Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avbjóðandi starv sum KT-leiðari Atlantic Airways søkir hervið eftir KT-leiðara til felagið. Virksemi felagsins fevnir um ferðaseðlasølu, avgreiðslu av flogførum, inntøku- og útreiðslu- stýring, planlegging av flogførum og flogfólki, viðlíkahaldi av flogførum og tyrlum, umsiting og aðrar uppgávur. Hetta krevur eitt margfeldi av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit nýta í dagliga arbeiðinum. Felagið eru sera frammarlaga innan KT-økið. KT er ein týðandi partur fyri at tryggja kappingarføri og sum KT-leiðari hevur tú ábyrgd av, at KT stuðlar undir at effektivisera felagið. Atlantic Airways hevur 200 KT-brúkarar, sum skulu hava atgongd til teirra KT-skipanir døgnið runt, allar dagar í árinum. Á KT-deildini starvast 3 fólk, og hevur KT-leiðarin tilvísing til fíggjarstjóran. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum. Arbeiðsøkið • At samskipa og menna KT-umhvørvið í allari fyritøkuni • At dagføra og viðlíkahalda KT-skipanirnar • At hava ábyrgd av KT-trygdini • At gera langtíðarætlanir og seta mál fyri KT-deildina • At leiða og leggja til rættis KT-verkætlanir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar • At røkja samstarvið við uttanhýsis KT-veitarar • At taka lut í vaktarskipanini á KT-deildini Førleikar og eginleikar • Viðkomandi útbúgving og/ella hóskandi royndir • Góð samstarvsevnir • Dugir væl at motivera starvsfólk og at arbeiða í toymi • Dugir væl at skipa arbeiðið, hevur fokus á loysnir og megnar at taka avgerðir Setanarviðurskifti Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við leiðsluna í Atlantic Airways. Møguleiki er fyri fakligari og persón- ligari menning í einum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Vit miðja eftir at seta starvið sum skjótast. Umsóknir og samband Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra á tel. 213703 ella teldupost marius@atlantic.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. mai 2015 og skal sendast við telduposti til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, teldupost georg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi, Noregi og Spania. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu. Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo www.krosstein.fo Skrivstovulærlingur Vit leita eftir tær sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving. Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi. Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S&K. Um teg: Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi HH ella FHS prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. Handilslærlingur Sum handilslærlingur fært tú eina útbúgving, sum tryggjar at tú kemur runt í øllum liðunum, ið skapa tann góða handilin. Tú kemur at arbeiða við at veita okkara kundum dagliga tænastu innan eitt nú sølu, ráðgeving, tilboðsgeving og gloymslustýring. Útbúgvingin ein góðkend handilsútbúgving, sum gevur góðar møguleikar fyri víðariútbúgving innan onnur øki. Sum partur av útbúgvingini skalt tú til Danmarkar í skúla seks ferðir í lærutíðini at taka ástøðiliga partin. Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S&K. Um teg: Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi HH ella FHS prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tú ert fyrikomandi, dámar nýggjar avbjóðingar og dugir væl at samstarva. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og at veita eina góða tænastu. Vit leita eftir tveimum talentum Umsóknarfreist Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin 15. mai 2015 kl. 12:00. Størvini verða sett skjótast tilber. Vit bíða tó fegin um tú ert rætti persónurin. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Anniku Krosstein, tlf. 344690, teldupostur annika@krosstein.fo. Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til annika@krosstein. fo ella: P/f Svend Krosstein Falkavegur 6 Postboks 3229 110 Tórshavn Viðmerkt: Starvsumsókn Um okkum P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 18 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk um alt landið. Sum stórsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.