Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015 SOSIALURIN 52 19 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Løgtingsvalið nærkast Eg meti einar tríggjar samgongumøguleikar, sum teir mest uppløgdu eftir komandi løgtingsval Á hugin fyri politikki, og samfelagsviðurskiftum í heila tikið hevur altíð ligið til mín. Undir seinra heimsbardaga og fyrstu árini aft­aná var føroyskur politikkur sera spenn­andi. Í mínum dreingjasinni nørdist áhugin, og eg fylgdi væl við í politiska kjakinum millum tá­ver­ andi politisku oddafiskarnar. Ser­liga var tað fólkaflokksmaðurin Thor­ stein Petersen, sum hugtók meg. Saman við Jóannesi bónda, Rikard Long, Poul Petersen og øðrum góðum monnum striddust teir fyri føroyskum sjálvbjargni og sjálvstýri. Teir náddu ikki á mál – stríðsmenn náa ongatíð einum endaligum máli – men arbeiði teirra broytti føroyska samfelagið til tað betra, og ágóðin sæst enn. Kjakið tá á døgum fór fram í sjálv­ um tinginum og á politiskum fundum og fyri ein stóran part – helst mesta partin – í teim táverandi bløðunum. Vit høvdu ikki útvarp her á landi tá, og sjónvarp var ikki til. Til alla lukku var heldur einki internet við harav fylgjandi »sosialu miðlum« til tá. Vit høvdu bløð sum Dimmalætting, Dagblaðið, Føroya Social Demokrat, Tíman, Tingakross, Fríu Føroyar og eitt sindur seinri 14. September. Bløðini hoyrdu – meira ella minni – til hvør sín flokk og førdu týðuliga fram teirra flokks sjónarmið. Summi høvdu rættiliga professionalar polit­ iskar blaðstjórar, sum til dømis G.L. Samuelsen, Knút Wang, Elias í Rættará fyri at nevna nakrar. Men fyri ein stóran part vórðu politisku boðskapirnir skrivaðir av politisku oddamonnunum. Serliga minnist eg greinirnar hjá Thorstein Petersen, og partvís eisini tær hjá Petur M. Dam. Orðadrátturin var harðligur, men eg haldi ikki, at hann var ófor­ skammaður. Menn stríddust fyri sín­ um sjónarmiðum, og heims­bar­dagin hevði við sær, at nógvir møguleikar vóru fyri samfelagsbroytingum. Hesar broytingar fóru eisini í stóran mun fram og førdu nógv sjálvbjargni við sær. Hóast vit tíverri ikki fingu fult sjálvstýri, og enn ikki hava fingið tað, so broyttist stjórnarskipanin rættiliga munandi. Eitt, sum eg minnist best frá teirri tíðini, var fólkaatkvøðan í 1946. Hóast bert 13 ára gamal, so gekk eg nógv uppí valstríðið, og enn stend­ur rætti­ liga klárt fyri mær, hvussu spenn­andi tað var at lurta (á Tórshavn radio) eftir úrslitinum um kvøldið tann 14. september. Og frøin var stór, tá vit vunnu. Tíverri komu vit ikki á mál, men úrslitið hevði tó við sær, at Føroya fólk ikki hevur undirgivið seg danskt ræði. Politiska umhvørvið broytist Sum tíðin leið broyttist politiska umhvørvið. Heimastýrisskipanin gjørdist eitt slag av sovikodda, men tó so, tað at Løgtingið fekk lóggávuvald á sum fráleið rættiliga nógvum týð­ andi økjum, og vit fingu útbygt eina stjórnarskipan, sum innanfyri givin mørk líktist stýrisskipanum í øðrum sjálvstøðugum londum, hevði við sær, at føroyskur politkkur, umframt sjálvstýrisstrembanina, eisini kom at snúgva seg meira og meira um vinnulív, sosial viðurskifti, mentan, útbúgving, heilsumál og mong onnur samfelagsviðurskifti. Tað, eg kann minnast, hevur politiska orðaskiftið í Føroyum ver­ ið á nøkulunda høgum støði, men kort­ini má ásannast, at ein ávís broyt­ing er farin fram seinru árini. Vit fingu sum fráleið útvarp, og tað var positivt, og sjónvarpið mentist eisini væl at byrja við. Men við tíðini gekk hetta út yvir skrivaðu pressuna, og heilt galið gekk við bløðunum, tá vit fingu internetið. Eitt var, at vit fingu ymiskar heimasíður, sum í ávísan mun kundu avloysa bløðini, men alt skuldi nú ganga so skjótt, og bæði málsliga og innihaldsliga er støðið bara versnað. Sum er nú, haldi eg, vit bert hava Sosialin, Norðlýsið og kanska Dimmalætting av prentaðum bløðum. Restin er heimasíður ella portalar ella, hvat tað annars verður rópt. Á telduni kanst tú nú fara inn á allar hesar miðlar og lesa tíðindi og ymisk sløg av viðmerkingum. Tað er sjálvandi gott, at orðaskifti er frítt, og at ein og hvør kann »spýta út« sínar hugsanir og meiningar í almenna rúmið. Men tá ein eftir førimuni roynir at fylgja við í hesum orðaskifti, so øtast ein bæði yvir málsliga hjálparloysið, men eisini, og ikki minst, yvir orðalagið og mál­ burðin. Tað kemur fyri, at okkurt gott og uppbyggjandi verður skrivað, men tíverri er meginparturin ljót og niðursetandi skriving við álopum á persónar, serliga politikkarar. Tíverri sigur tað skrivaða meira um tann, ið skrivar enn tann, ið verður álopin. Mál, ið verða viðgjørd, kunnu vera so mong, men tað er serliga politisk viðurskifti, sum hava mín áhuga, og har royni eg at fylgja við sum frægast. Sum øllum kunnugt hava vit í Føroyum eitt politiskt uppbýti í sam­gongu (vanliga við meiriluta) og andstøðu. At orðaskifti og viðgerð av politisku tiltøkunum fer fram er ein sjálvfylgja. Eisini at almenningurin luttekur í hesum. Í løtuni hava vit eina samgongu av Fólkaflokkinum, Sam­ bandsflokkinum og Miðflokkinum. Tá ið eg lesið viðmerkingarnar á net­inum, so síggi eg, at allar flestu av teimu eru harðligar ábreiðslur á lands­stýrið og samgonguna. Tað eyðkenda við nógvum av við­merk­ ingunum er, at tær fyrst og fremst eru álop á Fólkaflokkin og fólka­ flokspersónar. Sjálvandi skulu politik­arar standa fyri skotum, men máti skal vera við. Tað er ikki mark fyri, hvat Fólkaflokkurin verður lagdur undir og fær skuldina fyri. Og tað stuttliga er, at tá loypast skal á Sambandsflokkin, so er niðurstøðan ofta, at hann letur seg lokka av Fólka­ flokkinum. Fólkaflokkurin skal setast fram sum tann, ið hevur alla maktina, bæði buktina og báðar endarnar. Nú er tað í sjálvum sær ikki nakað løgið, at ein politiskur flokkur, sum situr í stjórn, hevur eina ávísa makt. Og er talan um eina samgongustjórn hava allir flokkar ta makt, sum semja fæst um. Ført verður mangan fram sum nakað negativt, at Fólkaflokkurin rekur ein høgravendan politikk. Men hvat galið er í tí at vera høgravendur ella borgarligur? Um tú hyggur rund­ an um teg í teim londum, vit kenna best, so sært tú nógva staðni, at høgra­vendir flokkar, tú kanst eisini kalla teir konservativar, sita við poltisk­ari makt og ábyrgd. Og tað er ikki vánaligasta stýri slík lond hava. Høgraflokkar eru sum oftast teir mest framburðsvinarligu. Álop á Fólkaflokkin Undan seinasta vali hevði Fólka­ flokkurin uppskot um at broyta skatta­lógina, so landsskatturin varð lækkaður, og innførdur var ein sokallaður »flatskattur«. Tá lands­ stýrið varð skip­að í 2011 fekst semja um nøku­lunda ta skipan, flokk­ urin hevði uppskot um. Eisini varð gjøgnumførd ein skipan við, st skattur varð tikin av pensiónsgjøldum bein­ anvegin, meðan útgjaldingin til sína tíð var skattafrí. Sigast skal, at skip­ anin var eitt sindur broytt undir lands­stýrissamráðingunum, og helst skulu onkrar smávegis justering­ar gerast til bata fyri skipanina. Men skipanin er sum heild góð, og fer helst at virka væl sum frá líður. Roknast kann eisini við, at fleiri onnur lond fara at fáa eina slíka skipan. Tekin eru longu um tað. Tað er ikki hissini, sum nýggja skattaskipanin er blivin álopin øll hesi 3-4 árini, hon hevur verið galdandi. Men mær vitandi er einki ført fram um nakra betri skipan. Tvørturímóti virkar hon væl, tað lønar seg betur at arbeiða og vinna inntøku, og pen­ sión­in er skattafrí, tá ein kemur til eftirlønaraldur. Eftir er tó at fáa hækk­að skattliga botnfrádráttin nak­ að og fáa hann javnaðan so líðandi millum kommunala og landskatta frádráttin. Um ein sakliga metir um ar­ beiðs­avrikini hjá fólkaflokks­politik­ arunum seinastu árini og skoðar ígjøgnum øll rumbulsálopini, so má sigast, at teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Landsstýrisfólkini hava ver­ið sera arbeiðssom og ógvuliga sjón­lig í almenna rúminum. Jørgen Niclasen hevur saman við sam­gonguni ført ein skilagóðan fíggjar- og búskapar­ politikk, her­undir eisini skatta­poli­ tikk. Samfelagsframleiðslan økist og hallið á fíggjarlógini minkar. Jacob Vestergaard hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði á fiskivinnuøkinum. Sum sam­ráðingarleiðari hevur hann útvegað okkum størri fiskirættindi. Eisini hevur hann megnað ikki at loypa framav í spurninginum um broyttan fiskivinnupolitikk (ár 2018 spurninginum). Hann stend­ ur sum ein rættur maður. Á al­ mannaøkinumm hevur Annika Olsen víst seg sum ein tann besta sosialministara, vit nakrantið hava havt. Sosiala økið er bæði væl við­ líka­hildið og betrað í hesum val­ skeiði. Eisini tingmanningin hjá Fólkaflokkinum hevur dugað at arbeiða væl og sakliga. So samgongan, og ikki minst Fólkaflokkurin, nýtast ikki at skammast um gjørt arbeiði. Tó skal eg nevna tvey mál, sum eg haldi betur vóru ógjørd. Annað er prístalshækkingin av danska blokkstuðlinum, og hitt er avtøkan av landsbankanum. Hvørki av hesum er til nakran bata. Komandi val og sam­ gongumøguleikar Løgtingsval verður í heyst. Og miðlar og sokallað fakfólk takast við at gera veljarakanningar. Ein slík varð kunn­ gjørd nú um dagarnar Hon vísti stóra fram­gongd og undirtøku til Javn­ aðarflokkin og Framsókn og stóra aftur­gongd til teir báðar stóru núver­ andi sam­gongu­flokk­ar­nar. Bein­an­ vegin varð hetta í miðlunum, serliga Sosialinum, sett upp, sum eitt endaligt valúrslit, og Aksel Jo­hannesen kundi føra seg fram, sum um hann longu var kosin løgmaður. Einki varð sagt um, at hetta bert vóru kanningar og í veruleikanum bert gitingar. Men val skal so vera í oktober, og aftaná skal so nýtt landsstýri skipast. Og nógvar gitingar eru longu, hvørjir samgongumøguleikar vera tá. Eitt er, at valúrslitið sjálvandi hevur týdning fyri eini landsstýrisskipan, men aðrir spurningar sníkja seg eisini inn. Tí longu verður mett um, hvørjir møguleikar eru fyri, at flokk­ ar vilja ella kunnu arbeiða sam­an. Sagt verður til dømis, at Tjóð­veldi og Sambandsflokkurin ikki kunnu vera í samgongu saman. Men tað, sum serliga verður drigið fram, er, at Javnaðarflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum, so leingi Aksel Johannesen er formaður, vil skipa landsstýri við Fólkaflokkinum. Higartil hevur tað verið soleiðis hjá vanliga at sær komnum flokkum, at teir siga, at tað velst ikki um, hvønn vit samarbeiða við, men hvat vit ar­beiða saman um. Men hetta er sostatt ikki galdandi fyri Føroyska Javnaðarflokkin. Eg veit sjálvandi ikki, heldur enn nakar annar, hvør ein nýggj sam­ gonga verður, men ein kann so altíð gita. Eg meti einar tríggjar møgu­ leikar, sum teir mest eygsýnligu: a. Núverandi samgonga við Sjálvstýrisflokkinum afturat. b. Núverandi andstøða c. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi, Fram­ sókn og møguliga Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin Seinast nevndi møguleiki hevði ver­ ið tann mest framburðskendi. Har skuldi veri møguleikar bæði fyri tiløkum á sjálvbjargningsleið og fyri menning á ymiskum samfelagsligum og vinnuligum økjum. Eg øtist bæði yvir málsliga hjálparloysið, men ikki minst yvir orðalagið og málburðin í kjakinum á internetinum Jógvan Sundstein fyrrverandi løgmaður TÍÐARGREIN