mánadagur 4. mai 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 4
I
4. mai 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Jákup Mørk
H
óast botnlinjan var nakað
lægri, enn hon hevur verið
seinnu árini, so kundi leiðslan
í Tryggingarfelagnum aftur í ár
erpa sær av einum yvirskoti í
hundrað-millióna-klassanum.
Áðrenn minnilutaáhugamál –
tað er fyrst og fremst parturin
hjá Finansiel Stabilitet í Eik
Banka – varð úrslitið eftir skat 140,9 mió kr.
Hetta er væl betri enn tær 70 til 100 mió kr.,
sum forsøgnin fyri árið miðaði eftir.
Í ársfrágreiðingini staðfestir leiðslan, at
høvuðsorsøkin til at úrslitið er betri enn
væntað er gongdin hjá íløguvirkseminum.
– Avlopið hjá hesum virkseminum er tengt
at kursbroytingum, sum er trupult at meta
um, og sum samtakið leggur eina ógvuliga
varisliga metan av við ársbyrjan. Úrslitið av
hesum virkseminum gav eitt avlop á umleið
23 mió. kr.
– Harumframt megnaði Eik Banki at fáa
eitt betri úrslit enn væntað. Eik Banki metti
við ársbyrjan at úrslitið fór at liggja millum
60-90 mió. kr áðrenn skatt. Úrslitið gjørdist
123 mió. kr áðrenn skatt. Orsøkin til frávikið
var ávirkanin av vaksandi útlánum og mink
andi rakstrarútreiðslum.
Eik Banki hevði 101 mió. kr. í avlopi eftir
skatt í 2014.
Eik og restin
Tað er soleiðis Eik Banki, sum hevur nógv
størstu ávirkanina á úrslitið hjá TF-holding,
sum er samlaða samtakið kring Tryggingar
felagið.
Verður hugt at sjálvum tryggingar
partinum, so var var úrslitið hjá sjálvum
Tryggingarfelagnum eitt avop á 7 mió kr.
eftir skatt. Saman við endurtryggingarvirk
seminum var samlaða avlopið 13 mió. kr. og
er hetta áleið 24 mió. kr. minni enn í 2013.
Leiðsla felagsins sigur seg tó vera nøgda við
úrslitið. Serliga tá hugsað verður um, at prís
lækkingar í 2013 høvdu fullan virknað í 2014.
Betri pensjón hevði góðar 4 mió. kr. í
yvirskoti eftir skatt í 2014. Tað eru 4 mió. kr.
meira enn í 2013 og besta úrslitið nakrantíð
hjá felagnum.
Íløguparturin í samtakinum gav eitt avlop
á umleið 23 mió. kr. Íløguvirksemið verður í
størsta mun rikið í móðurfelagnum og dóttur
feløgunum TF Íløgur og TF Ognir.
Samlaða eginognin hjá Tryggingarfelagnum táttar nú í tríggjar milliardir
krónur. Talan er tí um størsta risan í føroyskum vinnulívið
Risin í
føroyskum
vinnulívið
Roknskapur