týsdagur 5. mai 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Felagið, sum skal byggja
undirsjóvartunnlarnar milll
um Streymoynna og Eystur
oynna og Streymoynna og
Sandoynna, er farið til verka.
Arbeitt verður í løtuni
at
kanna
møguliekarnar
fytri at fíggja byggingina og
sambært einari frágreiðing,
sum leiðslan í tunnilsfelag
num herfyri lat Løgting
inum, so er ikki ómøguligt at
fáa fígging til vega.
Nýggja almenna felagið
hevur
eisini
keypt
tey
gomlu kanningarúrslitini av
botnviðurskiftunum
mill
um Streymoynna og Eystur
oynna, frá gamla tunnils
felagnum, sum LÍV nú móti
endanum átti.
Sambært roknskapinum,
so hevur felagið goldið 7,8
milljónir krónur fyri kann
ingarúrslitini.
Fór í søguna
Gamla felagið, sum uppruna
liga hevði ætlanir um at gera
ein undirsjóvartunnil mill
um Skálafjørðin og Streym
oynna er avtikið.
Hetta felagið var sett á
stovn í 2006.
Tað var íslendski bankin
Kaupthing
og
Lív,
sum
stovnaðu felagið og komu
við partapeninginum.
Íslendski
bankin
fór
seinni úr Føroyum og tá yvir
tók Eik Grunnurin ognirnar
hjá Kaupthing í felagnum.
Tá ið Eik Grunnurin so fór
í søguna, yvirtók Eik Banki
partapeningin í tunnilsfelag
num.
Í 2013 yvirtók Lív partin
hjá Eik Banka í felagnum.
Felagið átti við árslok
2007 nýggju milljónir krónur
í felagnum, men í 2009 og 2011
var partapeningurin aftur
hækkaður, so eigararnir hava
skotið tilsamans 11,4 milljónir
krónur í grunnin.
Nakað av pengum var
brúkt til rakstur hesi árini.
Felagið er síðani avtikið
og nýggja almenna felagið
hevur keypt kanningartil
farið frá Lív, sum at enda
einsamalt átti gamla tunnils
felagið,
fyri
slakar
átta
milljónir krónur.
Gera klárt
Ætlanin hjá almenna tunnils
felagnumer er at brúka árið
í ár til at leggja til rættis og
projektera verkætlanina fyri
fyrst Skálafjarðartunnilin og
síðan tunnilin til Sandoynna.
Á
kunningarfundinum
fyri tingfólki greiddi leiðslan
í felagnum frá, at sum tað
sær út nú, so verður linju
føringin
millum
Streym
oynna
og
Eysturoynna
broytt nakað. Hetta ger far
leiðina eitt sindur styttri og
fer eisini at spara felagnum
útreiðslur fyri á leið 100
milljónir krónur.
Politiskt rok
Tað vóru stigtakarar úr
kommununum við Skála
fjørðing, sum saman við
fíggingarstovnum uppruna
ligu settu hol á arbeiðið at
gera ein undirsjóvartunnil
millum
Eysturoynna
og
Streymoynna.
Felag at gera tunnil, var
sett á stovn í 2006 og so var
farið undir at gera tað fyrsta
kanningararbeiðið.
Hetta arbeiðið helt fram
til kreppan rakti føroyska
búskapin í 2008 og síðani lá
málið stilt í nøkur ár.
Tungi búskapurin eggjaði
ikki til slíkar verkætlanir,
men tá ið tað lætti eitt sindur
í aftur, kom fer aftur á málið.
Landsstýrismaðurin við
innlendismálum,
Kári
P.
Højgaard, Sjálvstýrisflokk
urin, og hansara embætisfólk
gingu á odda og gjørdu eina
avtalu við danska felagið
Copenhagen Infrastructure
Partners um at gjøgnumføra
verkætlanina.
Avtalan var komin undir
land, tá ið álvarsligt politiskt
rok tók seg upp um málið.
Bæði fólk úr andstøðuni
og úr samgonguni hildu, at
verkætlanin fór at gerast
um eina milljard krónur ov
dýr og at danska felagið fór
at kunna súgva pening úr
Føroyum í eitt alt ov langt
tíðarskeið.
Rokið endaði við, at løg
maður sendi landsstýris
mannin Kára P. Højgaard
heim. Samstundis tók Sjálv
stýrisflokkurin seg úr sam
gonguni.
Breið semja
Við at senda landsstýris
mannin til hús, steðgaði
løgmaður í fyrsta umfari
ætlanunum um undirsjóvar
tunnlar.
Innlendismálaráðið
var
samstundis
niðurlagt
og
fleiri máløkir – herundir
tunnilsgerð – vóru løgd í
fíggjarmálaráðið.
Sjálvt um politisk ósemja
var, so tyktist kortini áhugi
vera fyri, at fáa tunnlarnar
gjørdar.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, Jørgen Niclas
sen átók sær arbeiðið at
royna at bera málið ígjøgn
um politisku skipanina.
Fleiri fundir vóru hildnir
og tað endaði við, at ein
politisk semja var gjørd mill
um alla flokkar um at gera
tunnlarnar í einum almenn
um partafelag.
Bergur
Poulsen,
fyrr
verandi stjóri á Havsbrún,
var settur sum nevndarfor
maður í tunnilsfelagnum –
og fyrrverandi fíggjarstjórin
á Bakkafrost, Teitur Samuel
sen, var so seinni settur stjóri
í felagnum.
post@sosialurin.fo
politikkur
Keypt tilfar um tunnil
frá Lív fyri slakar
átta miljónir krónur
Tunnilsfelagið er farið til verka og hevur
fingið tilfar til vega frá gamla felagnum
Árni Gregersen
Formansskapurin bað fyrr
verandi danska umboðs
mannin, Hans Gammeltoft-
Hansen gera kanningina.
Hetta hendi eftir, at
formansskapurin
í
Løg
tinginum fyrst høvdu sett
Annfinn V. Hansen at gera
arbeiðið. Tað var tó funnist
so hart at honum , at hann
at enda boðaði frá, at hann
ikki vildi átaka sær arbeiðið.
Hans
Gammeltoft-
Hansen hevur arbeitt í eitt
ár og hevur avhoyrt hópin
av fólki, sum á ein ella ann
an hátt vóru knýtt at tí ar
beiði, sum løgmaður og Kári
P. Højgaard gjørdu.
Avhoyringarnar
hava
tær flestu veirð í havn, men
onkrar eru eisini gjørdar
skrivliga – ella eisini í Keyp
mannahavn.
Tað hevur allatíðina ligið
í luftini, at frágreiðingin frá
Gammeltoft-Hansen
fór
at koma í summar, men nú
tykist standa fast, at frá
greiðingin verður latin Løg
tinginum 23. juni.
Í politisku skipanini er
spenningurin stórur fyri at
vita, hvat stendur í frágreið
ingini.
Hava landsstýrsmaðurin
og løgmaður gjørt nakað
álævarsligt skeivt – ella er
tað so, at alt endar við ein
ari politiskari nøs?
Svarið kemur 23. juni.
post@sosialurin.fo
Kanningarúrslitið klárt 23. juni
Ein kanningarstjóri var settur at gera eina frágreiðing um leiklutin hjá
fyrrverandi landsstýrismanninum við innlendismálum, Kára P. Højgaard,
Sjálvstýrisflokkurin, og av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni
Nú er ferð sett á. Kanningarúrslitini av botnviður
skiftunum eru keypt frá gamla tunnilsfelagnum
Kári P. Højgaard og Kaj Leo
H. Johannesen eru kannaðir
Frágreiðingin frá Hans Gammeltoft-Hansen,
Kanningarstjóra, verður latin Løgtinginum 23. juni