mánadagur 4. mai 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 4
I
4. mai 2015
Tá ið samstundis verður hugsað um, at
prentfakið tá var býtt í tvey – setarar og
trykkjarar.
Stig G. Rasmussen var setari. Tað vil
siga, at hann tók sær av at seta til prent,
meðan trykkjarararnir so vanliga koyrdu
prentmaskinurnar, har arbeiðið var gjørt
liðugt.
Fyrstu tíðina tók Stig G. Rasmussen sær av
báðum arbeiðsgongdunum, men tá ið hann
samstudis skuldi vera sølumaður og stjóri, so
gjørdist samdøgrið ov stutt.
Tí sendi hann longu í 1966 boð eftir einum
ungum trykkjara úr Sønderjyllandi, Jens
Straagaard Holm, sum kom sum trykkjari Út
á Loft í Syðrugøtu at arbeiða.
Nú vóru teir tveir fakmenn, sum arbeiddu
saman um at fáa virksemi at vaksa á Estra.
Harumframt kom fólk til, sum tókst við lidna
prentið og fekk tað gjørt klárt og sent út av
húsinum til kundarnar.
Tung arbeiðsgongd
Tað er kanska torført at skilja í dag – um 50
ár seinni – nú vit hava teldur og talgilt tilfar,
hvussu arbeiðsgongdin var í prentvinnuni tá.
Arbeitt var við leysum stavum í blýggj,
sum setararnir tá settu saman í einum formi
til reglur. Síðani var hetta bundið saman í
einum formi, sum so var spentur fastur á
prentmaskinuni.
Síðani var hetta koyrt í gjøgnum maskin
una, sum prentaði samansettu stavirnar í
svørtum.
Skuldi mynd til tekstin, so var tað ein
tíðarkrevjandi og tung arbeiðsgongd.
Fyrst skuldi myndin takast og framkallast.
Hetta var tá við filmi og filmurin var fram
kallaður í einum myrkarúmi og førdur á
pappír.
Tá tað var gjørt, so skuldi hon sendast til
eitt reprovirki, sum gjørdi myndina um til
eina klisjé. Ein klisje var ein pláta úr sink,
sum myndin var etsað inn í. Tá ið tað var
gjørt, kundi plátan leggjast í prentmaskinuna
og trykkjast.
Fyri tað fyrsta var hendan arbeiðsgongdin
tung, men tað sum gjørdi hana enn tyngri
var, at myndin annaðhvørt skuldi sendast til
Grafia í Havn – ella av landinum at gerast.
Og skuldi nakað prentast í litum, so var
ikki nóg mikið við einari klisjé, so skuldu
fleiri til fyri at kunna seta litir saman.
Hesin arbeiðshátturin broyttist gjøgnum
árini og alt hetta er munandi lættari í dag.
Tað byrjaði við offsett og síðani eru aðrar
broytingar hendar, so alt í dag er talgilt.
Menningin
Estra mentist gjøgnum árini. Longu í 1967 var
flutt í nýggju hølini á Mýruni, har Estra fram
vegis heldur til.
Stig G. Rasmussen stóð á odda fyri fyri
tøkuni líka til seinnnu helvt av áttati-árunum.
Tá ið konan gjørdist álvarsliga sjúk, tók hann
seg meira og meira úr fyritøkuni.
Sonja á Líðarenda tók framleiðslupartin
yvir og hevur sitið við tí uppgávuni síðani.
Fíggjarliga partin og fyrisitingina tók ein
annar havnamaður sær av.
Kristoffur Laksá var júst liðugur við
handilsskúlan, tá ið Ása Rasmussen gjørdist
sjúk. Kristoffur Laksá var tá komin í Gøtu í
nøkur ár, so Stig G. Ramussen kendi hann og
sendi boð eftir honum.
Hann hevur sitið við fíggjarligu ábyrgdini
síðani tá. Hann og Sonja á Líðarenda keyptu
eisini størsta partin av fyritøkuni, men júst nú
hevur Kristoffur Laksá lagt frá sær og selt sín
part í fyritøkuni.
Tey, sum í dag eiga Estra eru teir báðir
stjórarnir, Sonja á Líðarenda og Gunvá við
Keldu, saman við Signari í Homrum og
Jónreid Dalheim. Í dag arbeiða átta fólk fast
á Estra Vasti. Ein fyritøka, sum er broytt frá
at vera ein prentsmiðja til eina fyritøku sum í
dag ger totalloysnir á grafiska økinum.
Meira enn
30 lærlingar
eru avlærdir á
prentsmiðjuni
Sonja á Líðarenda og Gunvá við
Keldu eru stjórar á Estra Vasti
Her sæst størsta maskinan,
sum fyritøkan hevur í dag. Anna
Hansen og Katrin Joensen eru
báðar avlærdar á Estra
Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu
eru í dag stjórar á Estra. Tær eru
eisini partaeigarar saman við Signar
í Homrum og Jónreid Dalheim. Sonja
hevur lært á Estra. Gunvá átti Vasti
og keypti seg inn í Estra. Hon er eisini
útbúgving grafikari og hevur lært á
Norðlýsinum og Dimmalætting.