Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tú missir valdið, tá tú trýstir á »send« Eydna Skaale Í høvuðsheitum er orsøkin tann fjarstøðan, sum netið leggur millum okkum og tey fólkini vit samskifta við. Vit síggja ikki teirra reaktiónir, og tað skapar eina fríheit. Hetta kann vera ein fyrimunur, tí av og á er tað gott, at fólk tosa erliga á netinum, serliga tá tey tosa ímóti órættvísi. Men tað er alneyðugt at duga at seta tingini í perspektiv - og tað manglar ofta í dag. Tískil kunnu út­sagn­irnar gerast eitt tvíeggjað svør. Vit síggja mangan sera harðar útsagnir – og vit síggja eisini kollektiva revsing av teimum, sum koma við hørðum úsagnum. Hendan kollektiva revsingin – skemmingin – endar ofta við at vera nógv harðari, enn hvat upp­ runa­liga útsøgnin í grundini hevði uppi­borið. Tí tá tú hevur eggjað til at skemma ein viðmerkjara, veist tú ikki, hvør sær tað. Fleiri dømi eru um óumhugsaða skemming, sum hevur vaksið seg út um alt per­ spektiv, tí fólk deila, miðlar taka tað upp osv. At kasta við digitalum steinum hevur brotið meiri enn eitt glashús. Tað eru fleiri kend dømi um, at tað hevur havt stórar avleiðingar við sær. Bæði fyri tann, sum upp­ runaliga hevur eina keðiliga við­ merking, og fyri tann, sum síðani vil hava fólk at skemma við­kom­ andi, sum hevur orðað seg óstort­ liga. Avleiðingarnar kunnu vera at missa starvi ella at missa makan – og av tí, at alt gongur fyri seg á net­ inum, kann allur heimurin fylgja við. Tað ger tað eisini verri at fóta sær aftur, tí øll vita, hvør tú ert. Tað, sum er týdningarmest at minnast, er, at internetið ikki hevur ein angrimøguleika. Og inter­netið er ikki ein lítil bólkur av fólki – tað eru so ósigiliga nógv fólk, at tú ongan møguleika hevur at stýra tí, tá tú hevur slept tíni út­søgn har. Tá tú postar á til dømis Face­ book, og tú hevur fleiri enn hundr­ að vinir, so frásigur tú tær valdið á útsøgnini í teirri somu løtu, tú trýstir á »send«. Tá er tað brádliga inter­netið, sum hevur valdið. Og tú kanst hvørki gera ella siga nakað fyri at broyta tað. »Shaming« ella skemming á internetinum er ein hurð, sum bara gongur annan vegin: Tú hev­ur valdið at lata hana upp, men tú hevur ikki valdið at lata hana aftur. Og tú kanst eisini sjálv verða tikin á bóli av tí, sum kem­ ur ígjøgnum hurðina beint í høl­ unum á tær. Fleiri halda, at tað, at orða seg á Facebook, kann samanberast við at orða seg heima í egnari stovu, har bara vinfólk hoyra tað, sum verður sagt. Men hetta er grund­ leggj­andi skeivt. Ístaðin kann tað saman­berast við at rópa hart av húsa­tekjuni – og tú hevur als ikki tamar­hald á, hvør hoyrir. Tað er sligið fast fleiri ferðir, at tað, tú sigur á Facebook, ikki er privat – hóast tú hevur stongdan profil. Fordømi úr Danmark vísa eis­ ini, at tað heldur ikki verður mett at vera privat, hóast út­sagn­ir­nar verða skrivaðar í einum stongd­ um kjakbólki, har bara fáir limir eru við. Orðini á netinum eru mangan harðari og hatskari enn okkara samskifti í gerandisdegnum, tá vit tosa andlit til andlits við fólk Modellmynd »Gloym bara allar hasar harðligu hóttanirnar og ágangandi boðini, sum tú dagliga sært á netinum« Tað eru ráðini, sum verða givin kvinnum um allan heim. Men sannleikin er, at hesi áhaldandi boðini eru eitt álop á bæði karrieruna, mentalu støðuna og frælsið hjá kvinnum at liva á netinum. Semja tykist vera um allan heim: vit mugu broyta hugsan um ágang á netinum og gevast at biðja kvinnur síggja millum fingrarnar við tí Eydna Skaale »Sig frá« er eitt átak, sum snýr seg um, at vit skulu siga frá, tá vit síggja harskap í Føroyum. Men harskapur kann vera so mangt og hava mong andlit. Higartil hevur einki ítøkiligt átak verið, sum skal forða harskapi á netinum, hóast hann kann hava stórar og álvarsamar fylgjur við sær. Journalistar og politikarar Sera ofta síggja vit, at skemmarar eru dulnevndir ella hava følsk nøvn. Men kvinnurnar, sum eru fyri áganginum, eru sera ofta skrivandi ella kjakandi kvinnur, sum arbeiða fyri professionellar miðlar ella politiskar flokkar, og tískil eru tær nevndar við fullum navni – og teirra íkast á netinum er ein partur av teirra veruliga lívi. Tær kunnu tí ikki skilja seg sjálv­ar frá hatsku við­merk­ing­ unum. Tá tað kemur til hóttanir á net­inum er tað bara ein, sum kann siga, hvørt ágangur ella hóttanir eru skemt, og tað er hon, sum hóttaninar eru um. Kennir hon seg hótta ella niður­gjørda, er ikki talan um skemt, og so er tað skeivt at siga, at hon bara skal yppa øksl um tað. Tað er nógv lættari fyri tann, sum setir hóttanirnar fram – ella tann, sum skal kanna hóttanirnar- at siga, at tað »bara« var skemt á inter­netinum, og at tað ikki hevði hald í veruleikanum. Tá tú ert nevnd við navni og ein ítøkilig hóttan er sett fram, tá kanst tú ikki á sama hátt siga, at tað bara eru leysar orðingar á internetinum, og at tað ikki er veruligt. So skjótt títt navn verður nevnt gerst tað sjálv­andi bæði veruligt og per­són­ligt. Men í dag er ein heilur herður av dul­nevndum plágum ella trøllum á net­inum, sum hava fríar ræsir at spæla síni »spøl« og fremja sín »stutt­leika« undir følskum skerm-nøvn­um. Men hóast hóttanin er verulig fyri kvinnuna, sum verður nevnd við navni, so vísir tað seg, at tað hjálpir einki at melda. Ein stór amerikonsk kanning vísir, at ágangur á netinum støðugt verður kveistraður burtur sum verandi »meinaleyst skiftirúms-tos«, gerningsmenninir verða skýrd­ir »óbúnir skálkar« og offrini verða kallað »kensluborin grenj«. Tá sjálvt løgreglan skýrir hótt­ anir á netinum sum »dreingalótir«, er avleiðingin, at hótt­an­in ikki longur er ein r e v s i ­v e r d gerð. Og tað hev­ur fylgjur. Bara til stuttleika í 2012 var ein amerikanari avdúkaður. Hann hevði leingi havt eitt dulnevni á netinum, sum hann nýtti til at leggja tilfar út á netið. Millum annað hevði hann lagt rúgvuvís av avdúkandi myndum av gentum undir kriminella lágaldurin. Harumframt hevði hann síður nevndar »chokeabitch« (kval- eina-mer) og »rapebait« (neyðtøku-agn). Maðurin, sum æt Michael Brusch, var ganska almindiligur. Hann ar­ beiddi sum telduforritari og hevði ann­ars eitt púra vanligt lív. Tá hann varð tikin, var hann óvanliga líkaglaður um sínar gerðir og sló alt upp í glens. – Eg geri mítt arbeiði, fari heim, hyggi í sjónvarp og fari á netið. Mær dámar bara væl at øsa fólk í míni frí­ tíð. Fólk taka alt nógv for seriøst nú á døgum, segði hann við miðlarnar, tá hann var tikin. Tað vóru tó fá, sum dugdu at síggja tað stuttliga í at eggja til at kvala konufólk ella at geva ráð um, hvussu tú snildast fært lokkað konu­ fólk í eina støðu, har tú fært neyðtikið tær. Og blaðungu genturnar, hvørs myndir lógu úti til alment spott og skemman, skiltu heldur ikki stutt­ leikan. Eisini vanligar kvinnur Hóast tað í størstan mun eru kvinnu­ ligir journalistar og politikarar, sum eru fyri ágangi á netinum, so er tað tó ikki bara hesin bólkurin, sum verð­ur raktur av hatskum og niðrandi við­ merkingum. Ein stór kanning, sum the Pew Research Center hevur staðið fyri vísir, at talið av monnum og kvinnum, sum logga á netið, er umleið líka stórt – og tað hevur tað verið síðani ár 2000. Men ágangurin á netinum verður í høvuðsheitum vendur móti kvinnum. Í árunum 2000 - 2012 vóru 3.787 fólk, sum meldaðu ógvusligan ágang á netinum í USA. 72.5 % av hesum 3.787 fólkunum, sum meldaðu, vóru kvinnur. 5% av hesum 3.787 fólkunum søgu, at ágangur, sum var byrjaður á netinum, eisini tók seg upp í »veruliga lívinum«, og at tær kendu seg vera í kropsligum vanda. Og mynstrið byrjar tíðliga. Gentur í tannárunum eru í nógv størri vanda fyri at vera fyri ágangi á netinum, enn dreingir. Bara tað, at vera kvinna á netinum, vísir seg at vera nóg mikið til at fáa kynsligar og niðrandi viðmerkingar. í 2006 kannaðu granskarar frá University of Maryland ágang á netinum. Teir gjørdu eina rúgvu av følskum vangamyndum og settu seg í samband við kjatt-rúm. Vangamyndirnar, sum høvdu feminin brúkaranøvn, fingu í miðal 100 seksuel, kynslig ella hóttandi boð - dagliga. Miðaltalið fyri líknandi boð hjá vangamyndunum við maskulinum nøvnum var 3,7 um dagin. Altso ein munur á 96,3 við­merk­ ingar um dagin! ...Skulu vit bara góðtaka tað? eydna@sosialurin.fo Mynstrið er greitt tað er tað sama um allan heim, og tað vísir, at kvinnur á net­inum mugu smyrja seg við at verahóttar, niðurgjørdar og kynsliga settar í bás