hósdagur 7. mai 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
14
tema Ágangur á netinum
Danjal av Rana
T
að er als ikki í lagi at Liljan
Weihe, ella nakar annar,
verður hóttur upp á sín
kropp á hendan hátt, sigur
Johan Dahl.
Sum samfelagið eiga vit als ikki at
góðtaka slíka framferð, sigur Johan
Dahl, landsstýrismaður í javnstøðu
málum.
Hann heldur, at tað er ein stórur
trupulleiki, at bæði mannfólk og
konufólk fáa hóttanir í almenna rúm
inum á hendan hátt.
– Fólk eiga at hava frælsi at virka
í sínum starvi, uttan at verða hótt á
egnan persón, sigur hann.
– Hetta eigur als ikki at vera tole
rerað, og tað eigur eisini at fáa avleið
ingar fyri tey, ið hótta og ikki duga
at uppføra seg sømiligt, sigur lands
stýrismaðurin, sum fer at arbeiða
saman við Norðurlandaráðnum í
átaki teirra ímóti nethaturi.
– Liljan Weihe er eyka útsett, tí
hon er ein kritiskur journalistur.
Hon er enntá meiri útsett enn fleiri
politikkarar eru. Men tað er als ikki í
lagi at hon, ella nakar annar, verður
hóttur upp á sín kropp á hendan hátt,
sigur hann.
Norðurlendska ráðharraráðið
hevur í vikuni gjørt av at seta
tiltøk í verk ímóti net-haturi,
sum serliga rakar kvinnur.
Føroyski ráðharrin í javn
støðumálum, Johan Dahl,
sigur, at Føroyar eisini vera ein
partur av hesum átakinum
Eigur als
ikki at vera
tolererað
Johan Dahl, føroyskur ráðharri í javnstøðumálum
Norðurlendsku ráðharriarnir
Eydna Skaale
Á ráðharrafundi mándagin gjørdu
teir av, at teir vilja arbeiða saman,
fyri at arbeiða ímóti hesum rák
inum í felag.
Tá støðugt fleiri – serliga kvinn
ur – fáa hóttanir og hatskar við
merkingar, er tað ikki bara ræðuligt
fyri tey, sum tað rakar. Tað er eisini
ein álvarsamur fólkaræðisligur
trupulleiki, sum kann merkja at
kvinnur aftra seg við at luttaka í
almenna kjakinum, segði Manu
Sareen, danskur ráðharri í javn
støðumálum, eftir fundin mána
dagin.
Allir norðurlendsku ráð
harrarnir tóku undir við, at
tað er ein stórur trupulleiki
við kynsgrundaðum, niðrandi
viðmerkingum á netinum, sum
serliga raka kvinnur. Og somuleiðis
tóku allir ráðharrarnir undir við,
at hetta talið av slíkum hatskum
viðmerkingum á netinum veksur
skjótt. Hetta er ein álvarsom hóttan
móti javnstøðuni, vóru ráðharrar
nir á einum máli um.
Hóast bæði menn og kvinnur
eru mál fyri slíkum hatskum við
merkingum, so verða menninir
serliga kritiseraðir fyri tað, teir hava
sagt, meðan kvinnurnar haraftur
ímóti fáa seksistiskar og kynsliga
niðrandi viðmerkingar.
Ráðharrarnir viðurkenna, at tað
tó eisini er trupult at fara í hernað
móti slíkum viðmerkingum og
seksismu í almenna kjakinum, tí tað
er so nær knýtt at talufrælsinum
og leiklutin hjá miðlunum í dag.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at
finna javnvágina ímillum frælsið at
úttala seg, sum man vil, og so tað,
sum vit ikki vilja góðtaka.
Fyri at fyribyrgja hatskum við
merkingum í almenna rúminum,
fer Danmark, sum í løtuni hevur
formanssessin fyri Norðurlendska
ráðharraráðið, skipa fyri einum
nýbrótandi skeiði. Ætlanin er, at
hetta skeiðið skal geva viðkomandi
aktørum á økinum, ítøkiligar ávís
ingar um, hvussu farast skal fram
í norðurlondum.
Skeiðið, sum Føroyar eisini
verða ein partur av, verður hildið
í heyst.
eydna@sosialurin.fo
Norðurlendskir ráðharrar vilja
forða hatskum viðmerkingum
Ráðharrarnir í javnstøðumálum í Norðurlondum eru sera
ørkymlaðir um tað vaksandi talið av hatskum viðmerkingum,
sum serliga raka kvinnur í almenna kjakinum