Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 11 Hvat siga politikararnir? Høgni Hoydal Umboð fyri andstøðuna – Vit fegnast um, at uppskotið er sloppið framat, men enn skal tað viðgerast í Løgtinginum og helst eisini í nevndum. Væntandi skulu vit biðja um fleiri tíðarfrávik áðrenn seinasta tingfund í hesi setuni, um nakrar vónir skulu verða um at samtykkja uppskotið. – Sjálvandi loysir hetta ikki allar trupulleikar, og vit mugu ikki rokna hesa skipanina sum ein kodda. Fátækadømi verður ver­andi ein fjøltáttaður trupulleiki, ið krevur størri broytingar í lønar­viður­ skiftum og arbeiðs- og bústaðarumstøðum, sigur Høgni Hoydal. Rósa Samuelsen Tingkvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í trivnaðarnevndini – Tað er ein fólkaræðisligur rættur hjá politikkarunum at sleppa at bera uppskot fram á ting, og tískil kunnu vit ikki at forða einum upp­ skoti at sleppa til viðgerðar. Tó er trupult at siga hvørt ver­andi upp­ skot er tað rætta at lógarfesta. Uppskotið tekur støði í ódag­førd­um hagtølum, og tískil er óvist hvørt júst hetta uppskotið er hósk­andi til støðuna í dag. – Tað er greitt, at ongin av flokkunum á tingið ynskja, at familjur liva í fíggjarliga trongum korum, og tað semjuna mugu vit arbeiða útfrá. So eg vildi ikki sagt, at uppskotið er beinleiðis partapolitiskt litað, men at ein objektiv viðgerð frá neyðugum hoyringspørtunum skal til, áðrenn at uppskoti kann samtykkjast. Hvørt hetta uppskotið verður samtykt ella ikki, fái eg ikki svara upp á júst nú. Tað ber ongantíð til at siga nakað áðrenn eina fyrstu viðgerð. Bill Justinussen Tinglimur fyri Miðflokkin og limur í trivnaðarnevndini – Fyrst og fremst skrivaðu vit undir á einum fólkaræðisligum grundar­lagið. Samgongan hevur fingið fleiri uppskot løgd fram, hóast freistin er farin, og tí er tað ein fólkaræðislig sjálvfylgja, at aðrir politikk­arar sleppa at leggja fram. – Enn er ov tíðliga at siga um uppskotinum er lívi lagað vegna strammar tíðarfreistir, umframt, at nógvar milliónir frammanundan eru játtaðar til sama øki. Tað keðiliga í júst hesum málinum, er at upp­lýsingar og hagtøl ymsastaðni frá hava verið nýtt sum próvførsla. Í versta føri kann eitt ófullkomið uppskot við óneyvum upplýsingum føra við sær sosialt snýt – altso, at fólk, sum ikki hava tørv á eini játtan, duga at definera seg innan fyri játtanarásetingarnar, meðan tey, sum veruliga hava tørv á játtanini kanska einki fáa. – Í ávísan mun, er málið eisini vorðið partapolitiskt litað. Mær dámar ótrúliga illa, at politikkarar kunnu gera sær dælt av støðuni hjá teimum veiku í samfelagnum fyri egnan politiskan vinning. Elsebeth M. Gunnleygsdóttur Tingkvinna fyri Fólkaflokkin og limur í trivnaðarnevndini – Tað er ikki óvanligt, at nokta málum frávikum frá tíðarfreistum, men vit valdu so alíkavæl at gera eitt undantak í hesum førinum. Van­liga eru sannlíkindini nevniliga ógvuliga stór fyri, at mál, sum sleppa framat eftir freistina verða samtykt, og júst hetta uppskotið hevði nógv ivamál við sær, ið skulu viðgerast. – Hvørt málið hevur fingið ein partapolitiskan lit latið eg onnur meta um. Nú verður málið viðgjørt og kemur helst í trivnaðarnevndina, har fær verður viðgjørd við virðing eins og øll onnur mál. Hvørt tíðartrýsti fer at gerast ein trupulleiki við komandi summarfrí og valinum dugi eg ikki at svara uppá, fyrr enn vit hava sent tað til hoyrings­partar og viðgerðar í trivnaðarnevndini. Tíðarlinja  Fátækaváði = 60 % undir meðalinntøkuni  1.326 børn eru í fátækaváða  Fátækadømi = inntøku undir 50 % av meðalinntøkuni  269 húskið í fátækadømi  Flestu eru stakir upphaldarar  Fevnir um 511 børn Keldur:  Álit úr almannamálaráðnum  Løgtingsuppskot um barnaískoyti  Hagstovan  Í menniskjum góður tokki Fakta – Fátækadømi & Fátækaváði 9. apríl »Við hjálp frá góðum fólki« vístur í Kringvarpinum 10. apríl »Meðan vit bíða« átaki fer á rull 13. apríl »Í menniskjum góður tokki« stuðlar átakinum og innkomnum peningi 22. apríl 7 sjálvboðin kend andlit bjóða seg fram at savna inn pening til familjur í fátækadømi 23. apríl Politiskt formannsorðaskifti um fátækaváða í Føroyum. Flest allir eru samdir um, at okkurt má gerast. 2. mai »Meðan vit bíðað« verður rundað av í Norðurlandahúsinum. Áleið 450.000 kr. komu inn, og 30 listamálarar høvdu latið málningar til uppboðssølu. 6. mai Uppskot um serligt barnaískoyti verður lagt fram á Løgtingi. 7. mai Um 100 børn hava søkt um ískoyti til frítíðarvirksemi frá »Í menniskjum góður tokki« 8. mai Uppskot um serligt barnaískoyti til 1. viðgerð á tingi.