Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 4 I 4. mai 2015 Bjørt útlit Í fráboðanini, sum varð send út, tá roknskapurin varð almannakunngjørdur, sæst, at leiðslan hevur bjartar vónir til komandi tíðina. – Búskaparframgongdin, sum sást byrja í seinnu helvt av 2014, væntast at fara at síggjast aftur í eini øking í virkseminum hjá samtakinum í 2015, men herda kappingin á láni- og tryggingarmarknaðinum væntast hin­vegin eisini at ávirka raksturin hjá sam­ tak­inum.  – Avlopið er gott, serliga tá hædd verður tikin fyri kappingini innan banka- og trygg­ ingar­virksemið, sum er harðnað nógv farna árið. Avbjóðingarnar eru fleiri, men sama um tíðirnar eru góðar ella ringar, skulu føroyingar altíð kenna tryggar sum kundi í TF Holding sam­takinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum.  Samtakið væntar, at ársúrslitið fyri 2015 verður eitt avlop millum 70-110 mió. kr. áðrenn skatt. Jákup Mørk E in ótíðarhóskandi bygnaður, sum hoyrir eini farnari tíð til. Tað er skoðsmálið, sum bygnaðurin av størsta samtakinum í Føroyum ofta hevur fingið heft á seg. Ikki minst er tað skipanin við Ognarfelag Tryggignartakarinna, sum ofta verður søgd ótíðarhóskandi. Eitt val, at ein og hvør tryggingartakari kann stilla upp til val, men har atkvøðugreiðslan hevur verið skipað so, at fólk skulu biða um atkvøðuseðlar. Ein skipan, sum ber við sær, at tað í størstan mun eru tey, sum duga best at reka, ið sleppa framat valdinum og tilhoyrandi samsýniningini. Og mangan verður tosað um klikur og intrigur, tá sjálv nevndin til felagsskapin skal veljast. Fyri at koma hesum seinasta til lívs, hevur Tryggingarfelagið arbeitt við leiðreglum til góðan leiðslusið – sonevndar reglur fyri Corporate Governance – sum eitt nú skulu tryggja, at fólk við røttu førleikunum verða vald í nevndina. Men skal metast eftir nevndarvalinum á seinasta aðalfundinum, so eru hesar leiðreglur ikki stórt meira verdar enn pappírið, sum tær eru skrivaðar á. Eitt nú var um reppið, at sitandi nevndarformaðurin varð hildin heilt uttanfyri nevndina, hóast serligi tilnevningarbólkurin hevði mælt til afturval. Tilráðingarbólkurin hevði mælt til, at aðalfundurin skuldi velja ímillum Gunnar í Liða, Árna Jacobsen, Leif Abrahamsen og Elisabeth Eldevig, tá tríggir nevndarlimir skuldu veljast. Men til valið vóru eisini fýra onnur í uppskoti. Ingeborg Godtfred fekk 20 og harvi flestar atkvøður, meðan Árni D. Brattaberg og Gunnar í Liða fingu 16 atkvøður hvør. Tað vil siga, at bara ein av teimum fýra, sum tilnevningarbólkurin hevði í uppskoti, vann inn um gáttina, og tá var tað altso ikki meira enn akkurát fyri hjá Gunnari í Liða. Soleiðis valdi umboðsráðið tvey av sínum egnu framum tey, sum serligi tilráðingarbólkurin mælti til, og tað er ikki júst í andanum av leiðreglunum um góðan leiðslusið. Heldur ber hetta boð um eina skipan, har aðalfundurin, sum Ognarfelagið í veruleikanum er, ikki hevur í hyggju at akta tær leiðreglur, sum annars eru samtyktar. So kann altíð gitast, um góð nevndarsamsýning ella onnur viðurskifti hava sína ávirkan í málinum, men tað kann í øllum førum staðfestast, at nevndarsamsýningarnar hjá Tryggingarfelagnum munnu vera millum tær hægstu í landinum. Vertin á serfrøðina Samsýningarnar Nevndarvalilð í Ognarfelag Trggingartakaranna gjørdi lítið fyri at betra um umdømið hjá felags-­ skapinum, sum ofta hevur borið orð fyri at vera ógjøgnumskygdur og ótíðarhóskandi • Nevndarlimir í TF Holding verða samsýntir við 15.000 kr. um mánaðin. Formaðurin við + 100% og næstformaðurin við + 50%. • Nevndarlimir í TF nevndini verða samsýntir við 6.000 kr. um mánaðin. Formaðurin við +50% og næstformaðurin við +25%. • Nevndarlimir í Eik Banka verða samsýntir við 17.500 kr. um mánaðin. Formaðurin við +200% og næstformaðurin við +100%. • Viðvíkjandi hinum dótturfeløgunum er reglan tann, at nevndarlimir í dótturfeløgunum, sum eru stjórar ella starvsfólk hjá samtakinum, fáa onga nevndarsamsýning. Nevndarlimir, sum ikki eru starvsfólk hjá samtakinum, fáa 3.000 kr. í nevndarsamsýning. • Uttanhýsis nevndarlimir í FICG fáa £3.500 um árið. Tað eru hampuligar lønir at fáa, um tú situr í nevnd hjá Tryggingarfelagnum. Niðanfyri verður endurgivið tað, sum Tryggingarfelagið sjálvt skrivar um nevndarsamsýningarnar í samtakinum. Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingar­takaranna velur óbeinleiðis nevndarlimirnar í TF Holding nevndina. Hetta verður gjørt á aðalfundi. Harumframt velja starvsfólkini tríggjar nevndarlimir í nevndina. Umboðsráðslimir fáa mánaðarliga sam­ sýning, sum er 4.000 kr. Formaðurin fær +100% og næstformaðurin +25%. Tilráðingarbólkurin fær árliga samsýning. Limirnir 16.000 kr. og formaðurin fær +50%. Høvuðstøl fyri TF-samtakið (1.000 kr.) 2014 2013 2012 2011 2010 Rentu- og ómaksgjøld netto 353.300 349.458 369.254 316.484 39.945 Virðisjavnan 41.991 123.722 197.508 -220.869 188.212 Starvsfólkaútreiðslur -252.402 -288.094 -278.115 -245.922 -119.552 Niðurskrivingar 10.046 -41.139 -55.445 -208.452 352 Úrslit av kapitalpørtum -15.606 1.000 -950 -57.708 -15.749 Ársúrslit 110.675 159.028 263.594 189.841 202.788 Eginpeningur 2.763.565 2.641.181 2.483.264 2.205.562 1.684.680 Fíggjarjavni 9.918.458 9.451.173 10.021.085 9.608.456 2.282.162 Lyklatøl Solvensprosent 37,6 36,8 34,5 29,7 Kjarnukapitalprosent 38,5 37,5 35,3 30,5 Renta av eginogn 5,2 7,4 12,1 7,7 Inntøkur/útreiðslur 1,7 1,6 1,8 1,3