hósdagur 15. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2004
19
TÍÐINDASKRIV
Ovastevnan 2004 verður
vikuskiftið 6. til 9. august í
ár. Fastur táttur seinastu 6
árini,
hevur
verið,
at
motiónistar og kappsvimj-
arar royna roysni at svimja
teir 4 kilometrarnar úr
Havn til Nólsoyar.
Sjálvsagdur partur í Ova-
stevnuni, er at svimja um
Nólsoyarfjørð. Upprunin til
stevnuna er lyfti Ova Joen-
sen, sála, at fáa nólsoying-
um til vega svimjihyl. At
hesin navnframi maður, lat
lív á sjónum, er enn ein
staðfesting, hvussu týding-
armikil partur svimjingin er
fyri fólki, ið býr á hesum
klettum.
Leygardagin 7. august
2004 kl. 10 standa svimjar-
ar klárir at leypa á bláman
yviri við Strond. Eins og
undanfarnu
árini
sýna
radioamatørarnir stuðul, at
hýsa svimjarunum í fyri-
reikingunum, áðrenn farið
verður oman til Stóra-
damm.
Fyri framman eru 4000
metrar at svimja, hjá teim-
um svimjarunum, ið svimja
beint á bygdina. Er onkur,
ið kemur á land aðrastaðni
á oynni, er at skunda sær at
renna til Heiðursportrið, tí
har er málið - og besta tíðin
higartil er 1 tími, 20 min.
og 27 sekund, metið hevur
Dia Jacobsen sett í 2001.
Ógvuliga ymiskt er hvussu
skjótt
svimjararnir
eru
komnir um fjørðin. Frá
metinum hjá Dia Jacobsen,
er glopp aftur til 2 tímar 32
minuttir og 28 sekund og
skuldi tað kunna boðið
øllum at tikið lut.
Trygdin verður sett høgt í
hesum tiltaki og hava sama-
rittarnir aftur í ár játtað at
standa til reiðar. Sjálv-
bodnir nólsoyingar standa
eisini á landi og taka ímóti,
eins væl og at báðir partar
eru tøkir á sjónum - í
hjálparbáti.
Men stóran leiklut eigur
svimjarin sjávlur, tí í til-
meldingini, skal svimjarin
fáa sær til vega frosk-
manna- ella triatlonbúna,
seksmannafar (ella størri
maskinbát), tvey vaksin
hjálparfólk og VHF í bát-
inum - og sjálvsagt hampi-
liga venjing.
Størsta
luttøkan
var
fyrsta árið (1998), tá ið 14
luttakarar lupu á bláman
yvir við Strond og vunnu
upp land í Nólsoy. Vónin er,
at nógv meldað til, í hesum
árliga møguleikanum at
royna seg tvørtur um Nóls-
oyarfjørð.
Áhugaðir
svimjarar,
skulu venda sær til Jákup
av Skarði. Best er at skriva
til jakupavs@skulin.fo ella
senda sms til tlf. 217001.
Eru spurningar ber eisini til
at ringja 217001. Eftir 28.
juli verður Erlendur Simon-
sen (stigtakarin) at hitta á
tlf. 220644.
Heitt verður á svimjarar
at hava navn/upplýsing um
bát og hjálparfólk, tøk, tá ið
meldað verður til.
Við vón um góða svimj-
ing og góða Ovastevnu.
Stuðulsnevndin
fyri
Svimjihyli í Nólsoy.
Í blaðnum í gjár kundi les-
ast, at um so verður, at
Havnarbáturin og Nósoy-
ingurin verða javnir í stig-
um eftir ólavsøkuróðurin,
og hvørgin teirra vinnur, so
hevur Nólsoyingurin fyri-
mun, tí teir hava vunnið
fleiri FM róðrar ígjøgnum
árið, enn Havnarbáturin.
Hetta er tó ikki rætt. Tað
stendur nevniliga í kapp-
ingarreglunum, at um so er,
at tveir bátar enda sum nr 1
í FM kappingini, og sostatt
eru javnir í stigum eftir
ólavsøkuróðurin, so vinnur
tann báturin, sum vinnur á
òlavsøku. Vinnur hvørgin
báturin, verður tann báturin
meistari, sum fær bestu
plaseringina á ólavsøku.
Verða bátarnir javnir í
stigum eftir ólavsøkuróð-
urin, t.d. um Havnarbáturin
gerst nr 2 og Nólsoyingur
nr 4, vinnur Havnarbáturin
sostatt meistaraheitið, tí tað
er plaseringin sum telur. At
Nólsoyingur hevur vunnið
fleiri
FM-róðrar
hevur
einki at siga tá.
"Stendur á jøvnum mill-
um fleiri bátar, tá ið stevn-
urnar eru av, er tann vinn-
ari, sum varð best plaser-
aður, seinasta FM-róður í
kappingarárinum" (reglu-
gerðin fyri føroyameistara-
heitið í kappróðri, stk 22)
Haldið mær tilgóðar.
-eys-
Svimjing um
Nólsoyarfjørð
Rætting til grein
um 10-mannaførini
Hendan myndin er tikin eftir svimjingina í fjør av trimum teimum fremstu svimjarunum um Nólsoyarfjørð
19
B36 kemur á eina
trupla uppgávu í
kvøld, tá ið teir skulu
leika UEFA-Cup dyst
ímóti lettiska liðnum
Metalurgs á Tórsvølli.
Lettiska liðið liggur á
odda í heimligu kapp-
ingini í løtuni og
hevur skorar í miðal
trý mál í hvørjum
dysti
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Árstalsfelagið úr Havn skal
dystast við lettiska liðið
Metalurgs, sum í løtuni
liggur ovast í lettisku
kappingini, eftir at 14 um-
før eru leikt. Annars hevur
h ø v u ð s s t a ð a r f e l a g i ð
Skonto Riga verið at kalla
einaráðandi í lettisku kapp-
ingini í mong ár, men nú
tykist Metalurgs av álvara
at hótta siðvanda felagið úr
Riga.
Fara eftir sigrinum
Venjarin hjá B36, Jóannes
Jakobsen, sigur, at tað uttan
iva verður torført hjá havn-
arliðnum, men tað skal
eingin ivi verða um, at B36
fer eftir sigrinum í dystin-
um í kvøld. Í B36 hava tey
roynt at fingið ymiskar
upplýsingar um Metalurgs,
men tað hevur verið trupult.
Tó vita tey í árstalsfelag-
num, at liðið liggur á odda í
kappingini í Letlandi,k og
at liðið hevur ein litaviskan
landsliðsleikara, umframt
ein lettiska landsliðsleik-
ara, Zirnis, ið júst hevur
verið við til EM-endaspæl-
ið í Portugal. Harafturat er
onkur russikur leikari eisini
á liðnum. Roynt var at fáa
hendur á einum sjónbandi
av lettiska liðnum, men tað
vísti seg at verða ógjørligt,
sigur Jóannes Jakobsen.
Venjarin hjá B36 væntar tó,
at talan er um eitt tekniskt
gott lið við fleiri stórum
leikarum, og at Metalurgs
spælir skjótan fótbólt. At
lettiska liðið spælir álops-
fótbólt er tað nógv, sum
bendir á, tí liðið hevur skor-
að ikki færri enn 42 mál í
teimum 14 dystunum. ið
teir hava leikt í lettisku
kappingini í ár. Sunnudagin
leikti
Metalurgs
ímóti
kappingarneytunum
úr
Riga á útivølli, og tann
dystin vunnu mótstøðu-
menninir hjá B36 2-0. Und-
an tí dystinum hevði Metal-
urgs leikt ímóti mótstøðu-
liðnum hjá B68, Ventspils,
og tá vann Metalurgs heili
4-0, so teir tykjast verða
væl fyri.
B36 hevur alt sítt fólk
tøkt til dystin í kvøld, og
tað er óivað gleðiligt fyri
venjaran, serliga tí at ein av
berandi kreftunum á lið-
num, Pól Thorsteinsson,
sum eisini hevur drúgvar
altjóða royndir, hevur havt
ein skaða at dragast við í
seinastuni. Jóannes Jakob-
sen letur eisini væl at sein-
astu venjingunum undan
UEFA-Cup
dystinum
í
kvøld. - Eg haldi, at leikar-
arnir hava verið stak góðir
undir venjing seinastu dag-
arnar, og teir tykjast hava
tann rætta hugburðin til
uppgávuna, ið liggur fyri
framman, sigur hann.
Ov lítla tíð á grasi
B36 hevur vant tríggjar
ferðir á grasi undan dystin-
um, men tað er ikki nøkt-
andi, heldur Jóannes Jakob-
sen. Eftir hansara tykki er
tað alneyðugt, at føroysku
feøgini, sum skulu luttaka í
altjóða dystum, fáa høvi til
at venja regluliga á grasi,
um tey skulu hava nakran
møguleika at gera seg gald-
andi í hesum dystum.
Sunnudagin leiktu B36 og
B68 venjingardyst á grasin-
um á Svangaskarði, og tann
dystin vann havnarfelagið
3-2.
Jóannes Jakobsen sigur
seg vóna, at hansara leikar-
ar fara at hava lætt við at
umstilla seg til at spæla á
grasið, tí tað er væl tyngri
enn at leika á graslíki, og tí
kann orkan fara at ganga
undan, so hvørt sum dyst-
urin líður. Dysturin millum
B36 og Metalurgs verður á
Tórsvølli í kvøld klokkan
19.
Toftamenn, ið liggja
aftast í heimligu
kappingini, leika í
kvøld UEFA-Cup dyst
ímóti lettiska liðnum
Ventspils, ið hevði
ikki færri enn tríggjar
leikarar í lettiska EM-
hópinum
UEFA-CUP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað verður ikki við høvuðs-
venjaranum, Trygva Mort-
ensen, við róðurspinnin, at
B68 fer undir eina tí trupl-
astu uppgávuna leingi, tá ið
lettiska liðið Ventspils vitj-
ar á Svangaskarði í kvøld.
Áðrenn Trygvi tók við
venjarasessinum í B68,
hevði hann bílagt sær eina
ferð saman við familjuni,
og tí er tað hjálparvenjarin,
Edmund Jacobsen, ið skal
taka sær av liðnum hjá
toftamonnum í kvøld.
Nógvir mangla
Tað hevur verið ein stórur
trupulleiki hjá B68 í ár, at
teir ikki hava havt so nógv
fólk, og støðan undan dyst-
inum í kvøld er heldur ikki
nakað undantak í so máta.
Tríggir mans verða heilt
vist ikki við, meðan tríggir
aðrir eru ivasamir. Tað er
greitt, at bæði brasiliumað-
urin Alex og veteranurin
Jákup Eli Olsen ikki fáa
leikt vegna skaða, og Øssur
Jacobsen verður heldur ikki
við, tí at hann er uttanlanda.
Harafturat er stórur ivi um
Mikkjal Thomassen, tí at
hann hevur trupulleikar við
hælsinuni. Eisini teir báðir
Bogi Petersen og Mortan
Hansen verða neyvan at
síggja á vøllinum í kvøld,
men tað er tó ikki avgjørt
enn.
Hinvegin kann Edmund
Jacobsen fegnast um, at
pappírini hjá brasilumann-
inum Anderson nú eru
komin í rættlag, og hann
hevur undir venjing víst, at
hann er ein styrkur fyri
liðið, sigur hjálparvenjarin
hjá B68. Eisini bulgarski
áleyparin, Stankov, er kom-
in fyri seg eftir skaða, og
hann verður millum teir
fyrstu ellivu í kvøld, sigur
Edmund Jacobsen. Hin
nýggi brasiliumaðurin hjá
B68, Fabricio, verður tó
ikki við, tí pappírini hjá
honum eru enn ikki komin í
rættlag.
Fara eftir einum
javnleiki
Útgangsstøðið hjá B68 í
kvøld verður at fáa ein
javnleik, sigur Edmund Ja-
cobsen og leggur afturat, at
um tað skal eydnast, er
neyðugt, at allir leikararnir
hjá toftamonnum spæla
upp til sítt allarbesta. Hann
sigur, at tað verður umráð-
andi hjá B68 at hava so
nógv mans sum gjørligt aft-
an fyri bóltin, tá ið lettarnir
leypa á, so at Ventspils ikki
fær pláss til at spæla sítt
spæl. Hinvegin verður tað
eisini av stórum týdningi,
at tað fer nógv fólk fram
við, tá ið B68 fer í álop.
Edmund Jacobsen sigur, at
hetta krevur sjálvsagt, at
allir mans gera ein stóran
arbeiðsinnsats, og sum
venjingarnar hava verið
seinastu dagarnar, er hann
heldur ikki í iva um, at tað
ber til.
B68 hevur ikki nógv fólk
við altjóða royndum, og tí
kemur óivað nógv at hvíla á
herðunum hjá liðskiparan-
um, Øssur Hansen, sum
hevur
drúgvar
altjóða
royndir frá sínari tíð á
føroyska
a-landsliðnum.
Tað eru tó fleiri av yngri
leikarunum hjá B68, sum
hava nakað av royndum frá
ymiskum ungdómslands-
liðum, og tær royndir
kunnu eisini koma væl við í
kvøld. Dysturin á Svanga-
skarði í kvøld verður
klokkan 19.
Nr. 133 • hósdagur • 15. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Trupul uppgáva hjá B36
Allir skulu
spæla upp til
sítt besta
Venjarin hjá B36 kann
fegnast um, at ein av berandi
kreftunum á liðnum, Pól
Thorsteinsson, nú er við
aftur eftir ein skaða
savnsmynd
Øssur Hansen er uttan iva tann spælarin hjá B68, sum hevur
flest altjóða royndir, og tí kemur nógv at hvíla á honum í
kvøld, tá ið toftamenn skulu dystast við lettiska Ventspils.
savnsmynd
C
M
Y
K
18