hósdagur 15. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 133 - 15. juli 2004
Nr. 133 - 15. juli 2004
5
Eivør Pálsdóttir og
kanadisku fólkatón-
leikarin Bill Bourne
fara at spæla saman á
G! festivalinum, og
ætlanin er, at sam-
starvið skal halda
fram við einari nýggj-
ari fløgu hjá Eivør
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnukvøldið vitjaðu før-
oyska songkvinnan Eivør
Pálsdóttir og kanadiski
fólkatónleikarin Bill Bourne
á sandinum í Syðrugøtu.
Har hugdu tey eftir umstøð-
unum til framførsluna, sum
tey skulu hava í Føroyum.
Eivør og Bourne hava
tikið seg saman um at
syngja og spæla á G! festi-
valinum, sum verður hildin
um vikuskiftið, og í løtuni
fyrireika tey seg til hesa
framførslu.
BillBourne er kendur
kring alt Kanada fyri sín
tónleik, og hann hevur eis-
ini vunnið onkrar virðisløn-
ir fyri sínar útgávur. Millum
annað kanadiska Grammy
og Juno Awards, sum tað
verður rópt.
Eivør Pálsdóttir kennir
hvørt mansbarn her á land-
ið. Hon fekk sítt gjøgnum-
brot sum sangari í bólk-
inum Clickhaze, men sein-
astu árini hevur hon arbeitt
mest einsamøll og hevur
fingið gjøgnumbrot í Ís-
landi, har hon er nærum
eins kend sum í Føroyum.
Nýggja fløgu
Samstarvið millum Eivør
og Bill Bourne skal eftir
ætlan halda fram eftir G!
festivalin. Møguliga verður
onkrar framførslur afturat á
skránni, og ætlanin er eis-
ini, at Eivør og Bourne í
felag skulu framleiða næstu
fløguna hjá Eivør, sum skal
koma út seinni í ár ella
næsta ár.
Seinasta solofløgan hjá
Eivør, Krákan, stóð seg
sera væl í Føroyum og í Ís-
landi, har hon var millum
mest seldu fløgurnar eitt
tíðarskeiði.
Eivør og Bill Bourne
spæla á G! festivalinum
fríggjakvøldið. Tey fara fyri
tað mesta at spæla sangir
hjá Eivør, men eisini okkurt
hjá Bourne verður á skrán-
ni.
Eivør í kanadiskum samstarvi
Eivør Pálsdóttir hevur gjørt nýtt samstarv við kenda kanadiska fólkatónleikaran Bill Bourne
Í døgunum 16. til 23.
juli vitjar Århus
Studiekor í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Århus Studiekor var stovn-
að í 1953 og er við sínum
60 sangarum eitt av teimum
størstu blandaðu kórunum í
Århus. Kórið er klassiskt
við einum kirkjuligum og
einum
vertsligum
pro-
grammi, ið er samansett av
bæði nýggjum og gomlum
kórverkum. Kórið viðvirk-
ar ofta í sambandi við kon-
sertir hjá Århus symfoni-
orkestur og skipar harum-
framt fyri sínum egnum
konsertum.
Kórið skipar javnan fyri
uttanlandaferðum og hevur
m.a. sungið í Ísrael, Wales,
Ungarn, Noreg, Letlandi,
Frankaríki, Islandi, Írlandi
og Italiu.
Kórleiðarin hjá Århus
Studiekor síðan 1995 er
Niels Nørgaard. Hann er
útbúgvin sum kór- og ork-
esturleiðari á »Det Jydske
Musikkonservatorium« í
Århus og undirvísir til dag-
ligt í kór/orkesturleiðslu á
»Musikvidenskabeligt insti-
tut« á Universitetinum í År-
hus. Harumframt syngur
hann í tí vælkenda sang-
bólkinum »Basix«.
Á vitjanini í Føroyum
verða tvær kirkjukonsertir,
sunnudagin 18. juli kl.
19.30 í Gøtu Kirkju og týs-
dagin 20. juli kl. 19.30 í
Christianskirkjuni. Harum-
framt luttekur kórið á guds-
tænastuni í Gøtu Kirkju
sunnumorgunin 18. juli kl.
18.30. Hendan dagin er
felagskórið Gøta Leirvík
vertur fyri kórinum, og vitj-
að verður m.a. í Blásastovu
og á Tøting.
Seinni í vikuni verða
tvær meira vertsligar kon-
sertir, ein í Tórshavnar
Kommunuskúla mikudagin
19. juli kl. 20 og ein í skúl-
anum á Giljanesi hósdagin
tann 20. juli kl. 19.30. Allar
konsertirnar eru ókeypis.
Millum konsertirnar hava
kórsangararnir
høvi
at
síggja landi, m.a.við at fara
gongutúrar í fjøllunum og
ætlanin er eisini at fara ein
túr í Vestmannabjørgini og
har royna akustikkin undir
Vestmannbjørgunum.
Føroyingar kunnu við
hesi vitjan gleða til at hoyra
kórsang á høgum støði. Um
onkur hevur áhuga at vita
meir um kórið, kunnu tey
fara inn á heimasíðuna hjá
kórinum.
Vitjan av Århus Studiekor
Ljóð úr
látrinum
Onnur solo-fløgan
hjá Hans Peturi í
Brekkunum er nú
komin á marknað-
in
ÚTGÁVA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Látraljóð er heitið á
nýggjari solofløgu, sum
Hans Petur í Brekk-
unum gevur út í hesum
døgum.
Talan er um næstu
soloútgávuna hjá før-
oyska alt- og sopran
saxofonistinum, og sum
navnið bendir á, so er
talan ikki um heilt van-
ligan tónleik, soleiðis
sum fólk flest eru von
við at lurta eftir tónleiki.
Talan er nevnliga um
live-upptøkur av grottu-
konsert, sum Hans Petur
á sumri 2003 framførdi í
Klæmintsgjógv
undir
Hestoynni. Klæmints-
gjógv er á leið 200
metra djúp, og saman
við ævigu undirtón-
unum frá sjónum gevur
hetta ein heilt serligan
akustik, ið við tíðini er
vorðin at kalla ein sølu-
vøra hjá føroyskum tón-
listafólkum.
Tað er plátufelagið,
Tutl, sum stendur aftan
fyri útgávuna av fløg-
uni, sum eisini stuðlað
av Fjølrit, Landspeningi
hjá KODA, Gramex-
grunninum, Mentanar-
grunni
Landsins
og
DMF.
Fløgan kostar 100 kr.,
og er hon at fáa í sølu-
búðum kring alt landið.
Eisini ber til at ogna sær
fløguna á heimasíð-
unum, www.tutl.com,
og www.hanspetur.net.
Hans Petur í Brekkunum
gevur nú næstu solo-
útgávuna út
Århus Studiekor. Myndin er tikin í Vor Frue Kirke í sambandi við 50 ára jubilæum hjá kórinum
Krokodillu ella hund
Tann 12. juli vórðu
tvær nýggjar kunn-
gerðir lýstar viðvíkj-
andi innflutningi av
hundum, kettum og
øðrum kelidjorum.
Tískil eru reglurnar
fyri innflutning av
kelidjórum broyttar
KELIDJÓR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað eru bert fólk búsitandi í
Føroyum, sum kunnu flyta
kelidjór til Føroya. Ikki er
loyvt at innflyta kelidjór,
sum steðga í styttri tíðar-
skeið enn tríggjar mánaðir.
Hetta skrivar Heilsufrøði-
liga Starvsstovan í tíðinda-
skrivi.
Bert føroyskt
Bert kelidjór, sum vanliga
hoyra heima í føroysku
náttúruni, kunnu flytast til
landið. Tað vil siga, at
eksotisk kelidjór kunnu
sum meginregla ikki inn-
flytast. Men hóast tað, so
kunnu
fólk
søkja
um
undantaksloyvi, um talan er
um ikki-vandamikil eksot-
isk kelidjór. Henda umsókn
skal sendast Heilsufrøði-
ligu Starvsstovu, og inn-
flutningsloyvi kostar 365
krónur. Øll kelidjór uttan
hundur og ketta skulu hava
innflutningsloyvi, áðrenn
tey verða innflutt til Før-
oya.
Tatovera hundin
Djórini skulu eisini verða
eyðmerkt, áðrenn tey verða
innflutt. Hundur og ketta
skulu antin hava mikro-
sendara undir húðini ella
tatovering
í
oyra
ella
lærkika. Umframt tað skulu
djórini
verða
koppsett,
áðrenn tey koma til Føroya.
Koppsetingin skal gerast í
fyrsta lagi eitt ár og í
seinasta lagi ein mánað,
áðrenn tey verða innflutt.
Heilsuváttan til djórið
Tá nýggju kelidjórini koma
til Føroya, skulu tey hava
eina heilsuváttan. Henda
skal ikki vera eldri enn 48
tímar, tá ið djórini byrja
ferðina til Føroyar. Ein
djóralækni skal vátta, at
djórini eru frísk, og at tey
hava fingið allar neyðugar
viðgerðir. Umframt tað skal
ein
embætisdjóralækni
skriva undir heilsuváttan-
ina. Henda váttan kann
fáast frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni ella á teirra
heimasíðu www.hfs.fo.
Hvølpar og kettlingar
Hundahvølpar og kettlingar
skulu hava somu heilsu-
váttan sum hundar og
kettur.
Tá ið kelidjórini verða
innflutt til Føroya, kannar
Tolleftirlitið innflutnings-
loyvini og heilsuváttanina.
Tolleftirlitið sendir eitt avrit
til Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuna, sum hevur eftirlit
við innfluttum djórum og
hevur mynduleika at nokta
innflutningi.
Avlívast, sendast heim,
ella viðgerast
Tað kann gerast neyðugt at
nokta innflutningi, um ill-
gruni er um smittandi
sjúku, vantandi innflutn-
ingsloyvi ella heilsváttan,
ella um heilsuváttanin ikki
er útfylt til fulnar. Um okk-
urt av hesum hendir, so av-
talar
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan við eigaran,
um djórið skal sendast aft-
ur, um tað skal setast í sótt-
arhald,
um
tað
skal
koppsetast og viðgerast,
ella um djórið skal verða
avlívað.
Eigarin rindar
Tað er innflytarin sjálvur,
sum rindar allar útreiðslur í
sambandi við innflutning
av djórunum.
Hesar kunngerðir, sum
fyriskriva omanfyristand-
andi, eita Kunngerð nr. 15
frá 7. apríl 2004 um inn-
flutning av hundum, kettum
og øðrum kelidjórum og
Kunngerð nr. 14 frá 7. apríl
2004 um innflutning av
eksotiskum djórum.
Eru spurningar hesum
viðíkjandi, ber til at venda
sær
til
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna á telefon
356400.
Nýggj kunngerð ger tað lættari hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at fylgja við, hvørji djór koma
til landið. Eitt nú fleiri hundar koma til landið, men eksotisk djór koma eisini. Tey flestu av
hesum eksotisku er forboðin, men tey fækka í tali
Ingibjørg Egholm er
eftirlitsfólk hjá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni. Hon
sigur, at nýggju kunn-
gerðirnar forða fyri,
at kelidjór, sum ikki
hoyra heima í Føroy-
um, koma til Føroya
KELIDJÓR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Tað hava verið nøkur
kelidjór, sum eru komin til
Føroya og eru send avstað
aftur. Men nú er tað so-
leiðis, at Tollvaldið kannar
øll pappírini, og um alt ikki
er í lagi, so verður Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan boð-
send at taka sær av tí. Síðan
verður avgerð tikin, hvat
verður gjørt við tey, sigur
Ingibjørg
Egholm
frá
Heilsufrøðiligu
Starvs-
stovuni.
Sum regul senda fólk
umsókn, og nøkur fáa játt-
andi
svar
og
onnur
noktandi svar. Tey djórini,
sum ikki sleppa til Føroya,
eru tey, sum ikki hóska til
føroysku náttúruna. Hesi
kunnu gera skaða í før-
oysku náttúruni, til dømis
slangur, sum kunnu hava
smittu við sær.
– Djór sum minkar og
vaskibjarnir sleppa ikki
inn, tí um tey sleppa leys í
føroysku
náttúruni,
so
kunnu tey gera skaða. Hetta
er so ein meting, vit gera, tá
talan um serlig djór, sigur
Ingibjørg Egholm.
– Teir flestu fyrispurn-
ingarnir snúgva seg um
hundar. Og tað eru nakrir
hundar, sum ikki eru loyvd-
ir í Føroyum. Til dømis
hava vit fingið fyrispurn-
ingar um bull-terrier hund-
ar, men tey hundasløgini
eru ikki loyvd. Hesir hund-
ar eru gamlir kamphundar,
og eftir kunngerðini er ikki
loyvt at innflyta kamp-
hundar, tí hesir kunnu vísa
aggressivan atburð, sigur
Ingibjørg
Egholm
frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni.
Forða tí óføroyska
Pláss er fyri tær
Laksa- og Sølutorg í
Runavík
Nøkur pláss eru enn eftir á
útbúgvingunum,
sum
byrja á Fróðskaparsetrin-
um í heyst. Á Føroyamáls-
deildini verður tikið upp til
B.A.. og M.A. lestur í før-
oyskum máli og bókment-
um. Á Náttúruvísinda-
deildini verður tikið upp til
B.Sc. -lestur í ravmagns-
verkfrøði, kolvetnisverk-
frøði, jarðalisfrøði, teldu-
frøði og lívfrøði. Á Søgu-
og
Samfelagsdeildini
verður tikið upp til hjánám
í søgu og stjórnmálafrøði.
Upptøkutreytin
hjá
Fróðskaparsetrinum er, at
tú hevur miðnámsprógv
ella samsvarandi kunn-
leika. Umsóknarbløð og
kunning fæst á heima-
síðuni hjá Fróðskaparsetr-
inum www.setur.fo.
Umsóknir skulu sendast
til Fróðskaparsetur Føroya,
J.C. Svabos gøtu 14, Post-
rúm 272, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin
er
tann 5. august, men fyri
Søgu- og Samfelagsdeild-
ina er umsóknarfreistin
tann 1. august.
-hkm
Leygardagin 17. juli verð-
ur árliga Laksa- og sølu-
torgið í Runavík. Møgu-
leiki verður at royna ein
góðan bita av laksi hendan
dagin. Kokkur er á staðn-
um og gevur góð ráð til tey
vitjandi. Á útimarknaðin-
um kanst tú millum annað
keypa ferskan fisk, frukt
og grønt, klæðir og loppu-
ting. Eisini ber til at keypa
sær ein kopp av kaffi við
onkrun góðum afturvið.
Fólkatónleikarar
og
spælimenn, sum luttaka á
G! Festivalinum hetta
sama vikuskiftið, verða at
hoyra á pallinum á torgin-
um. Byrjað verður kl.
12.00 við Kára Sverrisson
og Agnar Lamhauge úr
Enekk, sum spæla og
syngja egnar sangir. Kl.
13.00 verður 15 ára gamla
fiólstjørnan Gemma úr
Hetlandi at hoyra saman
við klaverleikaranum Iso-
bel, sum eisini er úr Het-
landi. Kl. 14.00 spælir
Basiru Mjai úr Gambia á
afrikanskar
trummur.
Laksa- og sølutorgið er
frá kl. 12.00 til kl. 17.00.
C
M
Y
K
5
4