mánadagur 4. mai 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vilmund Jacobsen
V
innustevnan Atlantic Fair verður
hildin í Klaksvík í døgunum
12.-14. mai, og hetta verður á
triðja sinni, at hon verður hildin
í Klaksvík.
Tað er KÍ-høllin og Bad
mintonhøllin, sum saman eru
karmur um stevnuna, ið húsast
á umleið 2000 fermetrum til
samans.
Stívliga 80 básar verða í báðum hallunum,
men talið av framsýnarum liggur um 170.
Føroyskar fyritøkur telja umleið helmingin
av framsýnarunum, og síðan eru tað serliga
grannalondini, ið eru væl umboðað.
Framsýnarar eru eisini úr øðrum evrope
iskum londum, og onkur einstøk fyritøka
hevur heimstað uttan fyri Evropa, eitt nú í
Ruslandi.
Á nøkrum básum er meira enn ein útbjóð
ari, og tað eru eisini fyritøkur sum hava felags
bás.
Atlantic Fair verður opin týsdagin 12. mai
frá klokkan 10-17, mikudagin 13. mai verður
eisini opið frá klokkan 10-17, og hósdagin 14.
mai verður framsýningin opin frá klokkan
10-16.
Fullteknað
Tað er Áki í Skemmuni, ið stendur aftan fyri
Atlantic Fair, og hann heldur, at um umstøð
urnar í Klaksvík eru rættiliga góðar.
– Tað hevur stóran týdning, at framsýn
ingin er undir taki í mun til, tá hon í sínari
tíð partvís var í tjøldum. Hevur tú eitt so stórt
tiltak í tjøldum, gerast umstøðurnar so neyvt
tengdar at veðrinum. Tá verður tað meira eitt
lottarí, um alt skal eydnast til fulnar.
Fyriskiparin hevði einki havt ímóti, at
plássið var enn størri, men hann heldur kort
ini, at hetta er júst til pass.
– Atlantic Fair er fullteknað, og her sleppa
snøgt sagt ikki fleiri fyritøkur inn í hallirnar.
Hann sigur, at framsýningin verður hildin
annaðhvørt ár, og tað eru einir 20 framsýn
arar fleiri við í ár enn fyri tveimum árum
síðan.
– Men, okkurt árið hevur talið verður enn
størri, leggur hann aftrat.
Ikki bara fiskur
Framsýningin bar navnið North Atlantic Fish
Fair, og sambært fyriskiparanum hevði hetta
sínar avmarkingar, kanska serliga mótvegis
útlendskum útbjóðarum og veitarum.
– At orðið »fish« var partur av navninum,
gjørdi, at fyritøkur, sum eitt nú veita tænastur
til frálandavinnu, hildu seg burtur. Nú kallast
framsýningin bara Atlantic Fair og fevnir
soleiðis eisini breiðari. Hetta hevur gjørt, at
eitt nú frálandavinnan er meira við enn áður,
tá fiskur og virksemi knýtt at fiski líka sum
domineraði framsýningina.
Áki í Skemmuni sigur, at Atlantic Fair í
breiðari merking vendir sær til sjóvinnu í
síni heild, og tá fevnir tiltakið meira enn um
fiskivinnu.
– Atlantic Fair er ikki skipað soleiðis, at vit
seta treytir fyri, hvør kemur við. Vit blanda
okkum ikki, um fleiri veitarar kanska eru
innan sama øki ella vinnugrein. Tað er upp til
fyritøkurnar sjálvar at gera av, hvørjum tær
koma við.
Hann vísir á, at russiska fyritøkan, sum
verður við í ár, umboðar ymiskt innan
trolútgerð.
– Tað eru eisini føroyskar fyritøkur við,
sum umboða annað enn bara fisk. Soleiðis er
skipasmiðjan MEST við, og tað var MEST, ið
stóð á odda fyri arbeiðnum, sum gjørt varð
í fjør heyst umborð á boripallinum, West
Hercules.
Alivinnan er eisini umboðað á Atlantic
Fair í ár.
Tvey ára arbeiði
Áki í Skemmuni sigur, at longu, tá ein stevna
er løgd aftur um, verður farið í holt við at
fyrireika tí næstu.
– Í byrjanini eri eg gjarna í gongd einsa
mallur, men so hvørt, sum stevnan nærkast
nakað, havi eg fólk til hjálpar. Jú, hetta sær
spennandi út í ár, og eg vóni, at alt fer at
eydnast væl.
Hann heldur, at í stuttum kann sigast um
Atlantic Fair, at framsýningin í størstan mun
fevnir um útgerð og tænastur til sjóvinnuna –
á sjógvi og landi.
Spurdur, hvør eigur básaskipanina, sum
verður sett upp í hallunum í Klaksvík, sigur
fyriskiparin, at hana eigur Atlantic Fair.
– Tað var soleiðis, at fleiri fyritøkur áttu
básatilfar, ið líka sum var savnað undir Sendi
stovuni. Hetta tilfar hava vit keypt og eiga tí
básarnar sjálvi, sigur Áki í Skemmuni.
Navnið var North Atlantic Fish Fair. Í dag kallast hon bara Atlantic Fair. At orðið »fish« var partur av navninum,
gjørdi, at fyritøkur, sum eitt nú veita tænastur til frálandavinnu, hildu seg burtur. – Nú fevnir stevnan breiðari,
og í breiðari merking vendir Atlantic Fair sær til sjóvinnu í síni heild, sigur fyriskiparin, Áki í Skemmuni
Atlantic Fair
ein stevna um sjóvinnu
Tað er Áki í Skemmuni (vinstrumegin), sum er fyriskipari, og nú verður stevnan á triðja
sinni hildin í Klaksvík, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er vertur.
Mynd: Dávur Winther
Atlantic Fair hevur broytt samleika, soleiðis at stevnan nú fevnir um alt tað maritima
Soleiðis verður básaskipanin í KÍ-høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík, tá Atlantic Fair verður hildin í døgunum 12.-14. mai