Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Terji Nielsen At standa á odda fyri og hava ábyrgd av menningini innan føroyskan fótbólt, hava ábyrgd av øllum venj­ara­út­ búgv­ing­um og eis­ini hava ábyrgd av øllum ung­dóms­ lands­lið­um hjá Fót­bólts­ sam­bandi Føroya. Tað er ikki hiss­ini ar­beiðs­uppgávur, sum 34 ára gamli Pætur Smith Clementsen hevur fingið, nú hann er settur sum nýggj­ur tekniskur stjóri hjá FSF. Hann tekur við eftir Petur Simonsen, sum seinni í ár fer frá fyri aldur. Eitt dreymastarv Pætur Smith Clementsen dylur ikki fyri, at tað er eitt slag av einum dreymastarvi, ið hann hevur fingið. – Slík størv hanga ikki á trøunum, hvørki í Før­oy­um ella aðrastaðnis. Yvir­høv­ur er tað trupult at fáa full­ tíðar­størv innan fót­bóltin, sigur hann. Í løtuni er Pætur Smith Clement­sen búsitandi í Keyp­ manna­havn, men hann flytir í summar aftur til Føroya. – Hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri at sleppa at arbeiða við tí, sum mær dámar allarbest. Og at sleppa heim aftur til Føroya at arbeiða við hesum og fáa møgu­leika fyri at ávirka ting­ini, haldi eg vera ótrúliga spenn­andi, sigur hann. Drúgvar royndir Hóast nýggi tekniski stjór­ in bert er 34 ára gamal, so er hann ein ógvuliga roynd­ ur maður innan fót­bólts­ heimin, og hann hev­ur nógv­ ar royndir sum venj­ari, og har­afturat hevur hann eis­ini royndir innan fót­bólts­fyri­ sit­ing. – Seinnu árini havi eg verið venjari hjá danska fel­ag­num Lyngby BK. Eg havi vant ymisk lið, men sein­astu tvey árini havi eg verið høvuðs­venjari hjá U15 lið­num, og í fjør vunnu vit danska meistara­ heitið, greiðir Pætur Smith Clementsen frá. Harumframt hevur hann eis­ini drúgvar royndir sum venj­ari í Føroyum. – Eg byrjaði sum 13-14 ára gamal at hjálpa pápabeiggja mínum, Bjarna Clementsen, við at venja okkurt piltalið hjá HB. Eg var so venjari í HB í nógv ár, og harumframt var eg eisini venjari í ávikavíst KÍ og B36 í styttri tíðarskeið, og so havi eg eisini verið venjari hjá ungdómslandsliðum hjá FSF, sigur hann. Umframt drúgvu venj­ ara­royndirnar hevur Pætur Smith Clementsen áður eis­ini arbeitt í Fót­bólts­sam­ bandi Føroya. – Í 2003 fekk eg starv á skrivstovuni hjá Fót­bólts­ sam­bandinum. Tá vóru vit bara trý fólk á skrivstovuni, so uppgávurnar vóru ógvu­ liga ymiskar og fjøl­tátt­aðar. Eg tók eisini skriv­stovu­út­ búgving í Fótbólts­sam­band­ inum, greiðir hann frá. Kemur heim við íblástri Í 2010 flutti Pætur Smith Clementsen til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Hann hevur lisið ítrótt við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. – Eg eri næstan liðugur við útbúgvingina. Eg havi ser­ grein í ítróttarsálarfrøði, og tá ið vit flyta heim í summar, mangli eg bert at avlevera eina høvuðsuppgávu, ið skal latast inn á nýggjárinum, sigur hann. Pætur Smith Clementsen dylur ikki fyri, at hann er ógvu­liga spentur uppá av­ bjóð­ingina, ið nú stendur fyri framman. – Hetta er ein fantastiskur møguleiki at fáa. Nú havi eg verið burtur í nøkur ár, og eg komi tí heim við frískum eygum, og eg taki nógvan íblástur við mær heim, sum eg havi fingið her í Danmark, sigur hann. Hann sigur, at ætlanin hjá honum er, at hann skal brúka fyrstu tíðina í nýggja starv­inum til at vitja feløgini og kunna seg um ymsu ung­ dóms­landsliðini. – Eg má fáa eitt yvir­blikk yvir støðuna í ymsu feløg­ unum og kring landsliðini og líka­sum blíva eitt sindur klók­ari uppá tað heila, sigur hann. 34 ára gamli Pætur Smith Clementsen úr Havn er júst settur sum nýggjur tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya. Hann er sera fegin um nýggju avbjóðingina, tí slík størv hanga ikki á trøunum Slík størv hanga ikki á trøunum »Slík størv hanga ikki á trøunum, hvørki í Føroyum ella aðrastaðnis. Yvirhøvur er tað trupult at fáa fulltíðarstørv innan fótbóltin«