2012. Tá flutti eg eisini til Føroya saman við familjuni hjá mær, sigur Símun Skaalum Petersen, sum eigur tvey børn saman við unnustu síni. Áðrenn hann og familjan flutti til Føroya, starvaðist Símun Skaalum Petersen hjá kendu donsku grannskoðarafyritøkuni Deloitte í Keypmannahavn sum ráðgevi. Upprunaliga er Símun Skaalum Petersen útbúgvin cand. Merc. í fígging og roknskapi frá Copenhagen Business School. Ein heilt onnur verð At fara úr fíggjardeildini og yvir í marknaðar­ heimin tykist eitt ógvuliga stórt lop, men sambært Símun Skaalum Petersen er hann fegin um skiftið. – Tá ið Føroya Tele í fjør koyrdi Ver av bakka­stokki, stóð eg á odda fyri verkætlanini í nakrar mánaðir, frá tí at tað bleiv fyrireikað og fram til, at tað bleiv lanserað í juli. Eg fór so aftur í fíggjardeildina, men eg hevði veru­ liga fingið blóð á tonna fyri marknaðar- og produkt­menning av Ver-verkætlanini, so tá ið eg fekk bjóðað starvið sum produkt- og marknaðar­stjóri, tók eg av, sigur hann. Símun Skaalum Petersen greiðir frá, at hann fekk blóð á tonna fyri menningini av nýggjum produkt og marknaðarføring av fleiri orsøkum. – Tað hendir so ótrúliga nógv í hesari verð­ini. Beint nú er tað eisini so ómetaliga stutt­ligt, tí tað hendir so nógv gott og nógv fram­stig eru, sum koma brúkarunum til góðar, sigur Símun Skaalum Petersen. Terji Nielsen B irita Wardum kemur úr einum starvi hjá Landsverk, har hon hevur verið seinastu seks árini ella so. Í 2008 tók Birita Wardum prógv sum arki­tektur í Århus, og hon hevur starvast hjá Lands­verk næstan lika síðani við undantaki av nøkrum fríyrkisuppgávum. Umframt at vera arkitektur er Birita Wardum eisini kend í føroyska hond­bólts­ heim­inum, har hon í fleiri ár hevur verið ein av grund­stuðlunum á bæði besta kvinnu­lið­ num hjá Neistanum og hjá føroyska kvinnu­ lands­liðnum. Birita Wardum tók við nýggja starvinum 1. Apríl. terji@sosialurin.fo Nøvn í vinnuni Úr fíggjar­deildini í marknaðar­heimin nýggjur býar­- ar­kitektur í Havn hotellstjóri í Skálavík Símun Skaalum Petersen bleiv fyrr í ár settur í starv sum produkt- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele. Hann kemur úr einum starvi á fíggjardeildini í somu fyritøku Tórshavnar Kommuna setti fyrr í vár 34 ára gomlu Biritu Wardum í starv sum nýggjan býararkitekt í kommununi Terji Nielsen S vein í Heiðunum er 41 ára gamal og ættaður úr Runavík. Hann hevur drúgvar royndir innan ferðavinnuna, og serliga eru royndirnar frá Smyril Line, har hann seinastu nógvu árini hevur verið tænastu- og góðskuleiðari. Hann hevur starvast hjá Smyril Line í mong ár, men framman­ undan hevur hann eisini starvast hjá eitt nú Flogfelag Føroya. Á ungum árum búleikaðist Svein í Heiðunum í London, og tá royndi hann seg eisini í hotelvinnuni í enska høvuðs­staðnum. terji@sosialurin.fo Í sambandi við at Smyril Line yvirtók raksturin av Deplinum í Skálavík, sum nú eitur Hotel Skálavík, bleiv Svein í Heiðunum settur sum hotellstjóri Símun Skaalum Petersen bleiv fyrr í ár settur í starv sum produkt- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele. Hann kemur úr einum starvi á fíggjardeildini í somu fyritøku Birita Wardum tók 1. Apríl við sum nýggjur býararkitektur í Havn Svein í Heiðunum er settur sum stjóri á Hotel Skálavík, nú Smyril Line hevur yvirtikið raksturin av nú fyrrverandi Deplinum