mánadagur 4. mai 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 19 • 4. mai 2015
12
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Terji Nielsen
Á
Prentmiðstøðini, sum hevur eini
14 ár á baki, starvast fýra fólk í
føstum starvi umframt stjóran,
Christian Nagata. Prentmiðstøðin sá
dagsins ljós, tá ið prentsmiðjurnar hjá
ávikavíst Dimmalætting og Sosial
inum blivu lagdar saman stutt eftir
aldarskiftið. Í dag eru eigaraviðurskift
ini tey, at Sosialurin eigur 34 prosent
av Prentmiðstøðini, meðan Nema
eigur hini 66 prosentini.
Skrivast, prentast og
berast út sama dag
– Prentmiðstøðin er tann einasta av
sínum slag í Føroyum. Vit eru einasta
sonevnda rotatiónspressa í Føroyum,
og vit kunnu bjóða kundunum tíðar
fest prenttilfar, sum verður borið út,
sama dag sum tað verður skrivað. So
faktisk kanst tú siga, at Prentmið
støðin ger, at vit kunnu fáa dagbløð
skrivað, prentað og borin út sama dag,
greiðir Christian Nagata frá.
Tað vil siga, at til dømis kunnu
blaðfólk á Sosialinum sita og skriva
eina grein um morgunin, og seinni
sama dag verður tað borið út til Før
oya fólk í eini prentaðari útgávu.
Prentmiðstøðin prentar øll tey
kendu føroysku bløðini, sum koma
út í avísformati. Tað vil siga Sosialin,
Dimmalætting, Norðlýsið, Trúboðan
og onnur við.
– Harafturat verða øll ávisfram
leiddu lýsingarbløð í Føroyum prentað
hjá okkum. Vit hava avíspappír í
ymiskum góðskum og litum, sigur
Christian Nagata.
Eitt gamalt hondverk
Stjórin í Prentmiðstøðini sigur, at júst
tað at prenta er eitt ógvuliga gamalt
hondverk, sum tað ikki eru so nógv, ið
duga longur.
– Men fólkið hjá okkum hevur
drúgvar royndir á økinum, og eg kann
uttan at blunka siga, at góðskan á
okkara framleiðslu er fult í hædd
við líknandi fyritøkur uttanlands. Vit
hava fýra fólk, sum til dagligt starvast
í prentingini, og teir hava allir fýra
Á Smyrilsvegi á Hálsi í Havn húsast Prentmiðstøðin, sum er
einasta prentsmiðja í Føroyum, sum prentar bæði avísir og
reklamubløð. Prentmiðstøðin er so mikið væl útgjørd, at hon
kann prenta ikki færri enn 18.000 bløð eftir einum tíma
»Vit hava fokuserað uppá prent og pakking.
Vit hava tilvitað frávalt at fara í kapping
við bløð og lýsingarfyritøkur«
Virkisvitjan
Prenta 18.000
bløð eftir
einum tíma
Framleiðslan:
Framleiðsluorka:
Prent 40 síður í senn
– 32 lit og 8 svartar/hvítar
Prent yvir 40 síður verður
prentað í tveimum
Tíð: Prent og pakking av blaði
á 48 síður tekur uml. 4-5 tímar
Prentferð:
Prentað 18.000 bløð um tíman
Pakking:
Pakka 11.000 bløð um tíman
Fólkið:
Reinhard Dam, prentari
Ólavur Debes, prentari
Palli Durhuus, smiðjur
Jón Johannesen, prenthjálpari
Harafturat er Christian
Nagata stjóri í fyritøkuni.