týsdagur 5. mai 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Tá tosað verður um heilsu
og sjúku er stórur munur
á kvinnum og monnum.
Kvinnur liva longri enn
menn, og títtleikin av ávís
um lívsstílssjúkum, sum tær
verða róptar, er størri millum
menn enn kvinnur. Deyðs
títtleikin millum menn, sum
fáa staðfest onkra av hesum
sjúkum, er eisini størri enn
millum kvinnur.
Men, orsøkin er als ikki
bara lívfrøðilig.
– Í staðin skulu vit venda
eygunum móti mentan og
sálarfrøði sum ger, at menn
og kvinnur ikki látast og
reagera eins.
Tað sigur Svend Aage
Madsen, sum er leiðandi
sálarfrøðingur á Ríkissjúkra
húsinum og formaður í
Forum for Mænds Sundhed.
Ein kvinnusøk?
Tað liggur til menninar at
skumpa órógv og trupul
leikar til viks, samstundis
sum tað altíð hevur ligið til
kvinnuna – eitt nú í samband
við barnauppdragilsi – at
vilja reagera upp á ymiskar
støður. Haraftrat er tað ein
sannroynd, at menn ganga
minni til lækna enn kvinnur,
og um teir fara til lækna, er
tað ofta tí, at tað eru kvinn
urnar, sum senda teir avstað.
Hyggja vit í søguna, var
tað maðurin, sum fór út at
veiða, meðan kvinnan ansaði
eftir, hvussu børnini høvdu
tað. Hóast kvinnan er komin
út á arbeiðsmarknaðin, er
hennara leiklutur í ávísan
mun framvegis hin sami.
Tað er í flestu førum
kvinnan, sum fer til læknan
við børnunum. Hetta er ikki
fremmant fyri hana, tí hon er
sjálv von at ganga til lækna.
– Kvinnur hava fyri lang
ari tíð síðan funnið út av, at
tað er áhugavert at fyrihalda
seg til egið kyn, heilsu og
sjúkur. Hinvegin er hetta ikki
so kent fyribrigdi millum
menn. Kvinnur eru eisini
meira vanar við og duga
betri at fortelja, hvussu tær
hava tað. Tað ger gott at tosa
um tingini, sigur Svend Aage
Madsen.
Hann leggur aftrat, at
menn kenna ikki so væl
heilsuskipanina og vanta
ofta orð fyri ymiskar sjúkur
og sjúkueyðkenni, tí teir fara
ikki so ofta til lækna og tosa
heldur ikki við aðrar menn
um støðuna.
– Tað hálar eisini í rætta
endan
hjá
kvinnuni,
at
kvinnutíðarrit
ofta
hava
tema um heilsu, meðan tíðar
rit til menn gjarna eru reins
að fyri slíkt.
Meðan kvinnur eru vanar
við at fortelja um, hvussu
ringt tær hava tað, siga menn
ofta, at teirra heilsustøða er
nógv betri, enn hon í veru
leikanum er.
– Men, er hetta ikki teirra
egna skyld? Skulu menn ikki
bara læra at føla á sær, tosa
um tað, teir føla og síðan
fara til lækna, tá eitt hvørt
er áfatt?
Ikki so einfalt
Leiðandi
sálarfrøðingurin
vísir á, at hetta júst er størsti
trupulleikin hjá monnum.
– Vit eru noydd at ásanna,
at støðan er, soleiðis sum hon
er, og vit noyðast at skilja,
at orsøkin til hetta hevur
drúgvar røtur. Tað er ikki
nóg mikið, at læknin hevur
opna viðtalu, um tað er um
morgunin, tí menn tíma ikki
at siga á sínum arbeiðsplássi,
at teir skulu til lækna.
Svend Aage Madsen vísir
á, at skulu menn fyrihalda seg
til sína egnu heilsu og sjúku,
er neyðugt at taka útgangs
støðið í teirra atferð og sál.
– Maðurin vil gjarna liva
líka so leingi sum kvinnan og
er mest upptikin av, hvussu
hann kann varðveita so nógv
sum gjørligt av tí førleika,
hann hevði, áðrenn hann
gjørdist sjúkur.
Hann vísir á, at megin
parturin av starvsfólkunum
innan heilsuøkið eru kvinn
ur, sum tosa við menn, ið ikki
leggja í at tosa um trupul
leikar.
– Tað er ein sannroynd,
at deyðstíttleikin millum
starvsmenn er lægri enn
millum ófaklærdar og lágt
útbúnar menn. Hyggja vit
eftir, hvør orsøkin er, hong
ur hetta saman við, at síðst
nevndu eta ósunnari, roykja
meira og viga ofta ov nógv.
Við tað, at menn skumpa
tingini framman fyri seg, ikki
fyrihalda seg til egna heilsu
og ikki eru lættir at fáa til
lækna, standa vit á nógvan
hátt
í
einari
fastlæstari
støðu.
Rættir menn til lækna
Svend Aage Madsen sigur, at
nógvastaðni eru tekin um,
at heilsuskipanin hevur lagt
munin millum kvinnur og
menn til merkis.
– Tað vísir eitt nú átakið
hjá
Heilsustýrinum
um
krabbamein og fyribyrging,
»Rættir
menn
fara
til
lækna…«.
Leiðandi sálarfrøðingurin
heldur tað vera avgerandi,
at fleiri slík málrættað til
tøk verða skipað og vend
móti ófaklærdum og lágt út
búnum monnum, sum ofta
hava eitt leysari tilknýti til
arbeiðsmarknaðin. Leysari
tilknýti ger, at hesin bólkur
ikki í eins stóran mun og
tey faklærdu eru á einum
arbeiðsplássi,
har
tosað
verður um heilsu, har kanska
eisini eru heilsutilboð.
Sum formaður fyri Forum
for
Mænds
Sundhed
er
Svend Aage Madsen eisini
partur av verkætlanini, ið
verður rópt »Mænds møde
steder«.
– Hetta er ein verkætlan,
sum hevur fingið íblástur
úr Írlandi, har tey eitt nú
hava
opin
savningarstøð
fyri monnum – uttan royk
og alkohol. Her er tað upp
til menninar, hvat teir vilja
savnast um, og talan kann
bæði vera um teldur, um
vælingar av súkklum ella
møblum. Nógvir menn vanta
felagsskapir, har heilsa er á
dagsskránni. Á nevndu savn
ingarstøðum uppliva menn
felagsskap við tí endamáli
at skapa trivna og soleiðis
eisini mentala heilsu. Tað,
sum ræður um, er, at menn
fáa eina vitan um heilsu og
fáa møguleika at verða við
í ymiskum heilsutilboðum,
sigur leiðandi sálarfrøðing
urin á Ríkissjúkrahúsinum.
Kelda: www.helse.dk
STOKKUT STRONGD »Stressað«. Tað merkir, sum oftast bara, at vit hava ov nógv av gera. Vit kunnu øll uppliva stokkuta
strongd, tá vit standa yvirfyri stórum avbjóðingum. Hetta slag av strongd viðførir eina røð av fysiskum og atferðarkendum
reaktiónum, sum ger okkum klár til at gera okkara besta. Stokkut strongd kann nevniliga gera okkum før fyri at klára av
bjóðingarnar best møguligt. Soleiðis kann stokkut strongd í allar flestu førum gera okkum »fit for fight«. Er talan hinvegin
um máttmikla stokkuta strongd kanst tú gerast í villareiði, eins og hetta kann gera teg óttafullan og handlingslamnan.
Hvussu hevur tú tað, maður?
Tað er ein standandi søga, at maður við krími uppførir seg, sum um hann er deyðanum nær. Hinvegin er
fakta, at maður í mun til kvinnu helst ikki gremur seg um álvarsama sjúku, sum kann kosta honum lívið
– Maðurin vil gjarna liva líka so leingi sum kvinnan og er mest upptikin av, hvussu hann kann varðveita so nógv sum gjørligt av
tí førleika, hann hevði, áðrenn hann gjørdist sjúkur, sigur leiðandi sálarfrøðingurin á Ríkissjúkrahúsinum, Svend Aage Madsen