hósdagur 7. mai 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
SOSIALURIN 52
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
32
S
venskur
poppur
hevur altíð verið
nakað heilt serligt.
Heilt frá Abba og
fram til í dag hava svenskir
tónleikarar lagt heimin fyri
sínar føtur. Sett á stovn í 2008
gjørdist DJ-trioin Swedish
House Mafia skjótt eitt av
flaggskipunum hjá nýggjari
svenskum tónleiki.
Swedish House Mafia
eru mettir sum andlitið hjá
housetónleikinum og eitt av
størstu nøvnunum innan
elektroniskan popp í heim
inum. Teir høvdu eina røð av
hittum, áðrenn teir góvust í
2013. Sangarin, ið skrivaði fleiri
av størstu hittunum saman við
Swedish House Mafia, og sum
leggur rødd til hitt sum "Save
The World”, “Reload” og ikki
minst “Don't You Worry Child”,
er John Martin Lindstrøm ella
bara John Martin, sum hann
kallar seg.
Eins og teir tríggir DJ’arnir,
hevur John Martin verið
sera virkin síðan Swedish
House Mafia fóru hvør til
sítt. Hann hevur m.a. sam
starvað við Tinie Tempah og
David Guetta, umframt, at
hann hevur arbeitt við síni
egnu soloverkætlan. Ser
liga samstarvið við enska
rapparan Tinie Tempah á
lagnum “Children of the Sun”,
kláraði seg væl á hittlistunum
í Onglandi.
Men seinastu tíðina er
størsta orkan brúkt til solo
verkætlanina. Fyrsta staklagið
undir navninum John Martin,
“Anywhere for You”, hevur
staðið seg sera væl í Onglandi.
Hann hittaði stórt við tí í fjør,
og er tí háaktuellur. Eisini her
heima er lagið nógv spælt. Í
løtuni er fyrsta heila fløgan
sum solistur á trappuni.
Útselt øll árini
At Swedish House Mafia og
John Martin eru eitt stórt
navn í Føroyum eisini, vitna
nógvu reaktiónirnar um,
eftir at navnið var kunngjørt
í síðstu viku. Fyriskipararnir
av Voxbotn siga, at fólk hava
tikið sera væl ímóti navninum
og tað merkist eisini á søluni
av atgongumerkjum, ið er
vaksin munandi seinastu
dagarnar. Øll árini hevur verið
útselt til Voxbotn, og eftir
søluni at døma higartil, verður
væntandi útselt aftur í ár.
Umframt John Martin,
er X-Factor stjørnan Jógvan,
tungmálmslegendan Udo,
elektropopduoin
Byrta,
fólkarokkarin Marius Ziska,
rappararnir Swangah, truba
dururin Stanley og divairnar
í Flammu avdúkaði, umframt
at Gluntan og Sunrise fara at
spæla til Bryggjudansin.
Atgongumerki eru at fáa
í Kunningarstovuni í Havn,
Expert í SMS, Fast-handlunum
kring landið og á ebillett.fo
Vísindaligt hjálparfólk
- 2 tíðaravmarkað
størv á Søgu- og
samfelagsdeildini
Hevur tú áhuga í at royna teg
sum vísindaligt hjálparfólk innan
søgu og samfelag, so hava vit
tvey tíðaravmarkað størv sum
granskingarhjálpari leys at søkja. Bæði
størvini verða sett í 6 mánaðir, frá 1.
august 2015 at rokna.
Uppgávurnar í starvinum verða fyrst
av øllum knýttar at nýggju master-
útbúgvingunum á deildini, sum
byrjað í heyst. Tann, ið sett/ur verður,
kemur tí í høvuðsheitum at stuðla
undir tað virksemið, sum fer fram í
samband við hesar útbúgvingar, eitt nú
projektarbeiði, lestrarbólkar, fyrilestrar
e.l. Arbeitt verður í tøttum samstarvi
við vísindastarvsfólkini á deildini.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Umsókn og freist
Umsókn við viðkomandi skjølum, cv,
prógvum o.a, umframt møguligum
vísindaligum avrikum, skulu sendast
til: umsokn@setur.fo í seinasta lagi
mánadagin 1. juni 2015, kl. 12.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda tær til Gest Hovgaard,
útbúgvingarleiðara tlf. 292595; mail:
gesturh@setur.fo. Upplýsingar um
virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Skip til yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 2.-27. juli 2015
Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar.
Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits
trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur.
Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri.
Freistin at søkja er mánadagin 1. juni 2015 við telduposti til hav@hav.fo
Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt
lítlan) part av kvotunum omanfyri, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.
Tíðarskeið:
Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 2. til 27. juli 2015. Henda kanningin verður gjørd sum ein
felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Krøv til skipið í sambandi við kanningina:
• Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum.
• Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð.
Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F-15, 6
m2, 2000 kg.
• Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður
í vatnskorpuni.
• Skipið skal hava Scanmar ella Marport dekkseind, troleyga og sensorar, ið skulu brúkast til at máta
ymsar parametrar á trolinum/lemmunum.
• Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni.
• Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni.
Her skal borðpláss (minst 100x60 cm) vera til mátibretti og elektroniska vekt.
• Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkandi LAN skipan. EK60 teldan og
arbeiðsteldurnar skulu hava samband við netið umborð.
• Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá
ekkóloddunum.
Útreiðslur í sambandi við kanningina:
Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 500.000, ið skulu
fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í
sambandi við túrin fevna millum annað um ymsa útgerð til túrin, løn og siglipening til fólkini umborð, og til
fyrireiking og at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin.
Umsóknin skal sendast til:
Havstovan (hav@hav.fo)
Nóatún 1
100 Tórshavn
Att: Erling í Liða
John Martin úr Swedish House Mafia á Voxbotn
Í skjótt trý ár hevur Voxbotn roynt at fingið John Martin úr Swedish House Mafia til Føroyar. Og nú
hevur tað endiliga eydnast soleiðis at hann verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi,
27. juni í Vágsbotni í Havn. Við John Martin fylgir ein stór veitsla, har tað er loyvt at dansa, og
trupult at lata vera, tá hann smitar altjóða diskoteks-hitt oman á diskoteks-hitt eftir tær