hósdagur 7. mai 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
SOSIALURIN 52
29
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
GÓÐSKULEIÐARI TIL HAVSBRÚN
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu.
Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini
eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk.
Havsbrún er altjóða viðurkent virkið. Tað eru 2
fram leiðsludeildir á Havsbrún - Mjøldeildin, ið
fram leiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið
framleiðir fóður til laks. Góðskuleiðarin hevur
ábyrgdina av innaneftirlitinum hjá Havsbrún og
arbeiðir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á
Mjøl- og Fóðurdeildini.
Arbeiðsøki
Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja, at Havsbrún
lýkur øll uttanhýsis og innanhýsis krøv í mun til
lóggávu-, kunda- og standardkrøv á økinum. Tú skalt
eisini tryggja, at verandi mannagongdir á innan-
eftirlits økinum verða optimeraðar og mentar,
umframt at fremja eftirlit, skoðanir og eftirmetingar.
Umframt menning og optimering á innaneftirlits-
økinum í mun til føroyska lóggávu, skalt tú sum
góðskuleiðari luttaka í menning av verandi og
komandi certificeringum hjá Havsbrún. Góðsku-
leiðarin hevur sjálvstøðuga ábyrgd á økinum og
skal tryggja neyðuga framgongd á økinum gjøgnum
gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Ein partur av starvinum eru verkætlanir, sum
eru tengdar at innaneftirlitsøkinum saman við
ráðgeving í mun til deildarleiðarar og onnur
starvsfólk. Arbeiðs staðurin er á Havsbrún í
Fuglafirði.
Góðskuleiðarin hevur tilvísing til deildarleiðaran á
Góðskudeildini og verður partur av Góðsku deildini
í Bakkafrost samtakinum, har lívfrøðingur, fiska-
heilsu lívfrøðingar, framleiðsluverkfrøðingur,
góðsku leiðar ar og eftirlitsfólk starvast. Góðsku-
deildin varðar av góðsku, umhvørvi og trygd, og
samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakka-
frost samtakinum.
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er
ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við
altjóða góðkenningum. Sum persónur hevur tú góð
samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálv-
støðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð
til uppgávurnar og leggur stóran dent á at
samantvinna ástøði og praktiska veruleikan.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í
eini dynamisk ari fyritøku. Vit leggja dent á at hava
eitt gott arbeiðs umhvørvi, og kunnu bjóða tær
góðar starvsfólka tryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Annu
Johansen, deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel.
23 50 20 ella við t-brævi til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi
skjølum verður send til havsbrun@havsbrun.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mai 2015.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo
Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum
fundum, har kunnað verður um arbeiðið at steðga
harðskapi í før oyskum familjum. Viðkomandi ser -
frøðingar fara at lýsa, hvussu harð skapur skaðar
okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum
best: Sálarfrøðingur tosar um tey skaðiligu árin, harð-
skapur hevur á børn. Løgfrøðingur um fráboðanar-
skylduna, vit øll hava, gerast vit stúrin um eitt barn.
Og politistur tosar um ung og harðskap. Fundirnir
verða hildnir í sambandi við verk ætlanina Sig frá og
eru skipaðir soleiðis, at Elin Winther Poulsen, sam-
skipari, fer at seta fundirnar og greiða frá arbeiðinum
at seta í verk átøkini í heildarætlanini. Síðani eru tríggir
fyrilestrar og at enda eru stundir til spur ningar og
møguligt kjak.
Tiltøkini eru almenn og ókeypis og øll eru hjartaliga
vælkomin.
Sig frá
um alt landið!
FUNDARSKRÁ
Vika 19
06
MAI
Vika 20
11
MAI
Vika 20
13
MAI
KLAKSVÍK,
Býráðshøllin
Á SANDI,
Bókasavnið
TÓRSHAVN,
Almannamálaráðið
Vika 20
13
MAI
TÓ
Alm
Les meira um
Sig frá verkætlanina á
www.amr.fo
19.30 Vælkomin – Elin Winther Poulsen kunnar um Sig frá verkætlanina
19.40 Hvussu ávirkar harðskapur børn?
20.10 Fráboðanarskylda /tagnarskylda og tvørfakligt samstarv
20.40 Ung og harðskapur, SSP-arbeiðið
21.00 Kjak/spurningar
21.30 Liðugt
SKRÁ
til øll tiltøk