týsdagur 5. mai 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
meldurin
Menna feløgini
fótbóltsfakliga
Seinastu tíðina hevur Pætur
Smith
Clementsen
eisini
brúkt eitt sindur av tíð uppá
at seta seg inn í alt tað virk
semi, sum FSF hevur.
– Eg havi hugt inni á
heimasíðuni, og eg má við
ganga, at virksemi er nógv
størri, enn hvat eg helt tað
var. Tað er eitt ótrúliga vítt
fevnandi virksemi, ið felags
skapurin hevur, so upp
gávurnar verða nógvar og
ymiskar, sigur hann.
Hann heldur, at ábyrgdar
økini í nýggja starvinum hjá
sær, sum fevna um eitt nú
venjaraútbúgving, menning
av føroyskum fótbólti, ung
dómslandslið og annað, gera,
at starvið er eitt av avgjørdu
toppstørvunum í føroyskum
fótbólti.
– So tað er eitt týðandi
starv fyri føroyskan fótbólt,
og tí hevur tú eina stóra
ábyrgd yvir fyri teimum
mongu, sum fáast við fótbólt
í Føroyum, sigur hann.
Ikki bara hyggja
eftir øðrum
Spurdur, hvat hann ætlar
sær at leggja dent á í nýggja
starvinum,
sigur
Pætur
Smith Clementsen, at tað er
eitt sindur trupult at siga
longu nú.
– Men eg haldi, at tað er
umráðandi, at vit í Føroyum
ikki bara kopiera tað, sum
onnur gera. Vit hava ofta
sæð, at tá ið okkurt er komið
fram uttanlands, so hava vit í
Føroyum kopierað tað nøkur
ár seinni. Eg haldi, at tað er
umráðandi, at vit hyggja eftir
okkara styrkjum, og hvat vit
eru serliga góð til. Vit mugu
brúka teir fyrimunir, ið vit
kunnu fáa, sigur hann.
Hann sigur somuleiðis,
at tá ið hann fer í nýggja
starvið, ætlar hann at leggja
dent á at fylgja væl við í tí,
sum rørir seg innan fótbólts
menning.
– Eg ætli mær at fylgja
væl við nýggjastu gransking
ini á økinum, og somuleiðis
ætli eg at brúka mítt netverk,
sum eg havi fingið við Lærda
Háskúlan
í
Keypmanna
havn, so vit kunnu vera
uppá forkant við tað, sum
hendir, sigur Pætur Smith
Clementsen.
Hann sigur at enda, at
hann sær nýggja starvið sum
ein gyltan møguleika at geva
nakað aftur til føroyskan
fótbólt.
–
Føroyskur
fótbóltur
hevur givið mær so ótrúliga
nógv, og eg síggi hetta sum
ein gyltan møguleika at geva
nakað aftur, sigur hann.
terji@sosialurin.fo
FAKTA
Navn: Pætur Smith Clementsen
Aldur: 34 ár
Starv: Komandi tekniskur stjóri hjá FSF
Familja: Sambúgvandi – dóttur 1 ár
– 34 ára gamli Pætur Smith Clementsen úr Havn er
júst settur sum nýggjur tekniskur stjóri í Fótbólts
sambandi Føroya. Hann er sera fegin um nýggju
avbjóðingina, tí slík størv hanga ikki á trøunum
Privat mynd