Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 15 Niðurstøðan kemur seinni í vikuni Danjal av Rana O laus Jespersen, deild­ar­ stjóri á menta­mála­ráð­ num, váttar, at Menta­ mála­ráð­ið hevur fingið eina kæru frá Liljuni Weihe, men kann ikki gera fleiri viðmerkingar til júst tað málið. Hann sigur tó, at tá ein slík kæra verð­ur handað menta­málaráðnum, verða um­støð­urnar og viður­skift­ini um kæruna fyrst kann­aði, og tað er tað, sum verður gjørt í løtuni. – Í løtuni gera vit okkum eina mynd av støðuni, og vit vænta, at málið er liðugt viðgjørt seinni í vikuni, sigur Olaus Jespersen. Olaus Jespersen sigur, at tað ikki eru nakrar leiðreglur fyri, hvat almenn starvsfólk, so sum skúla­leiðarar, kunnu loyva sær at siga á al­mennum støðum so sum Face­book. – Tænastumannalógin hevur ávísar ásetingar um, hvussu fólk í tænastumannastarvi skulu bera seg at í frítíð síni, men tílíkar áset­ ingar eru ikki fyri sáttmálasett starvs­fólk í skúlaverkinum, sigur Olaus Jespersen. – Almenn starvsfólk hava talufrælsi, eins og øll onnur, men tað er sjálvandi eitt talufrælsi undir ábyrgd, tað vil siga, tú kanst siga, hvat tú vilt, men tú hevur sjáv­ur ábyrgd av tí, sum tú sigur, greiðir Olaus Jespersen frá. Deildarstjórin sigur, at tað er sjáldan, at mentamálaráðið fær slíkar klagur, og tí er einki veru­ ligt fordømi fyri, hvussu málið skal viðgerast, men hann vísir á, at Fólkatingsins um­boðs­maður hevur viðgjørt onk­ur mál um talu­ frælsi hjá al­menn­um starvs­fólk­ um, sum Menta­mála­ráðið fer at taka við í viðgerð síni av mál­inum. Fólkatingsumboðsmaðurin hevur gjørt onkrar niðurstøður á økinum. danjal@sosialurin.fo Vit hava talufrælsi, men tó undir ábyrgd, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum Er ein trupulleiki í Føroyum Liljan Weihe er ikki tann einasta føroyska kvinnan, sum hevur fingið ógvusliga umtalu ella viðmerkingar, sum beinleiðis eru tengdar at hennara kyni. Í januar gjørdi Vikuskifti eina stóra spurnarkanning millum almennar, føroyskar kvinnur, og nógv tær flestu hava upplivað at fáa líknandi viðmerkingar Visti tú? Paragraf 26 í Straffi­lógini um »forbrydelsen imod den person­lige frihed« bannar okkum at hótta hvønn­ annan Modellmynd Dømir úr Vikuskiftis Sosialinum 30. januar