hósdagur 7. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
12
Ágangur á netinum
tema
Eydna Skaale
T
að gekk bert ein stutt løta
frá tí, at neyðtøku-við
merkingin varð skrivað á
Facebook í seinastu viku,
inntil Liljan Weihe fekk ógvusligu
viðmerkingina um hópneyðtøku
sendandi.
– Ein vinmaður sendi mær við
merkingina. Hann bað meg sam
stundis melda hetta, tí hann helt tað
vera so grovt.
– Mín fyrsta reaktión var, at tað
var ræðuliga vemmiligt, at onkur
skuldi fáa so ilt í afturpartin av mín
um arbeiði, at eg havi uppiborið eina
neyðtøku. Eg dugi slett ikki at síggja
samanhangin ímillum mítt arbeiði
og so eina neyðtøku. Eg skilji tað ikki,
sigur Liljan Weihe.
Von við viðmerkingar
Liljan Weihe leggur dent á, at tað er
heilt í lagið, at fólk eru kritisk, og at
tey sakliga finnast at tí, hon ger, tá
hon er til arbeiðis. Tað er hon eisini
von við.
– Eg veit, at eg havi eitt starv,
sum er útsett. Og tá fólk finnast at
mátanum, eg geri mítt arbeiði uppá,
og tey hava grundgevingarnar í ord
an, so er tað fínt. Eg eri eisini von við
at fáa viðmerkingar, sum eru knapt
so sakligar, men sum í staðin snúgva
seg um mína útsjónd ella mítt kyn.
At eg havi pornovarrar, at eg eri ein
betonglebbi, at eg haldi meg vera – og
so framvegis.
– Men hesar viðmerkingarnar
haldi eg bara vera býttisligar, so tær
nerva meg ikki stórvegis, hóast tær
lýsa støðið á almenna kjakinum, sum
í stóran mun verður vunnið við niður
gering/chikanu heldur enn sakligari
argumentatión, greiðir Liljan frá.
Tað var tó nakað annað, tá hon
brádliga sá sítt egna navn nevnt í
sambandi við eina hópneyðtøku.
– Hetta er ein latent hóttan, og
tað, sum ger tað so óbehagiligt, er,
at tað er so ítøkiligt. Tað er so neyvt
beskrivað, hvat skal fara fram.
– Tað var ikki so, at eg bleiv bein
leiðis bangin, men tað hevur allíkavæl
fest seg onkursvegna, tí knappliga sá
eg svartar vøruvognar allastaðni. Tað
havi eg ikki hugsað um fyrr, so eg eri
blivin bevíst um tað uppá onkran
máta, greiðir Liljan frá.
Grovt skemt
Men hetta var jú meint, sum ein
stuttlig viðmerking. Er tað ikki bara
Liljan, sum ikki dugir at skilja skemt?
– Tað er so stutt síðani, at vit sóu
ein dokumentar um eina indiska
gentu, sum varð tikin á vegnum,
hivað inn í ein buss og hópneyðtikin.
Hon doyði av løstunum.
– Eg dugi veruliga ikki at síggja
nakað stuttligt í hesum. Eg haldi tað
vera sjúkt. Og sjálvt um eg ikki eri
beinleiðis bangin, so er tað órógvandi
at hugsa, at hasir tankarnir eru har
úti onkustaðni. Sjálvt um hasin ítøki
ligi viðmerkjarin ikki meinti tað, hann
skrivaði, so finnast tey fólkini, sum
gera hetta. Og nú er orð sett á tað her
heima – í samband við meg. Tað er
órógvandi, slær Liljan fast.
Liljan veit, at hon helst verður
løgd undir at vera hysterisk og ikki
at skilja tað stuttliga í tí, sum varð
skrivað.
– Men hetta er »slutshaming«.
Niðurgering av mær, bara tí eg eri
ein kvinna. Tíanverri eitt fyribrigdi
vit síggja oftari og oftari. Og tá vit
kvinnur gera vart við, at hetta als ikki
er í lagið, so verða vit stemplaðar sum
súrar mokkur. Hysteriskar og óhumo
ristiskar kvinnur, tí vit ikki síggja tað
stuttliga í »slut-shamingini«.
Umhugsar at melda
Liljan hevur kært ein av viðmerkj
anum, sum er leiðari á einum føroysk
um skúla, til Mentamálaráðið, sum er
ovasti myndugleiki hjá viðkomandi.
– Ein skúlaleiðari hevur beinleiðis
ávirkan á tankagongdina hjá børnum.
Og hvat ger man við ein skúlaleiðara,
sum heldur hetta vera ókey? Sum
játtar at vera við í eini hópneyðtøku,
tí hann ikki er samdur við mátanum,
eg geri mítt arbeiði, spyr Liljan.
Hon ringdi til Mentamálaráðið og
fekk har at vita, at hon kundi kæra
viðkomandi. Tað gjørdi hon, men hon
Hetta fer út um alt mark!
Vit hóp-
neyðtaka
Liljuna
Weihe!
So bersøgin var ein ungur maður á Facebook, eftir at hann í síðstu
viku var ósamdur við háttinum, sum Liljan Weihe nýtti at interviewa
Karsten Hansen í sjónvarpsstovuni. Fleiri viðmerkjarar stuðlaðu
ógvusligu útsøgnini – millum annað ein føroyskur skúlaleiðari
Hendan dagføringin á
Facebook byrjar við stað
festingini »Liljan Weihe
er irriterandi«, og hagani
flyta viðmerkingarnar seg
yvir til bæði óbeinleiðis
og beinleiðis hóttanir
– Eitt er, at fólk kritisera mítt arbeiði, men eg dugi veruliga ikki at síggja leinkjuna ímillum mítt starv og so tað,
at eg skal neyðtakast. Eg haldi tað bara vera sjúkt, staðfestir Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum
Slut-shaming
Ein gerð, sum fær ein
persón at kenna seg minni
verdan og lægri orsakað av
ávísari seksuellari atferð, og
er tengt at siðbundnum ella
vanligum kynsrelateraðum
væntanum ella tí, sum verður
hildið at vera normalt ella
religiøst rætt.
tilvildarlig mynd