Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 nr. 4 I 4. mai 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Árni Gregersen H ann var tónleikari um ein háls, men hann hevði eisini ein ser­ ligan alsk til føroyska list. Stig G. Rasmussen var, um­ framt at vera prentari, eis­ini menta­maður burturav. Hann spældi í mong ár í kenda orkestr­ inum Gággan í Havn, umframt at hann spældi til dans – bæði í Reykja­vík og í Keypmannahavn. Hann skrivaði eisini. Millum annað var tað Stig G. Rasmussen sum týddi bókina Pinoccio til føroyskt Undir krígnum var hann eisini blaðstjóri á mentunnartíðarritinum Aldan, sum kom út 19 ferðir. Aldan var eitt tíðarrit, sum gav ungum yrkjar­um og rithøvndum høvi at sleppa fram­ at og fáa síni verk almannakunngjørd. Alskurin til føroyska list lá djúpt og longu tá ið spírin var lagdur til prentsmiðjuna Estra, var hugsað um, at listafólkini skuldu meira fram í ljósið. Frá 1954 til 1969 var Nonnegaard-Pedersen stjóri í Føroya Banka. Hann hevði eins og Stig G. Rasmussen stóran alsk til føroyska list. Felags áhugamálini millum prent­smiðju­ stjóran og bankastjóran gagnaði skjótt før­ oysk­um listafólkum. Teir prentlutir, sum bankin tá beinleiðis ella óbeinleiðs lat gera, vóru ofta skrýddir við føroysku listaverkum. Tá ið ársroknskapirnir vóru gjørdir, vóru altíð myndir, gjørdar av føroyskum lista­fólk­ um, brúktar – og tá ið Stig G. Rasmussen gjørdi blaðlýsingar fyri peningastovnarnar, so brúkti hann eisini føroysk listafólk. Telegram Samanrenningin millum Stig G. Rasmussen og Nonnegaard-Petersen fekk í nógv ár positiva ávirkan á lívið millum listafólk. Stig G. Rasmussen var grundleggjandi hug­sjónar­ maður á nógvum økjum. Hetta kom millum annað til sjóndar, tá ið Telefonverk Føroya Løgtings skuldi gera nýggjar blankettir til telegram. Telegram var tátíðarinnar sms og var sent til fólk, tá ið brúdleyp, førðingardagar o.a. vóru. Heta var ein heilsan, sum var send gjøgnum Telefonverkið, sum so var borið út á einum skreytblaði til móttakaran. Hesi skreytbløð vóru gomul. Tá ið nýggj skuldu gerast koma Estra inn í myndina. Hetta var ein megastórur ordri eftir tátíðar máti, men tað stuttliga var, at tað eydnaðist Stig G. Rasmussen at fáa Telefonverkið at brúka føroysk myndlistaverk at prýða skreyt­ bløðini við. Søgan um reseptkonvoluttarnar hjá Tjaldurs Apoteki er eisini serlig. Teir kon­vo­ luttarnar fekk Estra eisini gjørt. Aðrar skreytbøkur Tá ið Estrsa hevði ment seg nakað og hevði fingið fleiri maskinur, so vóru málini eisini sett hægri. Fyrsta stóra bókin við list, var Skitsur og tekningar eftir Ingálvi av Reyni. Millum fak­ fólk verður hendan bókin nevnd eitt prent­ tekniskt listaverk. Bókin kom út nummer­ rerað í 500 eintøkum og er stutt sagt ikki til at fáa fatur á í dag. Eitt annað stórverk var Seyðabrævið frá 1298. Hetta er fyrsta kenda føroyska bókin. Seyðabrævið var endurprentað í samstarvi við Bianco Luno, sum vegleiddi Estra í fram­ leiðsluni. Eitt annað stórverk er bókin Bátar og Fólk við tekningum eftir Fridtjof Joensen. Bókin vísir menningina av føroyska bátinum fram til hekku­trolararnar. Hans Thomsen átti tekstin. Eisini bókin um Havnar kirkju verður mett sum eitt stórverk á prentøkinum. Mong føroysk listafólk hava notið gott av, at Stig G. Rasmussen hevði so stóran alsk til list Umframt prent hevur Estra altíð tikið sær av at gera lýsingar, koma við hugskotum og skipa fyri Estra í Gøtu 50 ár á baki Prentsmiðjueigarin var kunstnari og stjóri Ása og Stig G. Rasmussen byrjaðu fyritøkuna Estra, men tey noyddust at gevast í áttati-árunum vegna sjúku Edickhoff-maskinan var tann fyrsta prent­maskinan í Gøtu og er í veru­leikanum grundar­ steinurin undir fyritøkuni Í hesum gamla pakkhúsinum – Úti á Lofti – byrjaði Estra 1. Mai 1985 Hugskot og lýsingar ein partur av arbeiðnum Estra Vasti arbeiðir í dag allan vegin runt á grafiska økinum. Vasti-parturin tekur sær av at gera lýsingar í dag, men tað var fyrr eisini ein av grundar­stein­unum undir Estra. Stig G. Rasmussen byrjaði longu frá fyrsta árinum á Estra at gera lýsingar fyri føroysku fyri­tøk­urnar. Hann hevði áður fingist við slíkt, men tók tað av álvara uppaftur, tá ið hann byrjaði egna fyritøku. Fyrstu árini var tað serliga fyri Føroya Banbka at hann gjørdi lýsingarherferðir av serligum slag. Millum annað var ein stór spurnar­kapp­ ing við loftmyndum av Føroyum, sum setti dám á bløðini í nógvar mánaðir. Eisini fekk hann nógvar føroyskar fyri­ tøkur at gera sær egin búmerkir. Hann fekk føroysk listafólk at gera búmerkini, m.a. Ingálv av Reyni, Janus Kamban, Óla Petersen og Frits Johannesen. Í dag heldur hesin parturin av virk­sem­ inum fram í Vasti. Rokning fyri hugskot Tað var ikki serliga vanligt fyrr at senda rokningar fyri hugskot – ella fyri eina idé. Men tað gjørdi Stig G. Rasmussen. Hann virdi í stóran mun longu tá tað, sum stórar fyritøkur í landinum í dag liva av. Ein stuttlig hending var, tá ið Skipa­ felagið Føroyar lat upp ein timburhandil í Fugla­firði – Fuglafjarðar Timburhandil. Fyritøkan skuldi hava eina telegram­ adressu, sum tað tá kallaðist. Oddur Niclassen vendi sær til Stig G. Rasmussen og bað hann koma við einum uppskoti. Svarið kom beinanvegin: Fugla­ timbur. Oddur Niclassen var væl nøgdur, eisini tá ið hann tveir dagar seinni fekk eitt bræv við einari rokning: Rokning fyri hugskotið Fuglatimbur: 50 krónur. Hetta er helst fyrsta rokningin í Føroyum fyri hugskot.