Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 61

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 13 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað starv­ast innan øki í nógv ár, og teir kenna tí hondverkið ómetaliga væl, sigur hann. Júst tað slag av prentframleiðslu, sum Prentmiðstøðin ger, er lut­fals­liga bílig, og tað letur eisini upp fyri møgu­ leikanum, at smærri handils­fyri­tøkur kunnu gera síni egnu lýsingar­bløð. – Við verandi prísum ber til hjá eitt nú smærri føroyskum fyritøkum at út­ geva sítt egna reklamublað í Føroyum bíliga, og tað gera vit nógv av, sigur Christian Nagata. Fokusera bert uppá prent og pakking Hóast tað fyri mong tykist upplagt, at Prentmiðstøðin hevði farið undir grafiska framleiðslu ella blað­fram­ leiðslu, so sigur stjórin, at tað er nakað, sum man tilvitað hevur frávalt. – Vit hava fokuserað uppá prent og pakking. Vit hava tilvitað frávalt at fara í kapping við bløð og lýsingar­fyri­ tøkur. Vit gera bara prent og pakking, men vit gera tað eisini sera gott, sigur hann. Á Prentmiðstøðini hava tey møgu­ leika fyri at prenta bæði litsíður og svartar og hvítar síður, men kostnað­ urin er tann sami, so tey flestu velja at kalla altíð bara at prenta í litum. Prentorkan er í mesta lagi 40 síður í senn, og tað ger, at tey flestu av føroysku bløðunum verða prentað í tveimum. – So ein vanligan dag prenta vit fyrs 32 síður í litum, og so prenta vit eitt innlegg upp á til dømis 16 síður seinni, so blaðið tilsamans er 48 síður. Øll tann framleiðslan, frá tí at fyrstu síðurnar koma talgildar niðan til okk­ara, og til blaðið er prentað og pakkað, tekur millum fýra og fimm tímar, sigur Christian Nagata. Tær rávørur, ið Prentmiðstøðin brúkar í sínari framleiðslu, eru tríggjar. Tað er pappír, litir og plátur. – Pappírið kemur úr Svøríki í rullum, sum viga eitt hálvt tons hvør. Litirnir koma í 200 kilo tungum tunnum, og so brúka vit aluminiumsplátur, har tal­gildu síðurnar verða framkallaðar inná, sigur stjórin á Prentmiðstøðini. Hann sigur at enda, at Posta er ein ógvuliga týðandi samstarvsfelagi hjá Prentmiðstøðini, tí Posta stendur fyri útberingini av øllum bløðunum. – Vit hava eitt øgiliga gott sam­ starv við Posta, men vit prenta bert bløð, sum eru upp til 56 síður, tí ann­ ars verður tað ov tungt hjá Posta at bera út. Men hjá okkum ber til at prenta størri bløð, sigur Christian Nagata. Meira fæst at vita um Prent­mið­ støðina á heimasíðuni hjá fyritøkuni, sum er www.prent.fo »Vit eru einasta sonevnda rotatiónspressa í Føroyum, og vit kunnu bjóða kundunum tíðarfest prenttilfar, sum verður borið út, sama dag sum tað verður skrivað« Myndir: Álvur Haraldsen