hósdagur 7. mai 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
8
Annika Kunoy Im
14 ár eru liðin, síðani Alma Kjærbo úr
Filipsoyggjunum kom til Føroya fyri
fyrstu ferð. Tað var í 2001, at Alma og
mamma hennara fóru langa vegin úr
Filipsoyggjunum til Føroyar at vitja
systur Almu, sum var gift við einum
føroyingi.
Alma, sum arbeiddi sum røntgen
teknikari í Filipsoyggjunum, hevði
fingið arbeiðsloyvi í Føroyum og var
spent uppá at koma og royna okkurt
nýtt í einum landi so langt frá, har
hon var uppvaksin. Sjálv hevði hon
ikki lisið so nógv um landið, áðrenn
hon kom, tí torført var at finna tilfar,
sigur hon.
– Systur mín hevði tó sagt mær, at
Føroyar vóru fantastiskar, so eg var
ótrúliga spent uppá at koma.
Alma byrjaði at arbeiða á fiska
virki á Eiði og møtti eftir stuttari tíð
Martin, sum er úr Klaksvík. Tey bæði
blivu par, og valdu síðani at gifta seg.
Tá tey vóru gift, fingu tey ein stóran
stakk av pappírum sendandi úr Dan
mark, sum tey skuldi fylla út. Spurn
ingarnir, tey skuldu svara, fevndu
um, hvussu nógvur peningur var á
konto hjá Martini, hvar hann búði,
hvussu nógvar fermetrar hvørt rúm
í húsinum var, og annað persónligt.
Av tí, at Martin skuldi vísa á, at hann
kundi uppihalda konu síni, mátti
parið keypa húsini hjá foreldrunum
hjá Martini.
– Tað tók tríggjar til seks mánaðir
at bíða eftir uppihaldsloyvinum hjá
Almu, greiðir Martin frá. Pappírini
blivu vekk, og vit máttu seta okkum
í samband við sakførara, sum síðani
persónssøga
Eg vildi ikki við
manni mínum til
veitslur og onnur
sosial tiltøk, tá eg
ikki dugdi málið.
Soleiðis var tað
trý tey fyrstu
árini«
– Tá eg flutti til Føroya, var onki tilboð til tímar í føroyskum ætlað
útlendingum. Síðani eru nøkur tilboð komin, men tað var ikki, fyrr
enn eg fekk privatundirvísing, at tað veruliga byrjaði at ganga framá
við tí føroyska, sum er neyðugi lykilin fyri at gerast ein partur av
føroyska samfelagnum, sigur Alma Kjærbo frá Filipsoyggjunum
Fyrsta
tíðin
var ein
marra
Integratión: