mánadagur 4. mai 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 19 • 4. mai 2015
4
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
myndasavnið
úr savninum hesa vikua
Eyðun Klakstein
F
imm ungir mans í einum rustikk
um kjallaraumhvørvi. Framman
fyri gráa grafittifongda betong
veggin gera teir sítt til líkjast tí, teir
eru – rocktónleikarar í bólkinum Aria.
Eingin ivi kann verða um, at mað
urin í leðurbuskunum fremst á mynd
ini er sangarin í bólkinum. Jógvan Han
sen, sum øll nú kenna sum sangara í
Íslandi, byrjaði sína yrkisleið í hesum
bólki.
Ljómborðsspælarin
Magni
Husgaard hevur funnið sólbrillurnar
fram, meðan hinir tríggir tónleik
ararnir tykjast meira varnir við rock
úttrykkinum – bassspælarin Erik
Biskopstø, trummuspælarin Ólavur
Wolles og gittarspælarin Petur Hans
Niclasen.
Myndin er tikin í einum einum
kjallara í Klaksvík í januar 1997 nak
að áðrenn framførsluna hjá Aria í inn
leiðandi umfari í Prix Føroyar tónleika
kappingini. Aria vann innleiðandi
kappingina í Klaksvík 1. februar hetta
árið, og teir gjørdust nummar 3 í final
uni nakrar vikur seinni. Tað var ikki
minst luttøkan í Prix Føroyum, sum
gjørdi bólkin landskendan.
– Tá ið eg síggi hasa myndina,
hugsi eg um nakrar ungar og motiver
aðar fýrar, sum allir eru uppvaksnir í
Klaksvík og komu at kennast ígjøgnum
tónleikin. Vit spældu frá miðskeiðis í
90’unum fram til ártúsundskiftið,
sigur Erik Biskopstø.
Byrjanin
Bólkurin Aria tók fyrstu fetini í 1993,
men tá var samansetingin ein onnur.
Johanna Thomassen var songkvinna
í bólkinum, og av manningini, sum
seinni myndaði bólkin, vóru bert
Magni Husgaard og Erik Biskopstø við
frá byrjan.
Eftir Prix Føroyar kappingina í 1995
broytti Aria so líðandi skap, og tá
komu hinir tónleikararnir upp í bólkin.
Tónleikaliga flutti Aria seg eisini frá
einum meira forritaðum poppúttrykki
til ein meira autentiskan og klassiskan
popprock stíl – og tað var at stríðast
ímóti tíðarrákinum í 1990’unum.
– Tónleikaliga var tað ein nokk
so løgin tíð, tí Nirvana og grunge
høvdu næstan gjørt tað "ólógligt"
hjá bólkum at spæla gittarsolo, sum
annars var ráðandi í 70’unum og
80’unum, Okkara tónleikur var glaður
og meloidiøsur, og okkum dámdu
gittarsoloir, so tað var eitt sindur ser
stakt, sigur Erik Biskopstø.
Spældu kring landið
Aria var sera virkin bólkur seinasta
partin av 1990’unum. Teir spældu
nógv til dansitiltøk og konsertir kring
landið.
– Vit høvdu sum flestu bólkar
nógvar góðar túrar, har vit høvdu
sera stuttligar og sosialar løtur. Tá
var jú ongin tunnil um Leirvíksfjørð,
og man skuldi altíð yvirnáttað, tá ið
man fór av bygd. Onkuntíð svav man
á Leirvíkskai, tá ið bíðað varð eftir
fyrsta túri sunnumorgun, greiðir Erik
Biskopstø frá.
Aria legði eisini eina útgávu eftir
– After These Messages, sum kom út
í 1999.
– Ambitiónirnar vóru at geva eina
fløgu út við egnum løgum og annars
at sleppa at framføra tónleik fyri fólki
kring landið. Vit náddu tað, sum vit
settu okkum fyri, og tað fegnist eg
um. Jógvan hevur so megnað at gjørt
tónleikin til sítt livibreyð, so hattin av
fyri tí.
Hittast av og á
Aria gavst at spæla um aldarskiftið.
Tónleikararnir vóru tá drignir eitt
sindur í hvør sín ætt í sambandi við
útbúgving og annað, og sum við so
nógvum øðrum føroyskum tónleika
bólkum, rann tíðin út.
– Vit hava hittst tvær ferðir, síð
ani vit góvust í 2000, og tað er sera
stuttligt at møtast í venjingarhøl
unum, har prátið altíð gongur lysti
liga. Tað verður prátað og flent líka
nógv, sum tað verður vant, sigur Erik
Biskopstø.
- Jógvan, Magni og Petur Hans
eru í sera góðum formi, tí teir spæla
regluliga. Verri er við mær og Ólavi. Vit
spæla ikki tað stóra longur, men tað
er sera løgið, at tað er næstan »sum
at súkkla«, tí tá ið vit hittast aftur og
jamma, so tykist tað ikki, sum tað var
so langt síðani. Men motorikkurin skal
sjálvandi venjast aftur, sigur hann.
Seinast Aria spældi var í fjørheyst,
tá ið teir høvdu framførslu í KÍ-høllini
í Klaksvík, og teir útiloka ikki, at onkur
einstøk framførsla verður aftur í
framtíðini.
Aria náddi málinum
- Ambitiónirnar vóru at geva eina fløgu út við egnum løgum og annars at sleppa at
framføra tónleik fyri fólki kring landið. Vit náddu tað, sum vit settu okkum fyri, og tað
fegnist eg um, sigur Erik Biskopstø, ein av tónleikarunum í bólkinum Aria
Aria
Myndasavnið
Framyvir fara vit her í
Vikublaðnum regluliga
at finna gamlar myndir
fram úr myndagoymsluni
hjá Sosialinum. Vit fara
at hitta fólk, sum eru á
myndunum og tosa um
gomlu myndina.
Aria í januar 1997. Frá vinstru: Magni
Husgaard, Erik Biskopstø, Jógvan Hansen,
Ólavur Wolles og Petur Hans Niclasen
Mynd: Eyðun Klakstein