týsdagur 5. mai 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sernámsdepilin
Sálarfrøðingar til
miðnámsskúlaøkið
Sum ein liður í at styrkja sálarfrøðiligu tænastuna á miðnámsskúlaøkinum
eru komandi skúlaár tvey spennandi og avbjóðandi størv hálva tíð sum
sálarfrøðingur á miðnámsskúlunum leys at seta frá 1. august 2015 ella so
skjótt tilber.
Sálarfrøðingastørvini vera býtt við hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í
Tórshavn og í Hovi og hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Klaksvík, á
Kambsdali og í Vestmanna. Størvini vera sett á Sernámi, men við staðseting
og tænastu í skúlunum.
Endamálið við eini sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er at gera
næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið.
Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina/aðra
vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar,
sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.
Í sambandi við serliga skipað miðnám luttekur sálarfrøðingurin í ráðgeving og
samskipan av hesum tilboðum.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
·
Veita næmingum, sum hava tørv á tí, hjálp, samrøður og terapi í styttri
tíðarskeið
·
Veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur
·
Veita innanhýsis supervisión
·
Samskipa sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við skúlan
·
Skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum
·
Ráðgeva og vísa til/leiðbeina til onnur stuðuls- og viðgerðarstøð
Harumframt vænta vit, at umsøkjari:
·
Dugir at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðar-
uppskotum
·
Kann menna sernámsfrøðiliga virksemi í miðnámsskúlunum
·
Kann arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni
·
Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
·
Dugir at orða seg í skrift og talu
Vit bjóða:
·
Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
·
Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í
miðnámsskúlunum og í Sernámi
·
Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernám og onnur fakfólk
·
Supervisión
·
Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett
við hesar.
Setanarviðurskifti:
Størvini eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2015/16, men við møguleika fyri
fastari setan um tænastan verður skipað sum varandi skipan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Emmy Joensen,
stjóra, á telefon 360200 ella í teldubrævi til emmy@sernam.fo
Umsóknarfreist:
Umsóknir, við avriti av prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2015 og skulu sendast til:
Sernám
Á Frælsinum 32
Postrúm 2036
FO – 110 Tórshavn
Ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo
Sernám hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og veita
ráðgeving til stovnar, skúlar, foreldur o. ø. sum varða av børnum og ungum.
Sernám er skipað í smábarnaøki, fólkaskúlaøki og miðnámsskúlaøki.
Hósd. 7. mai
Spaririv • Knettir
Chilli con carne •
Frígg. 8. mai
Lasanja • Nakkaflak
Pylsurættur
Leyg. 9. mai
FK búffur
Mán. 11. mai
Fiskafrikadellur •
Bankikjøt
Týsd. 12. mai
Fiskafat •
Stoktur medistari
Mik. 13. mai
Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík
Tel. 56 30 30 • dygdarverk@gmail.com
v/Jens Kristian Hansen
Bygningssnikkari