Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. mai 2015 · Nr. 51 ítróttur hondbóltur – Sleppa vit at dyrka hesi ungu menniskjuni, og tey halda fast við sín góða hugburð og vilja, so eri eg sannførdur um, at føroyskur hondbóltur við tíðini veruliga kann koma langt, sigur Oliver Jensen, hondbóltsmennari hjá HSF, nú farið verður avstað til Íslands við fýra liðum í næstu viku Miðvíst arbeiði skal til Hilmar Jan Hansen – Tað er eitt fínt hugskot, at føroyskur hondbóltur sam­ starvar við íslendskan hond­ bólt, tí Ísland er ein hond­ bólts­tjóð, sum hevur fótað sær væl og hevur verið við í fleiri ár – serliga hjá monn­ um. Føroyingar kunnu læra nógv av íslendingum, eins væl og av øðrum norður­ lend­ing­um, men ikki minst er um­ráðandi, at ungu føroy­ ingarnir fáa avbjóðingar og sleppa at síggja, hvussu tey gera í Íslandi. Tað sigur hond­bólts­menn­ arin hjá Hond­bólts­sam­band­ inum, Oliver Jensen, nú farið verður avstað til Íslands í næstu viku við fýra úr­vals­ liðum í aldurs­bólkunum U14 og U16 hjá bæði gentum og dreingjum. – Fyri at seta tingini í relieff, so sóu vit herfyri, at U19-kvinnurnar blivu smurd­ar av yviri í Litava, og tað var millum annað, tí tær ikki hava verið ígjøgnum hesa til­gongdina í fleiri ár, sum ger tær klárar til slíkar dystir og kappingar, sigur hann og vísir samstundis á, at tað var týdningarmikið og rætt at fara avstað, tí á U19- lið­num eru nakrir evnaríkir spæl­arar, ið skulu sleppa at royna seg, tí brúk verður fyri teim­um í framtíðini. – Tá vit so tosa um hesi U14- og U16-úrvalsliðini, sum fara til Íslands, so hava tey verið ígjøgnum eitt sindur meira av fyri­reik­ing, tí vit hava verið í gongd í hálvt­ annað ár. Talan hevur verið um eina menn­ingar­til­gongd, har tey hava fingið nakað at vita um, hvussu tú spælir »ordiligan hondbólt«. Eg kann bara fegnast um, at spæl­ar­ar­nir hava sæð fram til at sleppa avstað og eisini hava víst góðan hugburð undir fyri­reik­ingunum. Mugu halda fast Oliver Jensen heldur tað hava øgiliga stóran týdn­ ing fyri framtíðina hjá før­ oyskum hondbólti, at hildið verður fast við tað úrvals­ar­ beiði, sum er komið í gongd, og at ungir hond­bólts­spæl­ arar kunnu síggja fram úr­ vals­venjingar frá U12-aldri og lands­liðsavbjóðingar frá U14-aldri. – Vit skulu syrgja fyri, at tey fáa eina góða, glaða og spenn­andi tilgongd til hond­ bóltin, so tey fáa hug til at blíva við at spæla hondbólt. Eydnast tað, hava vit sera góðar møguleikar at halda fram við menningini av hes­ um ungu fólkunum, sigur hann og vísir á, at tað hvørki er hann ella nakar annar per­ sónur, sum er avgerandi fyri hetta prosjektið. Hann sigur tað avgerandi vera, at eitt prosjekt verður bygt upp, sum ber seg sjálvt og megnar at menna seg sjálvt, so tað er í gongd alla tíð­ina, óansæð hvørji fólk eru við ella ikki. – Upp á tann mátan ber til at gera tað lokkandi at koma til úrvalsvenjingarnar, so vit alla tíðina halda spælar­ unum til. Søguliga er alt ov ofta ymiskt sett í gongd, sum er dottið niðurfyri aftur stutt eftir, og upp á tann mátan fært tú ikki ungu spæl­arar­ nar at verða ver­andi í hond­ bólt­inum, tí tá velja teir held­ ur onkra aðra ítróttar­grein framum. Men óansæð, hvør stendur fyri tí, skal hond­ bólt­urin í sær sjálvum vera drív­megin, sum dregur fólk til, sigur Oliver Jensen. – Við tí miðvísa arbeiði, sum nú er gjørt, er tað part­ víst eydnast, tí hóast eitt nú fót­bólturin hevur nógv meira pengar enn hond­bólt­ urin, so uppliva vit ferð eftir ferð, at spælarar velja hond­ bóltin fram um fót­bóltin, tí teir brenna fyri at spæla hondbólt og eisini sleppa at spæla. Og tá tey, sum kanska dáma øgiliga væl fleiri ítróttargreinar, allíka­ væl velja hondbóltin fram­ um, haldi eg tað vera øgiliga gleði­ligt. Kunnu koma langt Í hálvtannað ár hevur hond­ bóltsmennarin fylgt við teim­um yngru liðunum í før­ oyskum hondbólti og havt allar teir bestu ungu spæl­ arar­nar undir hond í úr­vals­ venjingunum, og hann fegn­ ast um at síggja hesi ungu, hvussu tey støðugt mennast. – Bara nú undir venjing­ unum undan Íslandsferðini havi eg sæð U16-genturnar spælt uppaftur betur, enn U17-landsliðið gjørdi tað í EM-undankappingini í mars, og um eg fari ein aldursbólk longur niður, so síggi eg fyri mær, at U14-genturnar verða minst líka góðar sum U16-genturnar, sigur Oliver Jensen. – So havi eg eisini sæð U16-dreingirnir havt stóra dygd í sínum spæli, so har er eisini nógv gott at byggja víð­ari á. Tá vit tosa um U14- dreingirnar, so eru teir tann bólk­urin, vit síðst eru komnir í gongd við, men eisini har er ein rúgva av individualistum, ið nokk skulu blíva ein góð heild. At arbeitt verður miðvíst og uttan aftur at lata arbeiðið detta niðurfyri, er sambært Oliver Jensen lykilin til, at før­oyskur hondbóltur veru­ liga kann mennast – og blíva við at mennast: – Sleppa vit at dyrka hesi ungu menniskjuni, og tey halda fast við sín góða hug­ burð og vilja, so eri eg sann­ førd­ur um, at føroyskur hond­bóltur við tíðini veru­ liga kann koma langt, sigur hann. – Vit skulu syrgja fyri, at teir ungu spælararnir fáa eina góða, glaða og spennandi tilgongd til hondbóltin, so teir fáa hug til at blíva við at spæla hondbólt, sigur Oliver Jensen Myndir: Álvur Haraldsen