hósdagur 7. mai 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
9
setti seg í samband við danska út
lendingastýrið, fyri at finna útav
hvar pappírini hjá Almu vóru blivin
av, sigur hann.
– Hendan fyrsta tíðin var okkum
ein marra, sigur Martin. Í dag er
hendan tilgongdin nemmari, tí nú
er útlendingastovan tann millum
liðurin, sum vit manglaðu tá, sigur
hann.
Var skuffað fyrsta dagin
Tá tankar hennara leita aftur á tann
dagin flogfarið lendi í Vágum fyri 14
árum síðani, eru kenslurnar bland
aðar.
– Fyrsti dagur mín í Føroyum var
ræðuligur, flennir Alma. Eg væntaði
ein stórbý við fleiri møguleikum, og
eg varð eg rættiliga skuffað tá eg kom
til Føroyar.
– Nú er nemmari, tí nú havi eg
tikið mentanina til mín. Eg eri dansk
ur ríkisborgari, og eg elski at búgva í
Føroyum.
Málið var lykilin
til felagsskapin
Tá Alma flutti til Føroyar, var onki
tilboð til tímar í føroyskum ætlað
útlendingum. Nakað seinni var
kvøldskúlatilboðið sett á stovn, og
síðani fór hon í skúlan við Áir og tók
føroyskttímar har. Men tað var ikki,
fyrr enn hon fekk privatundirvísing,
at tað veruliga byrjaði at ganga framá
við tí føroyska hjá Almu, og í dag
tosar hon flótandi føroyskt.
– Tað er so himmalvíður munur
á at duga málið – tá fær ein veruliga
verði partur av felagsskapinum. Nú
gevi eg ofta mítt íkast til samtalurnar
á arbeiðsplássinum, ella spyrji nærri
inn til, hvat tey tosa um. Áðrenn eg
dugdi føroyskt, lurtaði eg bara, aftraði
meg ofta og hevði bestan hugin bara
at fara til hús, tí eg kendi meg ikki
væl, sigur hon.
– Eg vildi ikki við manni mínum
til veitslur og onnur sosial tiltøk tá
eg ikki dugdi málið. Soleiðis var tað
trý tey fyrstu árini, sigur hon.
Hóast hon dugur føroyskt og
hevur búð í Føroyum í 14 ár, hevur
hon onga føroyska vinkonu.
– Á fiskavirkinum, har eg arbeiði,
eru vit fleiri kvinnur frá Filipsoyggj
unum, og tá tosa vit ofta saman
á filipinskum máli. Ofta hoyri eg
starvsfelagarar mínar biða okkum
tosa føroyskt, tí tey skilja ikki, hvat
vit siga, men hóast vit allar duga
føroyskt, so er tað ónátúrligt at tosa
føroyskt saman. Eg plagi síðani at
spyrja, um føroyingarnir í Danmark
tosa danskt sínamillum, og svarið er
altíð nei. Hetta er tað sama. Vit tosa
okkara egna mál, tá vit tosa saman.
Tosa føroyingarnir við okkum, so
svara vit sjálvandi á føroyskum, sigur
hon.
Ræðsla og rasisma
Summir føroyingar tykjast bangnir
fyri útlendingum, heldur Alma.
– Hvørja ferð prátið fellur á út
lendingar í miðlunum, fáa vit særandi
spurningar, so sum hví vit eru her, og
hvat vit gera her, og um onki arbeiði
er at fáa, har vit eru frá. Tað er niðr
andi viðhvørt, men tað tykist ikki,
sum tey vita, at viðmerkingarnar
særa, sigur hon.
Tá Martin og Alma just vóru
komin saman arbeiddi Martin sum
DJ, og eitt kvøldið hevði hann bjóðað
Almu og filipinsku vinkonum henn
ara við í ein náttklubba, sum hann
arbeiddi í. Tá kemur ein maður til
teirra og spyr Martin, um Alma er
kona hansara. Hann sigur ja, hon er
kona mín, og ungi maðurin spyr síð
ani, hvussu nógv hon kostaði.
– Hetta er tað ræðuligasta eg havi
uppliga av rasismu í Føroyum, og
tíbetur skilti Alma ikki føroyskt tá,
sigur Martin.
Vit mugu samstarva
– Tað týdningarmesti parturin av
integratiónini er at vit øll arbeiða
saman. Eg havi ofta skammað meg
yvir at eg ikki havi dugað málið ella
havt kunnleika til føroysk viðurskifti.
Tað er týdningarmikið at bæði eg,
sum útlendigur, geri mítt besta men
eisini at føroyingarnir vísa mær og
øðrum útlendingum meir áhuga,
heldur hon.
annikak@sosialurin.fo
»Hvørja ferð prátið fellur á útlend
ingar í miðlunum, fáa vit særandi
spurningar, so sum hví vit eru her, og
hvat vit gera her, og um onki arbeiði
er at fáa, har vit eru frá«
– Týdningarmesti parturin av integratiónini er at vit øll arbeiða
saman. Eg havi ofta skammað meg yvir at eg ikki havi dugað málið
ella havt kunnleika til føroysk viðurskifti. Tað er týdningarmikið at
bæði eg, sum útlendigur, geri mítt besta men eisini at føroyingarnir
vísa mær og øðrum útlendingum meir áhuga, sigur Alma Kjærbo
Myndir: Alvin Elleby Andersen
Mariana Baca úr Meksiko og Alma Kjærbo frá Filipinsoyggjunum