Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum, har kunnað verður um arbeiðið at steðga harðskapi í før oyskum familjum. Viðkomandi ser - frøðingar fara at lýsa, hvussu harð skapur skaðar okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum best: Sálarfrøðingur tosar um tey skaðiligu árin, harð- skapur hevur á børn. Løgfrøðingur um fráboðanar- skylduna, vit øll hava, gerast vit stúrin um eitt barn. Og politistur tosar um ung og harðskap. Fundirnir verða hildnir í sambandi við verk ætlanina Sig frá og eru skipaðir soleiðis, at Elin Winther Poulsen, sam- skipari, fer at seta fundirnar og greiða frá arbeiðinum at seta í verk átøkini í heildarætlanini. Síðani eru tríggir fyrilestrar og at enda eru stundir til spur ningar og møguligt kjak. Tiltøkini eru almenn og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Sig frá um alt landið! FUNDARSKRÁ Vika 19 06 MAI Vika 20 11 MAI Vika 20 13 MAI KLAKSVÍK, Býráðshøllin Á SANDI, Bókasavnið TÓRSHAVN, Almannamálaráðið Vika 20 11 MAI Á S Bók Les meira um Sig frá verkætlanina á www.amr.fo 19.30 Vælkomin – Elin Winther Poulsen kunnar um Sig frá verkætlanina 19.40 Hvussu ávirkar harðskapur børn? 20.10 Fráboðanarskylda /tagnarskylda og tvørfakligt samstarv 20.40 Ung og harðskapur, SSP-arbeiðið 21.00 Kjak/spurningar 21.30 Liðugt SKRÁ til øll tiltøk