Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Eftir mikla umtalu og trýst játtar 23 ára gamli FCK-leikarin Michael Silberbauer nú, at hann koyrdi rúsdrekkaávirkaður og varð tikin á løg- reglustøðina í Tórs- havn mikukvøldið í seinastu viku. Leiðsl- an í FC Keypmanna- havn vil ikki gera stórvegis viðmerking- ar RÚSDREKKA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í týsdagssosialinum og á portalinum mánadagin bór- ust tíðindini fyri fyrstu ferð um 23 ára gamla Michael Silberbauer og hansara møguligu rúsdrekkakoyr- ing í Havnini mikukvøldið, sum endaði við, at hann varð tikin á støðina, har lækni tók blóðroynd av manninum. Eftir nógva umtalu í Danmark hevur Silberbau- er nú játtað seg sekan yvir- fyri tíðindamanni á danska dagblaðnum BT. Silberbau- er greiðir frá, at hann varð tikin á løgreglustøðina at geva blóð, og at hann fór av støðini í Havn aftur skuld- settur fyri rúsdrekkakoyr- ing. – Men eg havi framvegis mítt koyrikort, og tað plag- ar ein ikki at fáa aftur, um man er rúsdrekkaførari, sigur Silberbauer við BT og vísir tíðindamanninum koyrikortið. Men hetta er ikki rætt. Løgreglan upp- lýsir nevniliga, at skuldsett- ir rúsdrekkaførarar varð- veita vanliga koyrikortið, til úrslitið av blóðroyndini fyriliggur, og tað tekur um- leið tvær vikur. – Eg geri ikki fleiri við- merkingar, fyrrenn eg veit, hvat nú hendir, sigur 23 ára gamla FCK-leyvan. Fáorðað FCK-leiðsla Longri uppi í FCK-hierark- inum er heldur ikki stórur áhugi at gera viðmerkingar til málið og møguligar av- leiðingar fyri Silberbauer. Ítróttarstjórin í FC Keyp- mannahavn, Niels Christi- an Holmstrøm, sigur við BT, at Silberbauer hevur greitt teimum frá tilburð- inum, hóast sami ítróttar- stjóri so seint sum í gjár segði, at Silberbauer bert varð steðgaður, uttan at hann varð tikin. – Tað er rætt, at ein blóð- roynd varð tikin av Silber- bauer í Tórshavn miku- kvøldið, og annað havi eg ikki at siga, greiðir Holm- strøm frá. Spurdur, hví hann so í gjár segði, at Silberbauer stóð royndina og varð ikki tikin, gerst Holmstrøm ótolin. – Nú skal tú ikki byrja at venda og snara tí, eg havi sagt. Silberbauer hevur drukkið tvær øl, blást í eina ballón og tikið eina blóð- roynd, promillan hevur ver- ið umleið 0,5, og longri er tann søgan ikki, sigur Niels Christian Holmstrøm. Ítróttastjórin sigur, at tað er í ordan at drekka tvær øl, men tað er ikki í ordan at seta seg handan róðrið og fara út um lógarinnar karm- ar. Men Holmstrøm vil einki siga um avleiðingar fyri Silberbauer. – Tit kunnu koma aftur um 2-3 vikur, tá úrslitið av blóðroyndini kemur, sigur Niels Christian Holmstrøm at enda. Silberbauer játtar seg sekan Michael Silberbauer er skuldsettur eftir føroyskari lóg, sum er nakað strangari samanborið við donsku lógina. Umframt eina bót fær Silberbauer antin treytaðan ella treytaleysan dóm at missa koyrikortið. Treytaður dómur (promilla omanfyri 0,5): Koyrikortið verður varðveitt treytað av, at førarin næstu trý árini ikki brýtur nakra ferðslulóg. Umframt hetta skal førarin standa koyriroynd innanfyri tríggjar mánaðir. Treytaleysur dómur (promilla omanfyri 0,8): Førarin missir koyrikortið í minsta lagi seks mánaðir, hóast tíðarskeiðið kann vera væl longri, alt eftir hvat lógarbrot er framt. Síðani skal nýtt koyrikort takast bæði teoretiskt og praktiskt. FAKTA Michael Silberbauer játtar seg nú sekan í at verða tiknan fyri rúsdrekkakoyring í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20 Mat- seðilin Hósdagin 15. juli: Nakkasteik Fríggjadagin 16. juli: Hósna frikasse Leygardagin 17. juli: Enskan Búff Mánadagin 19. juli: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 20. juli: Fiskur í fati Mikudagin 21. juli: Lasagne *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík 21