hósdagur 7. mai 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
13
Vikuskifti spyr í dag hvat markið fyri útsagnum gongur á Facebook.
Kann ein skúlaleiðari loyva sær at úttala seg soleiðis? Og hvussu kennist tað at lesa,
at onkur hevur skotið upp at koma eftir tær við einum stórum bili og hópneyðtaka teg?
Hvat kann gerast fyri at broyta hetta rákið, og hvat siga grannalondini?
Skemtið
fór ov langt
Var skrivað
í spølni
Danjal av Rana
– Hetta var alt meint í skemti,
sigur ungi maðurin, um tráðin,
sum nú hevur ført til at Liljan
Weihe hevur kært ein skúlaleiðara
til Mentamálaráðið og umhugsar
at melda málið til løgregluna.
Sjálvur heldur hann, at ein
mús verður gjørd til ein elefant í
málinum.
– Øll, sum kenna meg, vita, at
eg eri ein troll’ari, og vita tí, at tá
eg sigi slíkt, skal tað ikki takast í
álvara.
Maðurin sigur, at orsøkin til
dagføringina á Facebook, var sam
røðan, sum Liljan Weihe hevði við
Karsten Hansen, landsstýrismann
í heilsumálum, í Degi og Viku.
– Hon breyt hann av alla tíðina,
og misnýtti hansara staming og
veiku talugávur, til at sleppa til
orða aftur. Hon brýtir altíð fólk
av, so at tey ikki fáa tosað liðugt,
uttan so, at tey eru tjóðveldisfólk.
Tá sleppa tey at tosa frítt, sigur
hann og vísir á, at hann als ikki er
tann einasti, sum vísti sína ónøgd
við Liljuna Weihe á Facebook
hetta kvøldið.
Hann sigur, at hann er harmur
um, at Liljan Weihe skal kenna seg
hótta, men leggur dýran við, at
talan einans er um skemt.
– Eg hevði ikki væntað, at hon
fór at síggja viðmerkingarnar,
men hinvegin so er hon so ung
í tí, at eg hevði væntað, at hon
skilti, hetta var skemt. Hví skuldi
eg skriva tað á Facebook, um eg
veruliga meinti tað, spyr hann.
Hann greiðir frá, at skemtið
mentist nátúrliga út frá viðmerk
ingini hjá skúlaleiðaranum um,
at hann visti hvar hon búði, sum
hann ikki ivast í, eisini var søgd í
spølni.
– Eg bygdi bara víðari upp
á setningin, at hesin visti, hvar
hon býr. Vit vita jú, at tað er tað
skitnasta skemtið, sum er tað
stuttligasta, men hetta gjørdist
ekstremari enn væntað, sigur
hann.
Tað er kanska ov nógv sagt, at
kalla mannin fyri ein angrandi
syndara, men hann viðgongur
tó, at viðmerkingarnar vóru betri
óskrivaðar.
– Nei, eg burdi ikki havt gjørt
tað, men heldur hugsað meg tvær
ferðir um, og kanska fari frá teld
uni, meðan gott var. Tað er eisini
stórt spell, at skúlaleiðarin skuldi
tvætla við og verða kærdur fyri
tað, hann skrivaði.
– Hetta verður ikki gjørt aftur,
sigur hann at enda.
danjal@sosialurin.fo
Viðmerkingarnar skuldu als
ikki skiljast sum nøkur verulig
hóttan móti Liljuni Weihe, sigur
ungi maðurin, ið byrjaði tráðin
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa
fatur á skúlaleiðaranum, sum er kærdur
fyri at hava eggjað til og sagt seg vilja vera
við í eini hópneyðtøku av Liljuni Weihe
hevur enn ikki frætt nakað aftur um
málið.
– Hetta er at fara langt um mark,
og tí kundi eg ikki lata hetta fara
afturvið borðinum, vísir hon á.
Men umframt at kæra skúlaleið
aran til Mentamálaráðið, so umhugs
ar hon eisini at melda viðmerkingar
nar til løgregluna.
– Í fyrstuni hugsaði eg, at eg ikki
skuldi melda hetta. Men uppá ta aðru
síðuna haldi eg, at vit mugu seta eitt
mark.
Liljan vísir á, at kvinnur eru sera
útsettar, tá tær ditta sær at stinga
nøsina fram, og fokus verður øgiliga
ofta sett á kynið og útstrálingina,
heldur enn tað, tær siga og gera.
– Vit síggja tað allastaðni. Sexuellir
undirtónar í professionellum
relatiónum, viðmerkingar um kyn og
so víðari. Kvinnur fáa viðmerkingar
um, hvat vit eru í, hvat vit útstrála.
Men tað er eingin viðmerking um,
hvat menninir eru í, ella hvat teir út
strála, vísir Liljan á.
– Tað er munur á, hvussu vit loyva
okkum at tosa við og um kvinnur, og
hvussu vit tosa við og um menn. Og
hendan viðmerkingin um neyðtøku
bussin er so langt, langt, langt undir
alt lágmark, at eg slett ikki dugi at
skilja, hvussu nakar kann forsvara
tað, sum verandi skemt.
Hon undrast á, um viðmerkjararnir
eisini høvdu hildið tað verið stuttligt,
um onkur nýtti somu orðingar um
mammur, systrar, konur ella døtur
teirra.
Men enn hevur hon ikki tikið
endaliga støðu til, um hon fer til løg
regluna við viðmerkingunum.
Tríggjar orsøkir at gera
vart við hóttanina
Liljan Weihe sigur seg hava tríggjar
orsøkir til at gera vart við hóttanina
alment.
– Fyrsta orsøkin er sjálvandi eg
sjálv. Hatta er ein óbehagilig hóttan
at hava hangandi. Hon hevur gjørt,
at eg nú eri farin at ivast í, um eg nú
skal gevast at ganga einsamøll úti
á kvøldi. Eg havi upplivað hóttanir
fyrr, og at onkur hevur nevað eftir
mær í býnum til dømis. Men tað er
ofta stutt frá orðum til gerð, so eg
hugsi, um eg nú skal vera bangin um
at verða álopin? Sligin? Neyðtikin?
spyr Liljan.
– Næsta orsøkin eru kvinnur,
sum heild. Eg trúgvi, at allar kvinnur,
sum luttaka í kjaki ella sum stíga
fram, onkursvegna hava upplivað
niðrandi kynsligar viðmerkingar. Vit
halda, at tað er legitimt at meta um
kvinnur á ein hátt – og um menn á
ein annan hátt. Tað er ikki ókey –
og hetta er eitt prógv um tað, slær
tíðindaleiðarin fast.
– Fyri tað triðja er tað eisini ein
fólkaræðislig grund til at gera vart
við hetta. Tí tað er givið, at nógvar
kvinnur halda seg aftur, tá hatta er
vandin. Tá fólk, sum eru ósamd við
teirra sjónarmiðum ella arbeiðshátti,
beinleiðis eggja til hópneyðtøku.
Tað er ikki í lagi. Og tað er heldur
ikki freistandi at siga sína hugsan
alment, tá man veit, at tað sannlíkt
fara at koma viðmerkingar um alt
annað enn tað, man ber fram - ikki
minst um kynið. Og tá ein partur av
fólkinum heldur seg aftur og ikki vil
siga sína hugsan alment, ja, so er tað
ein vandi fyri okkara fólkaræði, slær
Liljan fast.
»Eg dugi ikki at síggja nakað stuttligt í hesum.
Eg haldi tað vera sjúkt. Sjálvt um eg ikki eri
beinleiðis bangin, so er tað órógvandi at hugsa,
at hasir tankarnir eru har úti«
Mynd: Skermmynd frá KVF
Rape-culture
Hugtak frá 70’unum, sum
hevur til endamáls at vísa á,
hvussu samfelagið gevur offrum
fyri seksuellum ágangi skyldina, og
hvussu vit normalisera mannligan
seksuellan harðskap. Tað er ein
hugsunarháttur, sum eggjar
mannligari seksuellari agressión
og stuðlar harðskapi
móti kvinnum.
Tað var eftir kjakið við Karsten
Hansen, sum Liljan Weihe hevði
í Degi og Viku, at ein viðmerking
um, at Liljan Weihe var irriterandi,
endaði við, at hon skuldi hópneyð
takast í einum sonevndum neyð
tøkubussi.
Viðmerkingin er nú slettað, og
við Kringvarpið hevur skúlaleið
arin sagt, at hann angrar at hava
skrivað viðmerkingina, sum hann
sigur varð skrivað í spølni, tó at
hon var betur óskrivað.
Liljan Weihe hevur kært skúla
leiðaran til Mentamálaráðið.
Í kæruskrivinum orðar Liljan
Weihe seg soleiðis:
– Sum almennur persónur eri
eg von við at fáa niðrandi við
merkingar um mítt starv og mín
persón. Tað kann og skal eg tola.
Men eg føli tað somuleiðis sum
mína skyldu at gera vart við, at
ein skúlaleiðari er við uppá at lut
taka í eini bólka-neyðtøku av mær
í einum neyðtøkubussi, skrivar
Liljan Weihe í kæruni til Menta
málaráðið.
Svarið frá Mentamálaráðnum
kemur væntandi seinni í hesi vik
uni.
eydna@sosialurin.fo
– Tað er munur á, hvussu vit
loyva okkum at tosa við og um
kvinnur, og hvussu vit tosa við
og um menn, sigur Liljan Weihe