Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 133 - 15. juli 2004 Nr. 133 - 15. juli 2004 7 Nýggj avtala kann slóða vegin fyri lítla Peturi Ein nýggj avtala mill- um føroyskar og danskar myndugleik- ar kveistrar allar løgfrøðiligar forðing- ar burtur fyri, at Kar- up kommuna kann lata lítla Petur verða búgvandi í Føroyum. Kortini er nakað á mál, og seinasta orðið í málinum um lítla Petur hevur Karup kommuna og pápi Petur NÝGGJ AVTALA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Føroyska Almanna- og heilsumálaráðið og danska Socialministeriet hava undirskrivað avtalu, sum heimilar donskum komm- unum at senda børn og ung til Føroya á viðgerðarstovn. Higartil hava bert føroyskar kommunur kunnu gjørt sær dælt av at senda børn og ung á viðgerðarstovn í donskum kommunum, men við nýggju avtalu ber eisini til at fáa streymin at ganga hinvegin. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at avtalan hevur leingi verið undir uppsigling, men endi- liga er avtalan komin undir land. Petur í miðdeplinum Í nógv umstrídda málinum um fimm ára gamla Petur, ið hevur atferðartrupulleik- ar, kann avtalan millum Al- manna- og heilsumálaráðið og Sosialministeriet fáa avgerandi týdning. Pápi Petur hevur for- eldramynduleikan yvir Pet- uri, og fimm ára gamli drongurin er tí í løtuni fevndur av danska lógar- verkinum. Uttan nýggju av- taluna hevði Karup komm- una við røttum kunnu tví- hildið um, at hon ikki hevði heimild at senda lítla Petur á føroyskan viðgerðar- stovn, tí eingin lógarheim- ild var. – Nýggja avtalan letur upp møguleikan fyri, at Karup kommuna kann senda lítla Petur á føroysk- an viðgerðarstovn. Parturin hjá Almanna- og heilsu- málaráðnum í málinum um lítla Petur er at skapa fyri- treytir, og tað haldi eg, at tú av røttum kanst siga, vit hava gjørt við hesari avtalu, vísir Hans Pauli Strøm á. Stovnstilboð Í løtuni arbeiða embætis- fólk og fakfólk av lívsins kreftum við at útvega at- ferðartruplum børnum eitt stovnstilboð í Føroyum. Allir aldursbólkar uttan smærri børn hava møgu- leikan at fara á stovn í Før- oyum, men landsstýrismað- urin sigur, at tað verður lagt nógv fyri at veita atferðar- truplum børnum sama møguleika í Føroyum. – Arbeiðið við stápla eitt stovnstilboð til børn á beinini gongur væl. Slíkt arbeiði tekur vanliga langa tíð, men arbeiðsbólkurin arbeiðir skjótt. Í løtuni verður kannað, hvørji hús kunnu koma upp á tal, sigur Hans Pauli Strøm. Landsstýrismaðurin hevði upprunaliga sett nøs- ina eftir at útbyggja nú- verandi fosturforeldraskip- an, men hendan ætlanin er eftir øllum at døma slept, og miðað verður nú ímóti at veita atferðartruplum smá- børnum eitt varðandi stovnstilboð Samskifta Eyðun Jensen á Sosialu deild í Tórhavnar býráð sigur, at framvegis er einki endaligt komið upp á pláss í málinum um lítla Petur. Tórshavnar kommuna og Karup kommuna samskifta dúgliga, men Eyðun Jensen dugir ikki at siga, hvør endaligi úrskurðurin verður í nógv umtalaða málinum. – Nýggja avtalan gevur Karup kommunu løgfrøði- liga heimild at lata Petur á føroyskan viðgerðarstovn. Tá alt kemur til alt verður tað avgerðin hjá Karup kommunu í samráð við foreldramynduleikan, ið avger lagnuna hjá lítla Pet- uri, sigur Eyðun Jensen á Sosialu deild á Tórshavnar kommunu. – Nýggja avtalan letur upp møguleikan fyri, at Karup kommuna kann senda lítla Petur á føroyskan viðgerðar- stovn. Parturin hjá Al- manna- og heilsumálaráðn- um í málinum um lítla Petur er at skapa fyritreytir, og tað haldi eg, at tú av røttum kanst siga, vit hava gjørt við hesari avtalu, vísir Hans Pauli Strøm á Tey menningartarnaðu vilja eisini vera við Vikuskiftið 21.- og 22. august verður fyri fyrstu ferð skipað fyri Teitis Festivalinum, ið er ein familjufestival- ur fyri menningar- tarnað NÝGGJUR FESTIVALUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Jazz. G!. Summar. Seinnu árini hava tón- leikafestivalar í Føroyum veruliga fingið bein at ganga á. Nú vilja tey menn- ingartarnu eisini sleppa upp í part. Vikuskiftið 21. -22. august skipar tónleikartil- takið Teitis saman við Fim- leikafelagnum Ljósinum fyri familjufestivali, har tey menningartarnaðu og teirra mentan eru í miðdeplinum. Teitis Festivalurin verður heitið á nýggja familju- festivalinum hjá teimum menningartarnaðu. Tónleikur í hásæti Á Teitis Festivalinum fara tey menningartarnaðu mill- um annað at sýna sínar tón- leikagávur. Millum bólkar- nar, ið fara at framføra, eru M´s Blues Band og Æla- bogin. Úr Íslandi og Dan- mark koma ávíkavíst Blik- andi Stjørnur og ØPP( øl, pølser og popcorn) at spæla. Tey menningartarnaðu fara eisini at skipa fyri listaframsýning á festival- inum, har møguleiki verður fyri síggja málningar, ið tey menningartarnaðu hava gjørt. Á festivalinum verða eis- ini Angela og Hannibal, búktalari, karaokepallur og Absalon Áárgarð. Komm- unuskúlagarðurin verður karmur um Teitis Festi- valin. Hanus Kamban fær rós Danska dagblaðið, Information, um- mælir stuttsøgu- savnið hjá Hanusi Kamban, Pílagrím- ar, ið herfyri varð umsett til danskt DANSKT UMMÆLIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á internetútgávuni hjá danska dagblaðnum, In- formation, mikudagin verður stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Pílagrímar, ummælt. Stuttsøgusavnið hjá Hanusi varð í fjør skotið upp til bókmentavirðis- lønina hjá Norðurlanda- ráðnum, og nú er stutt- søgusavnið umsett til danskt. Ummælarin á Informa- tion, Erik Skyum-Niel- sen, heldur nógv av savninum hjá Hanusi Kamban. – Det er ikke særlig tit, jeg er enig med Week- endavisens Ulrik Høy, men jeg blev glad, da han for nylig anbefalede Pilgrimme som sin sommerferielæsning, sigur Erik Skyum-Niel- sen. Danski ummælarin leggur føroyskan rithøv- undin undir at vera ber- søgnan, tó við grein í sínum máli. – Jovist, Hanus Kamb- an kan indimellem være barsk i mælet og ren i spyttet. Men hvad der først og fremmest gør indtryk i disse ni novell- er, er kombinationen af på den ene side en ov- eromhyggelig, undertid- en næsten overopbygge- lig skrift og så en viden om, hvor galt det kan gå, både mellem menn- esker og, når de er helt alene, dybt inde i dem, er millum skoðsmálini føroyski rithøvundurin í Information. Føroyskur rithøvundurin, Hanus Kamban, fær rós av ummælaranum á In- formation, Erik Skyum- Nielsen M´s Blues Band verður millum bólkarnar á nýggja Teitis Festivalinum í august mánað avnsmynd 87 ára gamal maskinførari Arbeiðið uppi í Borð- oyavík við norðoya- tunlinum gongur væl. Eitt er sjálvt boriar- beiði, men tað stendst nógv annað arbeiði av øllum grótinum, sum kemur úr tunlinum. Sumt av tí skal skilj- ast og knúsast. Tí uppgávuni stendur 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð fyri ARBEIÐSPRÁT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Við bátahylin í Borðoyavík er eitt stórt arbeiðsøki gjørt í sambandi við norðoya- tunnilin. Á hesum økinum verður alt grótið skilt sund- ur og knúst, sum ikki skal nýtast stórt. Við knúsaran stendur ein gravkúgv og koyrir í mask- inuna. Førari á gravkúnni er 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð. Hann hevur drúgvar royndir innan slíkt arbeiði, og dámar honum væl at vera sloppin til ar- beiðis. – Hetta er tann næsta vik- an, eg eri her, og mær dám- ar frágera væl. Tað er dei- ligt at hava okkurt at gera, sigur hann við einum stór- um smíli. Gangurin er øgiligur, meðan Jógvan koyrir í skiljaran. Har kemur bæði skervur og samfingið burt- urúr. – Skervur og samfingið er tað, sum verður nýtt mest, greiðir hann frá. Tað var J og K Petersen, sum heitti á Jógvan um at koma til arbeiðis. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan arbeiðir fyri hesa fyritøk- una. Eitt skifti arbeiddi hann fyri tey í Hvanna- sundi. Egin maskina Jógvan eigur sjálvur grav- kúnna, og hann og ein annar skiftast um at koyra hana. Teir knúsa so at siga døgnið runt, so her er talan um rættiliga langar arbeiðs- dagar viðhvørt. – Tað er tó tilvildarligt, sum vit skifta, sigur hann. Spurdur um hann veru- liga orkar at arbeiða so nógv, svarar Jógvan, at tað skal ikki tann stóra likam- liga orkan til fyri at gera hetta arbeiðið. – So longi fingrarnir duga, so er í lagi. Tá høvdið ikki dugir longur, vænti eg, at hini nokk skulu siga frá, sigur fryntiligi maðurin yvir av mær. Maskinur hevur Jógvan tó átt í langa tíð. Ta fyrstu ognaði hann sær í 1959 ella 1960. – Hesa, sum vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá. Ikki kann annað sigast, enn at Jógvan er ein tøkn- ingur burturav. Líka frá barnsbeini av hevur hann skrúvað møtrikkar og bolt- ar. Hann minnist aftur á, at tann fyrsti báturin, sum tey áttu við motori, plagdi hann at skrúva uppá. – Tá hevði man ongan at venda sær til, um okkurt bleiv í ólagi, so man royndi sjálvur. Men tað er ikki bara stór- ar maskinur, sum Jógvan dugir væl við. Ta nýmótans tøknina meistrar hann eis- ini sum onki. Fyri nøkrum árum síðani keypti hann sær eina teldu, og tað er ongin trupulleiki hjá honum at nýta hana. Hann setti seg sjálvur við henni og lærdi seg at brúka hana. Og tað er ikki nakað óvanligt at fáa teldupost frá Jógvani Gerðalíð. Um tað stendur fast hjá honum, so spyr hann okkurt av abba- børnunum. – Teldan verður tó nýtt fyri tað mesta at skriva við, sigur hann. Lívsstarv Jógvan greiðir frá, at hans- ara arbeiði so at siga líka frá barnsbeini av hevur umfatað mold, eyr, skerv og nakað av betongi. – Eg havi mest fingist við jørðarbeiði, grevstur og spreingiarbeiði, sigur hann. Hann starvaðist í nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina frá Norðdepli til Hvannasunds. Hetta ar- beiðið umfataði eisini ein part av vegagerðini millum Viðareiði og Hvannasund. Hann hevur onga útbúgv- ing á pappírinum, men út- frá øllum, sum hann greiðir frá, so kann bara sláast fast, at her er talan um ein mann, sum hevur nomið sær sína útbúgving og arbeiðsroynd- ir av sínum eintingum. – Ja, man kann nokk siga, at eg eri sjálvlærdur, sigur Jógvan. Spurdur, um hvat konan sigur til, at hann er farin aftur at arbeiða á gamals- aldrinum, svarar Jógvan flennandi, at tað man hon vera so von við. Góðar umstøður Jógvan letur sera væl at ar- beiðsumstøðunum við bátahylin í Borðoyarvík. Men hann heldur, at har er nógv broytt síðani tann 20. apríl, tá fyrsta skotið varð latið av. Tá var Jógvan sjálvur hjástaddur. Tá hevði hann helst ikki væntað, at ar- beiðsboð fóru at verða eftir honum. – Eg síggi bara, at har er eitt stórt øki burtur við øllum bønum hjá Gerða, Uppsala og Vágsmonnum. Og tað er ein sannroynd, at jarðarbrúkið minkar í takt við, at býurin veksur, sigur hann hugsunasamur. Jógvan hevði sum ungur festi við bæði neytum og seyði, men í dag røkir, Jákup, bróðir hansara tað. Sum allir aðrir klaksvík- ingar er Jógvan sera spent- ur til tunnilin er liðugur. Men bersøgin er hann tó og sigur, at nú eru árini vorðin so mong hjá honum, at tað verður neyvan hann, sum kemur at gera størstu nýtsluna av tunlinum. – Men norðoyatunnilin er ein stór broyting, og mín vón er, at tað fer at merkja framburð fyri økini báðu megin tunnilin, sigur blíði gerðamaðurin at enda. 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð stórtrívist í sínum nýggja starvi Summar Festi- valur á Rás 2 Nú fer at bera til at frætta alt um nýggja Summar Festivalin á Rás 2. Hvønn hósdag fram til festivalurin verður í Klaksvík mitt í august mánaði, fer Rás 2 at senda eina upplýsandi og undir- haldandi sending um Summar Festivalin. Sendingin verður ein tíma til longdar hvørja ferð, og í sendingini verð- ur greitt frá øllum tí, sum verður á skránni á festi- valinum. Tosað verður um og við bólkarnar og solistarnar, sum skulu spæla, tónleik- ur hjá festivalbólkunum verður at hoyra, og fyri- reikararnir fara eisini at greiða frá ymiskum. Summar Festivalurin verður í Klaksvík í døg- unum frá 12. til 15. august, og konsertir verða bæði inni og úti. Úr út- londum koma nøvn sum Ken Hensley, Boney M, Gunnar Mikkelsen og Kjell Samuelson, og mill- um tey føroysku nøvnini eru Frændur, Hanus G. Johansen, Guðrun Sólja Jacobsen, Hjarnar og Sigrid Rasmussen. Sendingin um Summar Festivalin verður á Rás 2 hvønn hósdag klokkan 17.00, og vertur fyri send- ingini verður Martin Kjærbo. C M Y K 7 6