Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 10 Mortan Østerø E ftir at Dagmar Joensen Næs leiddi føroyingum inn í stovurnar hjá lágløntum, støkum uppihaldarum hós­kvøldið 9. apríl – júst eftir eitt politiskt formansorðaskifti í Kring­ varp­inum – varð hetta somuleiðis byrjanin til eitt burturtagt kjak. At føroy­ingar veruliga høvdu torført at fáa fíggjarligu endarnar at røkka í gerandisdegnum gjørdist ógvuliga eyðsæð, hóast tað neyvan er í tráð við sjálv­sfrásøgnina hjá føroyingum um, at eingin fátækur býr í Føroyum. Kanónirnar vendust skjótt móti Løg­ ting­inum, sum kravdu at fáa politisku skipanina at veita størri trygd fyri teir borgararnar, ið liva undir fátækaváða. Trupulleikin hevur verið við­ gjørdur í fleiri umførum, og sitandi sam­gonga hevur millum annað hækkað barnafrádráttin, men felags­ skapir sum »Í menniskjum góður tokki« og dokumentarurin hjá Kring­ varp­inum lýsti ein veruleika, har hesar ábøturnar ikki munaðu í nóg stóran mun. Miðlahúsið tók síðani tað kontroversiella stigið innan miðla­heimin og fór aktivistiskt til verka við átakinum »Meðan vit bíða«. Speiska heitið á átakinum sipaði til, at fleiri royndir hava verið at lýsa trupulleikarnar við fátækaváða og fátækadømi í føroyska samfelagnum frá síðulinjuni uttan munagóðar ábøtur, og nú var tíðin búgvin til sjálvi at fara undir eina innsamling. Átakið í Løgtingið »Meðan vit bíða« metti, at politik­ar­ ar­nir høvdu havt rúma tíð at føra fram síni sjónarmið, og valdi tískil at geva øðrum samfelagsbólkum pláss í miðlunum fram um politikararnar í fyrstu syftu. Tá ið eitt sindur av tíð var frágingin, vórðu formenninir í politisku flokkunum bodnir til orða­skifti í Miðlahúsinum tann 23. apríl. Tá avtornaði viðgingu flestøll floks­um­boðini at fátækaváði varð ein ítøkiligur trupulleiki, sum kravdi politiskt inntriv, harav eitt ítøkiligt upp­skot var at hækka barnaískoytið til tær mest fíggjarliga sperdu fam­ iljur­nar. Júst hetta uppskoti hevur fingið nógvar ákoyringar fyri at nýta gomul hagtøl og at gera støðuna verri enn hon helst er. Sambært samgonguni eru nevniliga nógvir batar gjørdir, sum ikki síggjast í hagtølunum, meðan andstøðan hevur hildið fast við, at gomlu hagtølini eru ikki við­komandi í kjakinum, tí tey framman­undan bera keðilig boð um fátæ­kaváða, ið krevja politiskt upp­ merk­semi. Tíanverri gjørdist málið um at koma teimum mest fíggjarliga sperdu familjunum á henda hátt eitt parta­politiskt mál, ið gjørdist sera sjónligt, tá uppskotið varð borið Løg­ ting­inum. Freistin at skjóta nýggj uppskot fyri tingið fór 3. mars, og tískil kravd­ust 17 undirskriftir frá løg­ tings­limunum, skuldi uppskotið sleppa til viðgerðar, hóast farið varð um freistina. Landsstýrið hevur sjálvt nýtt hesa loysnina góðar 12 ferðir eftir, at freistin fór, men nú and­støðan varð uppskotsstillari, tyktiskt óvanliga trekt at telja upp í 17 tingmannaundirskriftir. Mánadagin áttu tey 15 undirskriftir – ein samlað andstøða átti 13 og Miðflokkurin lat tvær úr samgonguni. Sum ting­ fund­urin leið út á seinnapartin, eydnaðist at fáa tær báðar sein­astu undirskriftirnar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólka­flokk­inum og Rósa Samuelsen úr Sam­bands­ flokk­inum tryggjaðu, at uppskotið kundi leggjast fram mikudagin og slapp til viðgerðar í dag. Langt á mál Felags takið hjá øllum flokkum at loyva uppskotinum frávik frá tíðar­freistini, merkir einans, at upp­ skotið sleppur til viðgerðar – og er altso eingin trygd fyri, at verandi uppskot verður samtykt. Í dag er fyrsta viðgerð, og væntast kann, at upp­skotið fær nógvar viðmerkingar um til­lagingar fyri síðani at verða beint í nevnd. Eftir nevndarviðgerð og hoyr­ingar, skal uppskotið megna tvær viðgerðir í Løgtinginum afturat, áðrenn tað kann samtykkjast. Har­ afturat skal havast í huga, at fyribils seinasti tingfundurin í hesi setuni er mikudagin 13. mai, ið setir ógvuliga stórt tíðartrýst á viðgerðina av upp­ skot­inum. Somuleiðis skal valdagurin til løgtingið í seinasta lagið vera 29. oktober í ár, sum gevur tinglimunum lítið av tíð at viðgera uppskotið eftir ólav­søku, tá tingið hittist aftur. Undir viðgerðini av uppskotinum hevur dentur verið lagdur á, at upp­ skotið um hækkað barnaískoyti er ein bráðfeingisloysn til ein bráð­feingis­ tørv hjá teimum mest fíggjarliga sperdu familjunum. Tað skuldi ikki rokn­ast sum ein langtíðarloysn á ein­um samansettum trupulleika við fátæka­váða í føroyska samfelagnum. Eitt stórt trýst hevur seinastu tíðina ligið á politisku skipanini, nú fátækadømi og fátækaváði hava verið á breddanum seinastu vikurnar. Mikudagin varð framløga av uppskoti um serligt barnaískoyti, og í dag fer málið til fyrstu viðgerð Fátæka­ váði slapp í tingið politikkur Uppskotið »Løgtingsmál nr. 157/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (serligt barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum)« ■ Veitir serligt barnaískoyti til familjur undir fátækamarkinum. ■ Verður latið eftir umsókn til almannaverki. ■ Hægst 1.500 mánaðarliga krónur kunnu latast afturat fyri hvørt barn. ■ Kostar landskassanum um 10-11 milliónir krónur fyri veiting og umsiting. ■ Verður uppskotið samtykt, kemur tað í gildi dagin eftir samtyktina.