Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jørð á Eiði til sølu Ognin matr. nr. 269 á Eiði, til víddar 12.230 kvm, sum liggur í hagapartinum fyri Norðan á Eiði, verður hervið lýst til sølu um hóskandi boð fæst. Áhugaði kunnu ringja tlf. 273174 Eldrafelagið fjalli Ársaðalfundur verður í bygdarhúsi- num í Leirvík tann 21.mai kl.18.30 Skrá sambært grein 18 í vitøkum felagsins Uppskot at leggja fyri fundin, skulu vera nevndini í hondum í seinasta lagi 16. mai Vegna nevndina Jón úr Konoy Formaður Námsfrøðingur og hjálparfólk til Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta, Søldarf ørður Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi á 30-40 t. um vikuna og einum hjálparfólki á 30 t. um vikuna til barnagarð. Størvini verða sett 10. aug. 2015, ella eftir nærri avtalu. Vit leita eftir umsøkjarum ið: • hava umsorgan fyri børnum • eru ídnir, nærlagdir og álítandi • duga væl at samskifta og hava góð samstarvsevnir • hava gott yvirlit og megna at skipa dagin • eru nýhugsandi og ígongdsetandi • evna at orða seg munnliga og skrivliga • síggja møguleikar ið nátturan hevur, og gera brúk av teimum í dagliga arbeiðinum. Um eingin námsfrøðingur søkir námsfrøðiliga starvið, verður hjálparfólk sett í staðin. Setanarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Pedagogar verða løntir á stig 11-18 og hjálparfólk á stig 1-7. Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 214306 og 667170. Søk starvið: Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. mai 2015 kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Teldupostur: runavik@runavik.fo Ískoyti til umhvørvisgóðkenning Umhvørvisstovan hevur hin 28. apríl 2015 sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, veitt ískoyti til góðkenning hjá P/F Luna fyri alivirksemi á Sørvágsfi rði og fevnir tað um nýtslu av rognkelsum sum reinsifi sk og er galdandi til 1. mai 2016. Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til Føroya Landsstýri. Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo FØROYA URTAGARÐSFELAG hevur ársaðalfund á Hotel Hafnia mikudagin 20. mai kl. 19.30. Skrá sambært lógini. NEVNDIN Navnakapping Trivnaðardepilin í Almannaverkinum bjóðar til navnakapping í samband við nýggja Depilin til børn og ung við fjølbreki og menningartarni á Gerðisvegi 5 í Runavík, sum læt upp hálvan decembur 2014. Ynski verður sett fram um at fáa eitt breitt úrval at velja ímillum. Samlaði depilin er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er deild upp í dagtilboð, sum er í norðara partinum og um­ lættingar tilboð, sum er í sunnara endanum. Dagtilboðið, sum er býtt upp í dag­, frítíðar­ og virkistilboð, er normerað til 12 borgarar. Í dagtilboðnum eru børn og ung úr Eystur­ oynni. Umlættingin kann húsa 8 borgarum í senn. Depilin bjóðar umlætting gerandiskvøld, vikuskiftir, summarumlætting og um høgtíðir. Til umlætting koma børn og ung úr øllum Føroyum. Í niðaru hæddini eru ymisk høli, sum allir borgarar kunnu gera brúk av. Har er fysio­ og ergoterapi, sansarúm, ítrivsrúm og annað. Uppskot ynskist til navn á samlaða bygninginum. Frágreiðing um uppskotið er vælkomin, men ongin treyt. Ein dómsnevnd er mannað at viðgera innkomnu uppskotini og leggja tey framm fyri Almannaverkið­Trivnaðardepilin og Eind 2 at taka støðu til. Kr. 3.000 verða latnar sum vinningur til valda uppskotið. Freistin at lata inn er mánadagin 08 juni kl. 12.00 Uppskotini skulu sendast til oddah@av.fo viðmerk ”Navnakapping”