hósdagur 7. mai 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
7
men eg eri ikki von við at detta inn á
gólvið hjá fólki uttan at verða boðin.
Tað er eisini trupult hjá mær at taka
ímóti øllum tilboðnum um koyring
og annað, sum familjan bjóðar mær.
Eg eri ikki von við at verða bundin
at øðrum fólki og vælvild teirra. Eg
eri von at verða sjálvstøðug, greiðir
hon frá.
Í Føroyum er ofta ónossligt veður,
og fyrstu tíðina í Føroyum hevði
Mariana ikki bil. Tá bjóðaði familja
hennara seg ofta til at koyra hana at
keypa inn og aðra staðni, hon hevði
brúk fyri at fara.
– Eg kendi tað, sum bar eg brek;
Eg dugdi ikki málið, hevði ikki koyri
kort, eg kendi ongan, og í matvøru
handlinum sá alt undarligt út, greiðir
Mariana frá.
– Dóttir mín fær eisini skúlating
fyri, og tað er sera torført hjá mær at
hjálpa henni, tá eg onki skilji. Tá eg
havi verið til foreldrafundir og annað,
havi eg hildið meg aftur. Men lærar
innan hevur verið ómetaliga blíð og
fyrikomandi, og tá dótturin kom í
flokkin, kunnaði hon hini foreldrini
og bað tey taka væl ímóti henni. Eg
havi ongantíð kent, at mismunur
hevur verið gjørdur, sigur hon.
Dóttir mín tosar enn ikki føroyskt,
hóast hon skilur nógv. Tá vit komu
til landið, spældi hon nógv við eina
gentu, sum dugdi væl enskt, og tær
báðar samskiftu á enskum. Lærarin
hjá dóttrini segði mær, at hetta tó
tarnar framgongdini við føroyska
málinum. Av tí sama er hon nógv inni
og nógv á teldlinum. Tað er keðiligt
hjá mær at síggja hana soleiðis, tí hon
altíð hevur verið nógv úti við vinkon
unum. Ofta velur hon eisini at vera
heima ella at fara í svimjihøllina, so
leiðis at hon sleppur undan at royna
seg á føroyskum, greiðir Mariana frá.
Integratións-
tilgongdin er óskipað
Mariana sigur frá, at hon hevur havt
tunglyndi stóran part av tíðini, hon
hevur verið í Føroyum, men eisini at
hon hevur tað betri nú.
– Tað, sum hevur hjálpt mær,
eru fundir vit hava havt saman við
øðrum útlendingum, síðani Klaks
víkar Kommuna fór undir verk
ætlanina at orða ein politikk fyri út
lendingar. Hetta hevur sjóðað saman
útlendingarnar í kommununi, sum
hava havt møguleika at deila uppliv
ingar sínar hvør við annan, sigur hon.
Vit mangla upplýsingar
Mariana heldur, at integratiónstil
gongdin hevði verið munandi nemm
ari, um upplýsingar um tænastur
vóru lættari atkomuligir á enskum.
– Tá tú kemur til Føroya sum til
flytari, hevur tú eina rúgvu av orku.
Eg vildi til dømis møta fólki, finna
arbeiði og vitja landið beinanvegin.
Hevur tú so ikki atgongd til upplýs
ingarnar, tá tú kemur, so er skjótt at
orkan hæsar av. Hevði onkur loftað
mær og víst mær á upplýsandi tilfar
til tilflytarar, so hevði eg ikki kent
meg so hjálparleysa í fyrstuni, sigur
hon.
– Eisini hevði verið betri, um vit
útlendingar høvdu atgongd til skip
aða undirvísing í føroyskum máli
við góðum tilfari, so sum bókum og
fløgum. Tá tú kemur til landið, vænt
ar tú, at alt hetta er atkomuligt, tí so
leiðis er tað í Danmark, men tað er
tað bara ikki. Vit eru á byrjanarstøði
á hesum økinum, og útlendingarnir
kenna seg vilstar, sigur hon álvarsom.
Tað er týdningarmikið
at verða positivur
– Eg hevði ein negativan hugburð, tá
eg kom til Føroya, og alt hetta mangl
aði. Eg kendi tað vónleyst. Tó tað er
eisini týdningarmikið, at vit gera
okkara besta at hava ein positivan
hugburð.
– Tá vit júst vóru komin til Føroya,
føldi eg, at um vit vóru verandi her,
so kom eg ikki undan við lívinum. Nú
er tann kenslan broytt, og eg eri opin
fyri at verða her, um so er, at møgu
leikarnir hjá familjuni at trívast eru
betri her, sigur hon vónrík.
Mariana sigur, at hon hevur vant
seg við, at tíðin gongur seinni í Føroy
um. Hon dugur eitt sindur av mál
inum og vónar, at hon skjótt finnur
eitt starv.
– Vit hava enn ikki gjørt av, hvørt
vit verða verandi í Føroyum. Vit hava
valt at royna í eitt ár, og so taka vit
avgerðina, sigur hon.
»Dóttir mín fær eisini skúlating fyri, og tað er sera
torført hjá mær at hjálpa henni, tá eg onki skilji«
– Tá tú kemur til Føroya sum tilflytari, hevur tú eina rúgvu av
orku. Eg vildi til dømis møta fólki, finna arbeiði og vitja landið
beinanvegin. Hevur tú so ikki atgongd til upplýsingarnar, tá tú
kemur, so er skjótt til at orkan hæsar av. Hevði onkur loftað mær
og víst mær á upplýsandi tilfar til tilflytarar, so hevði eg ikki kent
meg so hjálparleysa í fyrstuni, sigur Mariana Baca úr Meksiko
Meiri um evnið á næstu síðu
Mynd: Alvin Elleby Andersen