Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 15. juli 2004 15 At eiga eitt ellisakfar verður ofta hildið at vera ein dýrur sport- ur, og tað kann tað eisini vera. Men tað valdast í stóran mun, hvat tað er fyri akfør, talan er um. Nógv áhugaverd ellisakfør eru bílig at keypa BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyri nógv fólk hevur dreymbilurin ella motor- súkklan ofta samband við minnir frá barnaárunum. Tað kann t.d. vera ein ávís- ur bilur ella motorsúkkla, sum onkur í familjuni átti, tá tey vóru ung. Motorsúkklur hava tann fyrimun, at tær taka ikki so nógv pláss og eru lættar at goyma í kjallarum ella aðrastaðni, har tær kunnu standa heitt og gott. Bilar taka sjálvsagt meira pláss og eru ikki so lættir finna pláss til. Føroya Ellisakfør hava gjørt nakað við henda trupulleika. Í gamla vatn- brunninum við Gráastein í Havn eru nú møguleikar hjá limunum at varðveita gomul akfør undir góðum og tryggum umstøðum. Toyota Corona og Mazda 929 Hardtop Í ymiskum bløðum sum t.d. Klassisk Bil & MC verður lýst við nógvum ymiskum gomlum bilum og motor- súkklum. Eisini í Den Blå Avis (www.dba.dk), og á nógvum heimasíðum eru eisini ellisakfør at finna. Hetta eru bilar sum kunnu keypast í einum av grannalondunum fyri mill- um 10 og 20.000 krónur plus mvg av keypsprísinum og frakt til Føroya. Her eru myndir av tveim- um bilum, sum vóru væl umtóktir tann tíð tað var. Toyota Corona frá 1966, sum var ein av fyrstu Toy- ota bilunum, sum komu til Føroyar. Teir fyrstu Toyota Crown komu í 1963/64. Seinni komu so eisini Corolla. Mazda 929 Hardtop var ein bilur, sum var sera væl umtóktur millum unga fólkið í Føroyum í 70-un- um. Hetta eru bilar, sum kunnu keypast fyri millum 8 og 12.000 krónur + mvg. Fyri tey sum hava áhuga, tíð og umstøður, eru góðir møguleikar fyri at ogna sær bílig ellisakfør. Ellisakfør nýtast ikki at vera so dýr Mazda 929 Hardtop. Hesir vóru sera væl umtóktir millum unga fólkið í Føroyum í 70-unum Toyota Corona frá 1966. Áhugaði kunnu vanda sær til hesa teldupost adressuna: allan-elisabet.persson@telia.com 15 Nr. 133 • hósdagur • 15. juli 2004 • 78. árg. Umleið 150 fólk vóru til móttøku og opið hús leygardagin 10. juli hjá bilasøluni Nordcar við Ring- vegin við úti við Velbastaðvegin. Fyritøkan umboðar bilmerkini BMW og Fiat BILASØLA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sambandi við at bilasølan Nordcar hálvan apríl 2004 yvirtók umboðini fyri bil- merkini BMW og Fiat í Føroyum, var móttøka og opið hús við Ringvegin við Velbastaðvegin seinasta leygardag. Teir sum eiga bilasøluna Nordcar eru bilasølan Norðbil saman við Jákupi Klein Olsen og Jens Petur Jensen, sum er stjóri á fyri- tøkuni. Fyritøkan er deild soleið- is upp, at mekaniski verk- staðurin og plátuverkstað- urin koyra sum sjálv-støð- ugar eindir. Aron Justinus- sen rekur mekaniska verk- staðin undir navninum BF- Service, og Sofus Lognberg rekur plátu- og lakkerings- verkstaðin. Jens Petur Jensen tekur sær av bilasøluni, umframt at hann er stjóri felagsins, og Jákup Klein Olsen hev- ur eykalutagoymsluna. Umleið 150 fólk stukku inn á gólvið hendan dagin, har borðreitt var við kaffi, køkum og pinnamati. Móttøka á nýggjari bilasølu Nýggjur 3-ari í 2005 Komandi ár kemur ein heilt nýggjur BMW 3 á marknaðin. Designið minnir um núverandi 3-aran, og fleiri nýggir 6 syl. bensin og turbo- dieselmotorar vera á skránni Kelda: FDM / Motor 9-5 fram- leiðast í Detroit Tá núverandi Saab 9-5 verður avloystur í 2007, skal bilurin framleiðast hjá Gene- ral Motors í Detroit í USA. Frá GM, sum eigur Saab, verður upplýst, at talan verður um ein bakhjólsdrivn- an bil. Tað verður fyrstu ferð í søguni, at ein Saab ikki er for- hjólsdrivin Kelda: Motor Magasinet S 60 og V70 facelift Í august 2004 koma Volvo S60 og V70 við eini facelift. Talan verður um nýggjar lyktir, kølaragittar og kúfangarar. Innan verða eisini fleiri broytingar við t.d. nýggjum setrum Kelda: FDM Motor Leygardagin var móttøka hjá nýggju bilasøluni Nordcar í Havn. Her eru: Jens Petur Jensen, stjóri og partaeigari, Birgir Dam Jacobsen, partaeigari, saman við soninum, Jákup Klein Olsen, partaeigari, saman við dóttrini, og Aron Justinussen, sum rekur mekaniska verkstaðin Mynd: Magnus Gunnarsson Frá móttøkuni: Birgir Dam Jacobsen, Óla Jákup Rólantsson, Jens Petur Jensen, Martin Restorff, Jákup Klein Olsen, og Frits Dam Jacobsen Mynd: Magnus Gunnarsson Vitjandi, familja og fyrrverandi starvsfelagar saman við eigarunum á móttøkuni leygardagin. Umleið 150 fólk komu á gátt hendan dagin Mynd: Magnus Gunnarsson Mynd: Jákup Klein Olsen C M Y K 14