týsdagur 5. mai 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Fríggjadagin fer eitt ferða
fólk við 80 hondbóltsfólkum
við flogfari úr Vágum til
Íslands, har spældir verða
nakrir dystir millum før
oysku og íslendsku úrvals
liðini í aldursbólkunum U14
og U16. Talan verður um eina
vikuskiftisvitjan, tí mána
dagin
kemur
ferðalagið
heimaftur.
– Vit hava gjørt avtalu
við íslendska hondbóltssam
bandið, HSÍ, um at spæla
venjingardystir millum teirra
og okkara úrvalslið í U14- og
U16-høpi, sum kunnu minna
eitt sindur um landslið, men
altso eru úrvalslið, sigur
Hallur Danielsen frá Hond
bóltssambandinum.
– Samstundis sum hesir
dystir verða, vilja vit brúka
høvið til at kunna okkum
enn meira um íslendskan
hondbólt, tí okkurt hava
íslendingar
gjørt
rætt
í
sínum menningar- og lands
liðsarbeiði, nú teir seinnu
árini hava megnað at fingið
so góð úrslit og ment so
nógvar
góðar
spælarar.
Hetta er alt samalt nakað, vit
kunnu læra nakað av.
Hann vísir á, at munurin
á Føroyum og Íslandi ikki
er so stórur, tá talan er um
tilfeingi av spælarum, tí ís
lendingar hava bara tríggjar
spælarar fyri hvønn spælara,
føroyingar hava – umframt
at landafrøðiligu avbjóðing
arnar annars líkjast okkara.
– Vit fara at hava fund
ir við íslendska hondbólts
sambandið, HSÍ, umframt
at vit fara at vitja okkurt av
teirra best riknu hondbólts
feløgum á Reykjavíkarleiðini,
og tí hava vit eisini roynt at
fingið tey við í ferðalagið, ið
kunnu hugsast at fáa nak
að burturúr, sigur Hallur
Danielsen.
Umframt øll tey, sum
beinleiðis eru við, tí tey
hava okkurt við úrvalsliðini
at gera, so er eisini umboð
fyri nevndirnar í Hond
bóltssambandinum, serliga
innan úrvalsarbeiði, flestu
landsliðsvenjararnir, nøkur
HSF-fólk annars og so eisini
onkur foreldur, so ferðalagið
tilsamans telur um 80 fólk.
Meira samstarv
– Upprunaliga hildu íslend
ingar, at tað kanska var best,
um onkur av okkara eldru
ungdómsliðum komu yvir at
spæla ímóti yngri liðum hjá
teimum, men eftir at okkara
U17-gentur vunnu á Íslandi í
EM-undankappingini í mars,
eru
íslendingarnir
blivn
ir enn meira spentir upp á
hetta, og tí spæla okkara úr
valslið ímóti sínum íslendsku
javnaldrum,
sigur
Hallur
Danielsen.
–
Gongst
sum
ætlað,
verður talan um eitt var
andi
samstarv,
har
vit
kanska skiftast um at vitja
hvønnannan við úrvalslið
unum, so vit kanska longu
næsta ár fáa íslendingar
hendavegin. Hetta er nakað,
vit gleða okkum til, tí tað
hevur øgiliga nógv at siga
fyri okkum, at vit kunnu fáa
samstarv við onnur lond um
úrvalsarbeiðið. Og so hvørt
sum okkara lið fáa góð úrslit,
økjast møguleikarnir bara
fyri tí.
Ein tanki hjá teimum í
Hondbóltssambandinum er
eisini, at tað kanska skal bera
til at fáa samstarv við onnur
lond.
– Nú verða EM-og HM-
undankappingar
gjarna
spældar út ímóti sumri, so
tí kundi verið upplagt fyri
okkum, at vit kanska fingu
samstarv við grannalondini
um at møtast fyrst í januar
mánaði ella kanska millum
jóla og nýggjárs. Har kundu
vit fingið í lag samstarv við
Norra, Danmark, Svøríki,
Ísland og kanska Holland, so
okkara spælarar høvdu fleiri
avbjóðingar at sæð fram
ímóti, sigur Hallur Danielsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
hondbóltur
Í sambandi við, at fýra úrvalslið í hondbólti fara til Íslands um eina góða viku, fara eisini onnur hondbóltsfólk
við, so tey fáa møguleikan at kunna seg um, hvussu íslendingar gera tingini, tá talan er um menning og landslið
80 hondbóltsfólk til Íslands
Eftir at føroysku U17-genturnar vunnu á Íslandi í EM-undankappingini í mars, eru íslendingarnir
blivnir enn meira spentir upp á at fáa í lag hondbóltssamstarv við føroyingar
Mynd: Álvur Haraldsen
U14-gentur
Beinta Ragnarsdóttir Dam, H71
Tóra í Stórustovu, H71
Karin Ragnarsdóttir Dam, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jetta Svøðstein, Stjørnan
Lea Durhuus, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Anna Sofía Skoradal, Kyndil
Elsa F. Egilsnes, VÍF
Ingibjørg Olsen, VÍF
Lív S. Poulsen, VÍF
Ró Tova Nielsen, VÍF
Karina Berg Høgnesen, StÍF
Hjørdis Viðstein, Neistin
Ingunn K. Persson, Neistin
Høvuðsvenjari: Oliver Jensen
Hjálparvenjari: Michael Ericsson
U14-dreingir
Høgni Gaard, H71
Jógvan Petersen, H71
Sakaris Aviano Sakarisson, H71
Tórmóður Djurhuus, H71
Jón á Argjaboða, Neistin
Jóhannes Bjørgvin, Neistin
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Martin Danielsen, Tjaldur
Hendrikkur Davidsen, Tjaldur
Jákup Nolsøe Olsen, VÍF
Jákup W. Olsen, VÍF
John Haldansen, VÍF
Petur Simonsen, VÍF
Tróndur Mikkelsen, Neistin
Høvuðsvenjari: Oliver Jensen
Hjálparvenjari: Christoffur Gert Nielsen
U16-gentur
Annika Fríheim Petersen, H71
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Magna Tórðardóttir, Kyndil
Elisabet Vang, Neistin
Drós Ragnarsdóttir, Neistin
Katarina Høj, Neistin
Rannvá Dahl Hanusson, Neistin
Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Fríða á Dunga, Neistin
Vár Højgaard Thomsen, Hjemly
Sonja Sirdal, Stjørnan
Tóra Eliasen, Stjørnan
Vár Djurhuus Poulsen, StÍF
Beinta Bárðardóttir, GOG
Siw Matrass, GOG
Ida Norðfoss, HIK
Høvuðsvenjari: Oliver Jensen
Hjálparvenjari: Bárður Johannessen
U16-dreingir
Hørður Trygvason, H71
Brandur Halgirsson, H71
Niklas Højgaard, H71
Uni H. Petersen, Kyndil
Ólavur av Fløtum Reginsson, Kyndil
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Magnus Kárason Durhuus, Kyndil
Tróndur Wardum, Kyndil
Heini Edvardsson, Kyndil
Jóan Petur Hentze, Kyndil
Jóhan í Garðastovu, VÍF
Hallur Árason, VÍF
Karstin í Húsinum, KÍF
Kaj Johannesen, Kolding HK
Agga í Garðastovu, Kolding HK
Høgni Zachariasen, Kolding HK
Høvuðsvenjari: Oliver Jensen
Hjálparvenjarar: Uni Wardum
& Hjalmar Klein Olsen
Úrvalsliðini: