Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 19 • 4. mai 2015 14 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Fiskanes TN 50 Opel Kapitän í Vestmanna við Óla Olsen Í 1955 keypti pf Dagsbrún í Havn trolaran Boston Fury og nevndi hann Fiskanes. Trolarin varð smíð­ aður í 1950 í Aberdeen, fermdi góð 450 tons av saltfiski og hevði 975 hesta guvumaskinu. Hann kom til Før­oya flaggdagin í 1955 og fór til Grøn­lands at fiska 30. apríl. Tað vóru brøðurnir úr Hvannasundi, sum keyptu bretska trolaran saman við Esmari Fuglø, ið var stjóri í felagnum. Hans Pauli Johannesen, ið var royndur trolaraskipari, fór at føra Fiskanes. Í endur­minningum sínum, bókini Jól á Halanum frá 1989, sum Óli Breckmann skrivaði, greiðir Hans Pauli rættiliga væl frá tíðini við Fiskanesi, og ikki er yvir at dylja, at nógvur fiskur var í Grønlandi hesi árini. Tá ið Fiskanes 15. juli 1955 kom á Havn­ina av fyrsta túrinum, høvdu teir – saman við tí, landað var í Før­oy­inga­ havnini – fiskað 1.142 tons av salt­ fiski. Hetta var góð byrjan, og sambært Jólum á Halanum fiskaðu teir ikki minni enn 2.400 tons av saltfiski hetta fyrsta árið. Poli, bróðir Hans Paula, var stýri­ mað­ur við Fiskanesi, og tá ið Hans Pauli nøkur ár seinni gavst at føra trol­ ara regluliga, fór Poli at føra Fiska­nes, og bróðirin Svenning, sum eisini gjørd­ ist rokskipari, loysti hann av á brúnni einstakar túrar. Fiskanes var á Kappanum 30. januar 1959, tá ið nýggja farma- og ferða­fólkaskipið Hans Hedtoft sakk, og øll, sum við vóru, sjólótust. Hans Pauli var skipari, Poli fyrri stýrimaður og Dánjal Jákup Berg annar. Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, var dekkari 16 ára gamal. Seinni segði Mortan mær frá feigd­ ar­degnum á Kappanum í Grønlandi, og grein stóð í tveimum pørtum í Skáa, blaði Dimmalættingar, við heitinum: »Drama á Kappanum«. Fiskanes varð seldur av aftur landinum í 1965. Vit taka nú nøkur brot úr frásøgnini hjá Mortani Johannesen: 1. brotið: »Mangan havi eg spurt meg sjálvan, hvussu vit komu úr vand­ anum og Hans Hedtoft ikki. Eg var 16 ára gamal og dekkari við Fiskanes, tá ið vanlukkan hendi á Kappanum 30. januar 1959. Vit lógu nær søkkandi skipinum við 95 fólkum umborð, men fingu ikki hjálpt teimum á nakran hátt. Ferð eftir ferð havi eg spurt meg sjálvan, hvussu tað kundi bera til, at vit komu burtur úr vandanum, meðan Hans Hedtoft, sum var serbygt til hesa sigling, ikki spurdist aftur.« 2. brotið: »Nú var farið at kava øgi­ liga illa, og vindurin vaksin rættiliga nógv. Hann var landnyrðingur í ættini. Kósin varð broytt og siglt suðureftir. Men bati var eingin, støðan var akkurát líka ring. Ísurin var miðvíst við at byrgja okkum inni. Hans Pauli sigur aðru ferð, at nú stendur einki til hjá okkum, at vit koma ikki burtur úr hesum. Eg skilti á fleiri eldri monnum, at teimum dámdu hetta ikki. Teir høvdu tað ikki gott. Um hetta mundið man Hans Hedtoft vera farin fram við okkum. Hvussu nær hann hevur verið, veit eg ikki, tjúkt var í kavaroki, og vit sóu hann ikki.« 3. brotið: »Eina lítla løtu varð leitað eftir frægasta liðinum í ísinum, og so varð lagt á. Tað var eitt buldur og brak, meðan vit skorðaðu okkum ígjøgnum, og vandamikil ísur kom skúrandi aftur við í bæði borð. Men tá ið av tornaði, vóru vit komnir úr ísfelluni, og báturin var heilur. Og tað er tað, sum eg spyrji meg sjálvan, hvussu tað kundi bera til, tí at í mun til Hans Hedtoft var Fiska­ nes sum eitt mjólkarblikk.« Mynd: Jógvan Háfjall Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Opel Kapitän hjá Óla Jákup Nielsen í Vestmanna. Myndin er tikin miðskeiðis ella í seinnu helvt av 1950-unum. Maðurin á myndini er Alfred Olsen, sum vanliga koyrdi bilin. Bilurin var hvítur við myrkum taki. Hann hevur viðførisstativ á takinum og koyrdi m.a. rutukoyring millum Vest­manna og Kollafjørð. Kapitän, sum var tann stóri luksus­ bilurin hjá Opel, var gjørdur í ymiskum modellum frá 1938 til 1970. Hetta modellið varð gjørt frá 1953 til 1958. Tað var P/F Vilhelm Nielsen, sum seldi Opel í Føroyum. Mynd: Karmal Olsen Úr savninum hjá Páll Hellu í Vestmanna SkipAsøga bilasøga