hósdagur 7. mai 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
SOSIALURIN 52
18
KJAK
KLUMMAN
Onki er so gott,
at tað ikki er
ringt fyri onkran
A
t vera klummuskrivari í Føroyum í dag
er ikki krevjandi, og krevur ikki, at ein
dugur at finna uppá, ella at venda øllum
á høvdið. Einum nýtist heilt einfalt bert
at lýsa veruleikan!!
Fátøk í Føroyum hava síðstu vikurnar verið
nógv frammi í kjakinum. Alt gott um tað. Nú val
nærkast, tykist tað, sum verður hetta eisini eitt evni
í valstríðnum hjá okkara fólkavaldu, ið sum kunnugt
ikki játtaðu sær sjálvum lønarhækkan – kanska fyri at
kunna tosa við, tá talan er um tey, ið hava trupult við at
fáa endarnar at røkka saman.
Men løgið er tað! Tað er óivað sera langt síðani,
at so nógv ríkidømi nærum er skolað upp á land í
Føroyum. Makrelævintýrið fær øll onnur ævintýr at
blikna. Silvur- ella gullpengarnir hjá hermanninum í
Eldførinum standa ikki mát við føroyska veruleikan.
Men tó. Tað er líka langt síðani, at neyðugt hevur
verið at tosað um fátøk í Føroyum.
Her hava vit tey síðstu mongu árini megnað at havt
eitt land, eina skipan, har øll hava havt tað gott. Okey,
summi betri, enn onnur, men í øllum førum fór ongin
niður um hungursmarkið.
Men meira ríkidømi, tess fleiri niðanfyri reyðu
linjuna, ið vísur á fátækra- ella hungursmark.
Hvussu nógvar breyðpolitikarar, ella skrivstovu
fulltrúar skal ein hava fyri at rokna út, at her er galið
við býtinum, og at her er ein gjógv, ið er vaksandi?
Kanska eru føroyingar so hungursstungnir nú, at
teir ikki orka at mótmæla, ella at vísa á, at Føroyar
nú minna um eina týska fangalegu undir seinna
heimsbardaga, har meginparturin arbeiðir so longi
hann orkar, til hann dettur um reyðu linjuna, sum
hann ikki longur orkar at lyfta livifótin uppum.
Og samstundis ganga nøkur fá útvald og síggja
ongar trupulleikar, tí í teirra lut kemur bert meira og
meira, ja so mikið, at ein innan ein veit av kann kalla
tað ríkidømi.
Løgin skipan!
Politikarar eru mangt, men býttir eru teir ikki – í
hvussu er ikki altíð. Á sinni vildu kommunur ikki leggja
saman. So gjørdist bert eitt; so mong øki vóru løgd
út á kommunurnar, at tær høvdu onki val, uttan at
samstarva og at enda leggja saman.
Kann tykjast, sum er støðan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
nakað tann sama. Har er spart og spart og rationali
serað, so leiðslan at enda ongan annan útveg veit, enn
at stongja føðideildina, tí ein av tveimum yvirlæknum
er spardur burtur. Og skal ein tá ikki lúgva, so má ein
siga, at sjúkrahúsið stendur ikki mát við tað, ið krevst
fyri at varðveita deildina. Og breyðpolitikararnir
á ovastu rók kunnu peika og siga; jamen, tit hoyra;
leiðslan sigur tað sjálv!!
Nú skulu so í øllum førum barnakonur, ið landa
frøðiliga er longst burtur frá Havnini, vita uppá minutt,
nær tær ætla sær at føða. Tí Smyril siglir ikki so ofta,
og har er eisini hvílutíð at taka hædd fyri. Og tyrlan
kann vera stødd langt úti á havinum, ella hon er leigað
út, ella hon er til umvælingar í hangarinum. Og tá
má mesta rationaliseraða skjúktahúsið við minstu
førleikunum vera so mikið frammaliga, at føðingin
má leggjast til rættis eftir ferðaætlan. Og brátt kunnu
verkir gerast til sjóverk.
Jú, jú, onki er so gott, at tað ikki er ringt fyri onkran!
Annika Olsen
Fólkaflokkurin
Orðaskiftið
hevur verið
um ríkisfe
l a g s s k a p
in í danska
Fólkatingin
um um dag
arnar. Setti meg at lurta eftir
hesum orðaskifti fyri at vita,
hvørjar hugsanir okkara
fólkatingsumboð høvdu um
málið. Eg má erliga viðganga,
at eg helt, at eg hevði sett inn
á eina kanal, sum sendi gamlar
upptøkur frá 1915 og ikki 2015.
Sjálvdan havi eg upplivað ein
slíka politiska anakronismu
sum hetta orðaskiftið var, og
eg bleiv rættilig hørm um, at
vit ikki eru komin longur enn
at standa í Fólkatinginum við
hattinum í hondini og biðja
danska statsministarin taka
um endan í Føroyum.
Talan var um umboð sam
bandsfloksins, sum kærdi
sína neyð um føroyska
heilsuverkið, og at danir áttu
at játta neyðuga peningin til
okkara heilsuverk. Vit kunnu
kjakast longi og langt um
føroyska heilsuverkið og tær
avbjóðingar, sum eru har,
men at føra hesi viðurskfti
fram í Fólkatinginum á hend
an hátt vísir ómegd og er
ovboðið fyri tað umboðið,
sum hóast sambandsfólk, so
ella so umboðar alt Føroya
fólk í danska Fólkatinginum.
Hvar er æran og stoltleikin
hjá Sambandsflokkinum á
Fólkatingi? Er hetta veruliga
tann politikk, sum 26% av før
oyskum sambandsveljarum
sambært veljarakanning
herfyri ynskja, at vit skulu føra
ií Fólkatinginum? Vónandi
ikki, vónandi finnast eisini
stoltir sambandsveljarar,
sum ynskja eina aðra kós
enn hesa, sum varð borðreitt
við um dagarnar. Svarið frá
statsministarinum var ikki
óvæntað og rættiliga sjálvsagt,
at »Det má I selv klare«, og so
leiðis eigur tað at vera.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Ingen kvaler, Helle betaler
KJAK
Dagfinn
Olsen
Bergur A.
Dalsgarð
Tú skalt ikki
selja skinnið,
fyrr enn bjørn
in er skotin.
Men tað var júst tað, ið
BADH samgongan gjørdi við
at leggja um til forskatting
av pensjónum. Við at skatta
pensjónirnar við inngjaldi
hvarv tað rætta lutfall, ið
hevur verið ímillum talið av
pensjónistum og inntøkuna
frá skatting av pensjónum.
Tað hevur verið ein trygd fyri
pensjónistin, at landið hevði
fleiri inntøkur, tá talið av pen
sjónistum var stórt – um 20 ár
verður lutfallið vent á høvdið.
Vit, sum eru ung í dag, rinda
við okkara pensjónsskatti fyri
m.a. skattalætta til tey væl
bjargaðu og at reiðarar fáa
ókeypis fiskiloyvi; frá okkum
sjálvum, enntá.
Tað kundi ligið beint til
høgrabeinið at sagt, at henda
nýggja inntøka, ið kom frá
forskattingini, skuldi verið
brúkt til at basa fátækradømi,
og tað hevði eisini verið
menniskjaliga rætt at gjørt
soleiðis. Tað meini eg tó ikki, at
vit eiga at gera – fátækradømi
er ein akuttur trupulleiki, og
hann kann og má ikki loysa
st við inntøkum, ið eiga at
tryggja eldratilveruna hjá
okkum, ið eru ung í dag, tí so
verður tað bert kvæðna tyngri,
tá ið vit gerast eldri og fara
av arbeiðsmarknaðinum. So
fátækradømið má loysast við
øðrum inntøkum.
Tað kundi eisini verið nær
liggjandi at sagt, at skatta
lættin, ið fyri summi merkti
fleiri túsund krónur meiri
um mánaðin at brúka uppá
eitthvørt, var tað rætta, tí at
hann skapar vøkstur í bú
skapinum. Hetta er tó bein
leiðis skeivt. Skattalættar
skapa ikki búskaparvøkstur í
teimum nýggjaru samfelags
modellunum, tí fortreytirnar
eru broyttar í ídnaðar- og
vitanarsamfelagnum. Í 10’un
um, sum vit nú eru í, eiga flest
øll fólk minst ein flatskerm,
flotta telefon og goodwill
frá bankanum at hava eitt
forbrúksstøði, ið ikki økist
í sama mun sum ástøðini
um skattalættaskaptan bú
skaparvøkstur leggja upp til.
Tá tað kom til stykkis,
so fingu tey, ið høvdu mest
brúk fyri einum lætta, eina
pensjónsrokning, ið merkir
mistar 200.000kr í ellisárunum
fyri tey, ið framman undan
hava ringast við at fáa end
arnar at røkka saman. Tað er
slíkt sum hetta, ið fær meg
at umhugsa, hvørt sitandi
samgonga yvirhøvur hevur
uppiborið at veittra við
merkinum – um tað ikki skuldi
verið eitt sjórænaraflagg í
staðin, tí hetta er júst tann
umventi Robin Hood, sum
hevur valdað seinastu fýra
árini.
Burðardyggur politikkur
er ikki bert eitt alternativ. Tá
ið politiska valdið hevur valt
at framskunda inntøkur, ið
verða neyðugar um 20, 30, 40
ár, so noyðast hesar inntøkur
at fara til okkurt, ið tryggjar
samfelagið so langt fram í
tíðina. Ein partur av loysnini er
at geva arbeiðinum fyri einar
oljufríar Føroyar eitt veruligt
skump.
Kvettið avgjaldið á el-
bilar burtur. Gerið til gjørligt
at framleiða grøna orku og
selja til føroyska el-netið.
Lækkið avgjøldini á ávísar
vørubólkar, ið hava við sær
orkusparing, eitt nú løðara
til el-bil, orkusparandi ljós,
vindmyllur, bæði til húsbrúk
og til størri framleiðslu, ljós- og
sólorkutól o.s.fr.
Ein annar partur av loysnini
er at arbeiða fyri tilflyting.
Brúkið eisini hesa ónatúrligu
inntøku til at fjálga um bú
staðarmarknaðin við nógv
fleiri bíligum leiguíbúðum
– gjarna í útjaðaranum –
og við eini betri útbygdari
Strandferðslu millum tær
stóru bygdirnar, so tað gerst
lættari at ferðast millum
heimið og arbeiðsplássið uttan
at skula eiga bil.
Tað eru bert trý ting, ið
henda inntøka ikki má brúk
ast til: Øktan rakstur, studning
til fiskivinnuna og skattalætta.
Annars má hon fyri mína skyld
gjarna brúkast til alt, ið hóskar
til lyklaorðið burðardygd.
Burðardyggur politikkur
er ikki bert eitt alternativ