hósdagur 15. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 133 - 15. juli 2004
Julian við í oddastríðnum
Við einum 1-0 sigri á
IBV í Vestmanna-
oyggjum leygardagin
syrgdu Julian Johns-
son og liðfelagar
hansara í IA fyri, at
teir framvegis eru við
í oddastríðnum. Hitt
"føroyska" liðið í
Íslandi, Fram, spældi
týskvøldið javnt 0-0
ímóti Víkingi
ÍSLAND
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Áðrenn íslendska fótbólts-
kappingin fór av bakka-
stokki í ár, vóru tað mong,
ið mettu liðið hjá føroyska
landsliðsleikaranum Julian
Johnsson, ÍA, sum eitt av
bestu boðunum upp á ein
møguligan
íslendskan
meistara. Nú íslendska
kappingin er gott og væl
hálvrunnin, liggur ÍA á
triðjaplássi, og einans trý
stig eru upp til oddaliðið
Fylkir.
Sigurin tryggjaður í
evstu løtu
Sum sagt vóru Julian og
liðfelagar hansara á vitjan
hjá ÍBV í Vestmannaoyggj-
unum leygardagin, og tá ið
avtornaði eydnaðist tað ÍA
at fáa øll trý stigini við sær
aftur til Akranesar.
Talan var um ein javnan
dyst sambært íslendskum
miðlum, men ÍA var við
yvirlutan í fyrra hálvleiki.
Sigurin hjá Julian og teim-
um var tó ikki tryggjaður
fyrr enn í evstu løtu. Málið
hjá ÍA kom í 88. minutti, tá
ið ein verjuleikari hjá IBV
var dømdur fyri at hava
tikið hondina til hjálpar.
Eyjamenn vóru stak ónøgd-
ir við dómin, men dómarin
lat ikki við seg koma, og tí
kundi Hjørtur Hjartason
gera sigursmálið fyri Julian
Johnsson
og
liðfelagar
hansara. ÍA er nú væl við í
kappingini um íslendska
meistaraheitið, men tað er
ein vansi fyri teir, at teir
ongan dyst hava eftir ímóti
oddaliðnum Fylkir.
Fram fekk stig
Mikukvøldið leikti liðið hjá
Hans Fróða Hansen og
Fróða Benjaminsen, Fram,
á útivølli ímóti Víkingi.
Her eydnaðist tað liðnum
hjá teimum báðum før-
oysku landsliðsleikarunum
at fáa ein málleysan javn-
leik og harvið tað eina stig-
ið. Fram eru tó framvegis
botnlið, og tað er eitt petti
upp til næstaaftasta liðið.
Sum skilst á íslendsku fjøl-
miðlunum var talan um eitt
gott avrik hjá Fram, har
liðið vísti sera góðan stríðs-
vilja og við eitt sindur av
hepni kundi havt ognað sær
sigurin.
Í gjár var farið undir
árligu Statoil kring
Føroyar kappingina,
og súkklað verður
fram til sunnudagin,
tá ið vinnarin verður
funnin. Sum nakað
nýtt verður eisini ein
fjallakapping í ár.
SÚKKLUKAPPING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Árliga
súkklukappingin
Statoil kring Føroyar fór á
rull í gjár, tá ið súkklararnir
súkklaðu ein prolog, sum
tað eitur, ið var ein einkult-
startur, har súkklað var í
Klaksvík. Í dag verður
súkklað í Eysturoynni, og
er talan um ein av longru
teinunum upp á góðar 100
kilometrar.
Sandingar fáa vitjan
Í morgin verður súkklað á
Sandoy, og tá er talan um
ein einkultstart upp á 27
kilometrar. Her verður høvi
hjá tí lokala favorittinum,
Sverra Mohr Edvinsson, ið
er ein av okkara royndastu
súkklarum, at vísa sínar
dygdir.
Leygardagin
verður
súkklað í Suðuroy, og her
skulu súkklararnir veruliga
royna seg, tí at tá eru onkrar
rættuliga strævnar brekkur,
sum bíða teimum. Seinasti
súkkludagurin er sunnu-
dagurin, tá ið kappingin
verður avgjørd. Tá verður
byrjað í Tjørnuvík, og mál-
ið verður sum vant við
Statoil-støðina í Gundadali.
Eisini fjallakapping
Hetta er níggjunda árið, at
Statoil kring Føroyar er á
skránni. Fyrsta almenna
kappingin var í 1997, og øll
árini hevur Statoil verið
høvuðsstuðul.
Samlaða
longdin, ið súkklararnir
skulu leggja aftur um bak,
er 348 kilometar, og tað er
18 kilometrar fleiri enn í
fjør.
Í kappingini í ár verða 22
luttakarar, og teir umboða
trý lond, Føroyar, Ísland og
Danmark. Elsti luttakarin
er 42 ár, og tann yngsti er
15 ár.
Sum nakað nýtt verður
skipað fyri eini sonevndar
fjallakapping, har teir, sum
koma fyrst um skorini, fáa
stig
í
fjallakappingini.
Tann, ið hevur flest stig,
sleppur so at súkkla í einari
serliga fjallatroyggju, sum
vit eisini kenna tað frá
altjóða kappingum.
Súkklurnar farnar á rull
Íslendska felagið Fram, har Hans Fróði Hansen og
Fróði Benjaminssen spæla, hevur fingið nýggjan
venjara, eftir at Ion Geolgau segði seg úr starvinum.
Tað verður Ólafur Kristjansson, sum nógvu seinnu
árini hevur spælt og verið venjari í danska felagnum
AGF. Hann gavst í AGF í summar, og nú hevur hann
játtað at taka við starvinum í Fram, sum liggur á einum
niðurflytingarplássi í bestu íslendsku deildini.
Nú er bólturin, sum David Beckham sendi langt víð
síðuna av málinum í brotsparkskappingini ímóti
Portugal í EM, til sølu. 25 ára gamli Pablo Carral, sum
stóð aftan fyri málið, loftaði bóltinum og tók hann við
sær heim. Nú hevur hann sett bóltin til sølu á eini
uppboðssølu á internetinum, og higartil er boðið komið
upp á 70.000 krónur fyri bóltin. Roknað verður við, at
fleiri boð fara at koma.
Hollendska fótbóltslegendan Johan Cruyff mælir
hollendska fótbóltssambandinum til at seta Marco van
Basten sum nýggjan landsliðsvenjara. Cruyff, sum
plagar at hava eina viðmerking um tað besta, heldur, at
van Basten er rætti maðurin til starvið, og at hann skal
hava John van't Schip sum hjálparvenjara. Hesir báðir
vunnu Europameistaraskapið við Hollandi í 1988.
Amerikanski tennisspælarin Andre Agassi hevur nú
vunnið sín dyst nummar 800 í ATP-kappingini. Hetta
hendi í gjár, tá ið Agassi vann á landsmaninum Alex
Bogomolov. Andre Agassi er tann sætti spælari í ATP-
søguni, sum klárar at vinna 800 dystir.
Føroyski landsliðsleikarin
Julian Johnsson og liðfelagar
hansara í IA eru framvegis
væl við í oddastríðnum í
íslendsku kappingini eftir
sigurin á IBV leygardagin
C
M
Y
K
22
Nr. 133 - 15. juli 2004
23
Starv
í bókhaldinum á Føroya Gjaldstovu
Í sambandi við verkætlan,ið umfatar scanning av
fakturum, verður eitt starv í bókhaldinum á
gjaldstovuni leyst at søkja.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:
•
scanning av fakturum
•
skráseting av kreditorum,
•
skráseting av útlendskum gjaldoyra,
•
skráseting av afturvendandi rokningum,
•
skráseting í høvuðsbókhaldi,
•
avgreiða fyrispurningar m.a. um útgjaldingar,
•
vegleiða stovnar í ymsum fyrispurningum,
•
leita fram skjøl og arkivera.
Viðkomandi kann verða settur til onnur arbeiði
innan roknskaparhaldið, um leiðslan metir hetta
verða neyðugt.
Krøv til starvið:
Hægri handilsskúli e.t. og/ella viðkomandi ar-
beiðsroyndir. Tað týdningarmesta er, at við-
komandi skilir væl bókhald, hevur góðan ordan í
sínum arbeiði og hevur lætt við at hava yvirlit.
Arbeiðið á stovninum er í stóran mun skipað í
bólkum. Tí skal tann, ið settur verður, hava góð
samstarvsevni og gera sítt til, at bólkurin arbeiðir
væl saman.
Gjaldstovan kann bjóða eitt spennandi arbeiðs-
umhvørvi, har fakliga stigið er í støðugum
framburði, og har tað verða brúkt framkomin
EDV-amboð.
Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, og starvið
eru lønt samb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið í Bólki II. Meira fæst at
vita um starvið við at venda sær til Jákup
Augustinussen, sum er at hitta á tlf. 352460 ella
214960.
Umsókn:
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmæl-
um skulu verða sendar til Føroya Gjaldstovu,
Traðagøta 39, Boks 2009, 165 Argir. Umsóknar-
freistin er 27. juli 2004.
—————————————————————————
Á Gjaldstovuni starvast 30 fólk. Gjaldstovan rekur, viðlíkaheldur
og mennir Búskaparskipan landsins. Gjaldstovan førir roknskap
yvir játtanirnar á fíggjarlógini og førir m.a. eisini roknskap yvir
ogn og skuld lankskassans.
Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans
og hevur um hendi ein part av almennu lønaravgreiðslunum.
Frá Salong Fríðbjørg
Vegna summarfrí er frisørsalongin stongd
frá 24/7-17/8.
Salong Fríðbjørg
Tlf. 213185 og 422585
SKEMMAN
handilslærlingur
2/230.pdf
SKEMMAN
skrivstovulærlingur
2/200.pdf
i
i f
23