Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 SOSIALURIN 52 20 eblaðið sos.fo NØVN Minningarorð um Kára á Rógvi Nú tagnaði kvæðarøddin uppi í Stovu­viðurbirgi í Vestmanna Hann var at síggja í bønum um hesa tíðina, nú tað so smátt var farið at vára. Síðst í mai gekk hann við spannini við kunsttøðum, og stroyddið bøin, kvøðandi onkra vísu ella kvæði, kanska smáskeldandi inn á okkurt, sum ikki gekk eftir vild. Nú er hann ikki ímillum okkum meiri, Kári á Rógvi. Kvæðarøddin er tagnað uppi í Stovuviðurbirgi. Røddin tagnaði á alt ov ungum árum, nú alt stóð í besta blóma. Kona og trý børn og útlit til at koma longur upp í tign í arbeiðislívinum. Harrans vegir eru duldir. Kári kom í Føroya Óðalsfelag, sum formaður, tað var eisini her hansara ítriv og áhugi innan seyðabrúk lá. Hans­ara unga bræsna sinni og hjarta­lag, var við til at skapa nýggjar leiðir í Óðalsfelagnum. Kári vann Óðalsfelagnum rætt­ indi, soleiðis at felagið í dag verður hoyrt í tí almenna geiranum. Eisini fekk Kári í lag at geva blað út, soleiðis at limirnir kundi fylgja við tí, sum fyri­fórst í Óðalsfelagnum. Kári var íðin fjallmaður, hevði seyð í fitilendi, hann skjeyt harur við vin­monnunum. Kári treivst væl í tí fría, og ikki minst á hestardegnum, tá seyðurin kom í rætt, og alt frá skurð­inum skuldi koma til høldar. Hetta vóru jóladagar fyri Kára. Nú er kvæðarøddin tagnað. Orð eru fátæk! Jóhanna, Bryndis, Brestir og Bragi, tit hava nógv gott at minnast um ein góðan mann og pápa. Ærað veri minnið um Kára á Rógvi, stóri stuðulin hjá Føroya Óðalsfelag. Føroya Óðalsfelag Niels Th. Pedersen formaður Johan Vang 70 ár Johan er føddur 11. mai 1945 á loft­ in­um hjá P/F Mariu Poulsen í Havn. Foreldrini vóru Diddan (Petra Jó­ hanna) úr Skemmuni í Porkeri og Niels Vang úr Kaldbak. Diddan og Niels fingu tveir synir, Óla (f. 1938) og Johan. Johan er uppvaksin í Lucas Debesargøtu mitt í býnum, nær við Auto, har tey búðu. Foreldrini høvdu matvøruhandilin P/F Niels Wang, sum læt upp í 1948, sum mong av teim­um eldru minnast. 4. apríl 1970 giftist Johan við Hannu í Túni, Toftir, og fingu tey børn­ini Niels, Júst, Evu, Mariu og Rebekku. Sama ár bygdu tey sær hús í Tjarnar­deild við Hoyvíkstjørn og har búgva tey enn. Babba byrjaði sum heilt ungur at hjálpa til í handlinum hjá pápa sínum, og bleiv hetta hansara yrkisleið sum handilsmaður. Seinni tók hann við eftir pápa sínum. Í 1972 varð bygt eitt nýtt handilshús á sama stað, og sum tvey ár seinni aftur var útbygt. Tá ið tíðini var eitt sindur annarleiðis at reka ein matvøruhandil enn í dag. Teir keyptu hvørt ár fleiri hundrað livandi seyðir frá bóndunum. Teir gjørdu alt sjálvir, so sum at fletta, hag­ reiða, turka kjøtið, gera rullupylsur, blóðpylsur og pakkaðu vørurnar klárar til at selja. Eisini var vanligt at fólk fingu matvøruna koyrda heim til hús, tá ið tey høvdu verið og keypt inn. Hvønn dag skuldi handilsmaðurin sjálvur heinta mjólk á meiarínum og aðrar vørur frá heilsølunum, so tað var strævið arbeiði hvønn dag. Tíðirnar broyttust og í 1979 avgjørdi babba at steingja matvøruhandilin p/f Niels Wang. Henda stóra avgerð bleiv nakað eftir byrjanin til eina heilt aðra handilsvinnu, nevniliga at selja barnaútgerð og barnaklæðir. Tann nýggi handilin fekk navnið Dadd­an, sum tær flestu barnafamilj­urnar í Føroyum komu at kenna gjøg­num árini. Daddan helt til í Lucas Debesar­ gøtu í nógv ár, síðani bleiv flutt í SMS. Eftir nøkur ár flutti Daddan niðan á Háls og har hildu tey til, inntil tey seldu handilin í 2006. Babba hevur altíð haft góðan stuðul í mammu, har hon hevur staðið fyri tí kreativa og babba hevur tikið sær av roknskapinum og tí prakt­iska. Hjá okkum børnum hevur tað verið spennandi, at kunna vera ein partur av handilslívinum hjá for­ eldrunum. Babba hevur altíð givið okkum nógvar møguleikar at vera við og hann er sera tolin. Tað var stutt­ligt eitt nú at standa við kassan og avgreiða kundar, heinta vøru á keiini. Tá tey fóru til Danmarkar á messu at keypa klæðir til komandi ár, fingu vit víst ábyrgd. Vit skuldu ansa eftir handlinum, steingja hann, gera kassan upp og koyra peningin í bankan. Tá lýsingar skuldu gerast, vórðu vit mangan nýtt sum modellir í bløðunum og sluppu at ganga móta­ show. Hetta var stuttligt sum yngri, men sum tannáringar hevði ein hug til at steðga. Vit, dreingirnir, vóru sera stoltir, tá babba stuðlaði okkum við troyggjum til lokala fótbóltslið SB (Stoffa­lág Bóltfelag). Babba hevur altíð verið klárur til at hjálpa okkum við skúlatingum og stuðla okkum, tá við fóru til víðari útbúgving. Hann var altíð fúsur at koyra og heinta okkum, sjálvt um tað fór um midnátt. Hann lesur nógvar bøkur og dám­ar sera væl at práta. Mangan hava vit kjakast á hægsta stigi um lívsins spurningar. Í síðstuni serliga nógv um Guds skapanarverk. Babba kom til persónliga trúgv á Harran Jesus sum ungur, og hevur hetta havt størsta týdning í hansara lívið. Samkomulívið hevur altíð fylt nógv. Hann hevur sungið í sangkóri, verið sunnudagsskúlalærari í mong ár og havt aðrar praktiskar ábyrgdir. Hann hevur eggjað okkum til, at fylgja Harr­anum Jesusi og tað eru vit mest av øllum takksom fyri. Vit fimm systkini ynskja at takka babba fyri okkara góða andaliga heim, hann hevur altíð verið har og stuðlað okkum í øllum. Onkuntíð kundu vit knappliga bjóða ungum í sam­komuni inn til okkara eftir eitt møti. So kundu tað vera upp í 50 í tali, sum gjørdu inn­rás, men tað gjørdi einki, tað vóru mamma og babba bara glað fyri. Sjálvt um babba er givin við handl­inum, so hava tey úr at gera. Abbabørnini telja nú 13 í tali og tað eru nógvir føðingardagar at fara til. Sum ungur málaði babba nógv. Nú er hann byrjaður aftur og gongur á kvøldskúla og stuttligt er at síggja, hvussu góðar gávur hann hevur til list. At taka myndir og livandi film hevur hann gjørt frá ungum av, og nógv av tí er nú søguligt. Allar hesar nógvu kassarnar av tilfari hevur hann í vetur sorterað og fingið talgilt. Hann var ikki sørt bilsin, tá alt kundi rúmast á einum lítlum harðdiski. Framvegis eru babba og mamma miðdepil fyri familjuna, ið nú er økt til 24. Tað er hugnaligt, tá vit øll savnast saman til døgurða og tá kann babba gott tríva í at spæla ein sang á klaverinum, guitarinum ella mandolinuni. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Heilsan Børnini Gullbrúdleyp Leygardagin 9. mai kunnu hjúnini Jóhanna og Jákup Lamhauge Saltangará halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við næstringum.