Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 6 Annika Kunoy Im E in dagin fyri nøkrum árum síðani stovnar Mariana Baca Maldonado úr Meksiko sær vangamynd á eina dating síðu. Hon visti ikki tá, at hendan spon­tana avgerðin fór at kollvelta alla tilveru hennara, og at hon eftir fá­um árum fór at flyta úr Meksiko til okk­ara fjarskotnu oyggjar at búgva. – Mær dámdi ikki so væl at brúka datingsíðina og slettaði profilin eftir tveimum vikum. Eg møtti tó einum áhugaverdum manni hesar tvær vikurnar, eg var á síðuni, sum eisini fyrr hevði vitjað í heimbýi mínum í Meksiko. Hetta var Poul úr Føroyum, sum seinni gjørdist maður mín. Hóast Mariana onki kendi til Føroy­ar og viðurskiftini her, so hildu hon og Poul sambandið við líka, og eru í dag hjún. Tey fyrstu trý árini av hjúnar­ lagnum ferðaðist Poul millum Norra, har hann arbeiðir, og Meksiko, har Mariana búði. Prátið hjá teimum báð­um fall ofta á møguleikan at flyta til Føroyar ella til Danmarkar, men á hesum økinum drálaði Mariana, tí hon eigur ein 20 ára gamlan son og eina 15 ára gamla dóttir, sum ikki kundu koma við henni, um hon fór úr Meksiko. Gras, seyður og fá hús Til endans bleiv tað torført bæði fíggj­ar­liga og praktiskt hjá Poul at ferð­ast ímillum bæði londini, og hjún­ ini fluttu so til Føroyar at búgva, fyri níggju mánaðum síðani, saman við sjey ára gomlu dóttur Marianu. Mariana minnist aftur á fyrsta dagin í Føroyum við einum smíli. Ikki tí tað var so stuttligt, men tí skelkurin var so stórur. – Tað var nógvur vindur og sera kalt fyrsta dagin, eg kom til Føroya. Tað var ein hvøkkur, greiðir Mariana frá. – Í bilinum á veg til Klaksvíkar sá eg, at her var onki. Bert gras, seyður og nøkur fá hús. Eg hevði búð í einum stórum býi í 13 ár, og hetta var eg slett ikki von við. – Eg og maður mín høvdu tosað um heimbý hansara Klaksvík fleiri ferðir, og tá hevði eg ímyndað mær ein bý meira líkum Tórshavn. Tá eg kom til Klaksvíkar, sá eg hvussu lítið alt var, og hetta hevði stóra ávirkan á meg. Eg hugsaði við tað sama, at tað fór at verða ógjørligt at fella til, sigur hon álvarsom. Tað var ikki bara Mariana, sum skuldi ígjøgnum stóru broytingina, men sjey ára gamla dóttirin skuldi eis­ini venja seg við nýggja lívið í lítla sam­felag­num. – Tað hevur verið torført hjá dóttur míni at tillaga seg føroyska sam­felagið. Fyrstu tíðina var tað sum eitt spæl, og alt var nýtt, vakurt og deiligt – serliga náttúran, men so byrj­aði gerandisdagurin. – Eg hugsaði serliga um, hvussu eg kundi fáa ein vanligan, inni­halds­ miklan gerandisdag her. Eg hevði stóran ampa av, at so lítið var at gera og skilti ikki, hvat fólk gjørdu til stutt­ leika. Eg fekk at vita, at kvinnurnar ganga í bindiklubb, men eg dugi ikki at binda. Eg bleiv sera hugtung ta fyrstu tíðina og vildi bert sleppa av aftur landinum. Mariana, sum í Meksiko hevði ein fullan gerandisdag við børnum, vin­ fólki og frítíðarítrivi, stóð nú knapp­ liga einsamøll í einum nýggj­um landi, har hon hvørki skilti mál ella mentan. Kendist sum bar eg brek – Tað hevur verið sera trupult hjá mær at tillaga meg, sigur hon. Eg havi to verið heppin, tí eg havi verið væl móttikin og vælkomin. Gjøgnum sviger­indu mína eri eg komin í sam­ band við fólk í býnum, og eg havi eis­ ini fingið eina føroyska vinkonu, sum hevur eina dóttur javngamla við dótt­ ur mína. Hon hevur eisini sett meg í sam­band við fleiri føroyskar kvinnur. – Familjan hjá manni mínum hevur eisini tikið væl ímóti mær, Tá vit júst vóru komin til Føroya, føldi eg, at um vit vóru verandi her, so kom eg ikki undan við lív­ inum. Nú er tann kenslan broytt« – Eg kendi meg, sum bar eg brek. Eg dugdi ikki málið, hevði ikki koyrikort, eg kendi ongan, og í matvøruhandlinum sá alt undar­ligt út, sigur Mariana Baca úr Meksiko, sum fyri níggju mánaðum síðani flutti til Føroya við sjey ára gomlu dóttur síni kendist sum eg bar brek Integratión: persónssøga