mánadagur 4. mai 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Árni Gregersen
G
amli Gutenberg legði støðið
undir tí, sum vit gjøgnum fleiri
100 ár kallaðu fyri prent.
Í dag er hetta broytt nógv,
men framvegis eru tað fleiri, sum
enn byggja á hugburðin, sum
Gutenberg stóð fyri.
Prentsmiðjan Estra í Syðru
gøtu hevur nú 50 ár á baki.
Hon byggir á teir tankar, sum Gutenberg
hevði og sum havnarmaðurin Stig G. Rasmus
sen hevði við sær, tá ið hann í 1965 byrjaði
við prentsmiðjuni Úti á Lofti – eitt gamalt
pakkhús, sum var grudnarlagið undir prent
smiðjuni í Gøtu.
Stig G.Rasmussen var fakmaður í prentfak
inum. Hann var útbúgvin í Havn, men hevði
arbeitt bæði í Íslandi og Danmark áðrenn
hann kom aftur til Føroyar at arbeiða í seksti-
árunum.
Eitt skifti arbeiddu um 20 fólk á prent
smiðjuni og gjøgnum árini eru meira enn 30
lærlingar avlærdir á prentsmiðjuni. Millum 75
og 100 fólk hava tilsamans starvast á tí, sum
í dag eitur Estra Vasti – ein grafisk fyritøka,
sum ger totalloysnir á grafiska økinum.
Byrjanin
Stig G. Rasmussen arbeiddi í Keypmannahavn
í fimti- og seksti-árunum. Hann var farin
av landinum eftir kríggið. Fyrst hevði
hann arbeitt í Íslandi og síðani fór hann
til Danmarkar, har hann starvaðist á stóru
grafisku fyritøkuni Bianco Luno.
Hann giftist við Ásu Gregersen úr Gøtu.
Tey fingu tveir dreingir meðan tey búðu
í Keypmannahavn og helst var tað hetta,
sum fekk tey at venda nøsina heimaftur til
Føroyar.
Fyrst í seksti-árunum var dýrt at flyta og
arbeiði skuldi til, tá ið ein hesi árini hevði
familju.
Tíbetur fyri tey manglaði Norðlýsið í
Klaksvík ein prentara. Stig G. Rasmussen fekk
hetta arbeiðið og familjan flutti til Klaksvíkar
í 1964.
Hesa tíðina arbeiddi Stig G. Rasmussen
á Norðlýsinum saman við J. Símun Hansen,
sum tá var blaðstjóri.
Familjan fekk hús Úti í Grøv at búleikst
í. Eitt stórt umskifti fyri tey, sum framman
undan høvdu búð á Eysturbrúgv í Keyp
mannahavn, har spírandi uppgerðin við
gamla samfelagið var á veg og samfelagsliga
kollveltingin seinast í seksti-árunum boblaði
undir vatnskorpuni.
Fluttu í 1965
Um tað vóru umstøðurnar í Klaksvík ella
dreymurin um at seta egna fyritøku á stovn,
sum var drívmegin er ilt at siga, men longu í
1965 fluttu Ása og Stig G. Rasmussen til Gøtu.
Hóast tíðirnar vóru ringar, so hevði tað
eydnast Stig G. Rasmussen at fáa hendur á
einari prentmaskinu úr Keypmannahavn og
hann kundi byrja við egnum prentvirksemi
í pakkhúsinum Úti á Lofti í Syðrugøtu 1.mai
1965.
Umstøðurnar vóru onki at reypa av, men
kortini bar til at arbeiða. Stig G. Rasmussen
var sjálvur stjóri, sølumaður, setari og prent
ari fyrstu tíðina, meðan konan Ása tók sær av
roknskapi og rokningum.
Fyrstu árini var nógv gjørt fyri fyritøkur í
Eysturoynni og í Havn. Tá vóru ongar teldur
og virkini skuldu brúka skjøl av øllum handa
slag til fyrisiting og bókhald.
Í veruleikanum vóru hetta fyrstu ordrarnir,
men lokalt kom tað eisini væl við, at ein
prentsmiðja var komin í oynna. Gravsálmar
eru altíð brúktir og tá var eisini vanligt at gera
serligar gravsálmar til jarðarferðir.
Hetta gjørdist longu tíðliga eitt gott íkast
frá Estra til lokala samfelagið.
Jens kom til hjálpar
Tað sigur seg sjálvt, at við einum persóni í
framleiðsluni er avmarkað, hvussu nógv kann
fáast frá hondini.
Síðani 1965 hevur prentsmiðjan í Gøtu latið millum 1000 og 1200
prentordrar út av húsinum um ári – og ger tað framvegis
Prentsmiðjan
stendur
framvegis
fyri góðum
handverki
Estra og Vasti løgdu saman í 2005. Í 2009 flutti Vasti úr Klaksvík til
bygningin hjá Estra í Syðrugøtu. Átta fólk starvast í fyritøkuni í dag
Estra í Gøtu 50 ár á baki